Fjórða Mósebók kap. 32

Uppsetan
2. The Tribes East of the Jordan
32:1-42:1
1 Rubenitar og Gaditar høvdu mongd av fæi – óføra mongd; og táið teir sóu Jazersland og Gileadsland, sóu teir, at har bar væl til at hava kríatúr.
2 Gaditar og Rubenitar komu tí og søgdu við Móses og Eleazar prest og høvdingar samkomunnar:
4 landið, ið HARRIN hevur vunnið samkomu Ísraels – er eitt land, ið er gott til fæhald, og tænarar tínir hava nógv fæ.“
5 Og teir søgdu: „Hava vit funnið náði fyri eygum tínum, so lat tænarar tínar fáa hetta land í ogn, lat okkum sleppa frá at fara um Jordan!“
6 Men Móses segði við Gaditar og Rubenitar: „Skulu brøður tykkara fara í bardagan, og tit verða her!
7 Hví vilja tit gera Ísraelsmenn óhugaðar at fara yvir í landið, sum HARRIN hevur givið teimum?
8 Soleiðis gjørdu fedrar tykkara við, táið eg sendi teir úr Kades-Barnea at hyggja at landinum;
9 táið teir høvdu verið í Eskoldali og høvdu hugt at landinum, gjørdu teir Ísraelsmenn óhugaðar at fara inn í landið, sum HARRIN hevði givið teimum.
11 „Eingin av monnunum, ið fóru út av Egyptalandi – frá tjúguáraaldri og uppeftir – skal fáa landið at síggja, sum Eg við eiði havi lovað Ábrahami, Ísaki og Jákupi; tí teir hava ikki fylgt Mær eftir, sum teir áttu –
12 eingin uttan Kaleb, sonur Jefunne, Keniziturin, og Josva, sonur Nun; tí teir fylgdu HARRANUM trúliga eftir.“
13 Og vreiði HARRANS tendraðist móti Ísrael, og Hann læt tey flakka um í oyðimørkini í fjøruti ár, inntil alt tað ættarliðið var gingið til grundar, sum hevði gjørt tað, ið ónt var í eygum HARRANS.
14 Og nú stíga tit í fótaspor fedra tykkara, eitt avkom av syndigum monnum, til at gera brennandi vreiði HARRANS móti Ísrael enn størri!
15 Tí venda tit tykkum burtur og vilja ikki fylgja Honum eftir, so skal Hann lata Ísrael verða verandi í oyðimørkini longur enn, og tit kalla vanlukku niður yvir alt hetta fólk!“
16 Tá stigu teir fram fyri hann og søgdu: „Vit skulu bert gera byrgi her til fæ okkara og býir til konur og børn okkara;
17 men sjálvir skulu vit við skundi vápna okkum og fara á odda hjá Ísraelsmonnum, inntil vit hava fingið teir hagar, ið teir skulu fara; konur og børn okkara skulu verða verandi í teimum víggirdu býunum og soleiðis vera trygg fyri teimum, sum í landinum búgva.
18 Vit skulu ikki fara heimaftur, fyrrenn ein og hvør av Ísraelsmonnum hevur fingið arvalut sín;
19 tí vit skulu ikki hava arvalut saman við teimum hinumegin Jordan og longri burtur, táið vit hava fingið arvalut okkara hesumegin Jordan, eystanfyri.“
20 Móses svaraði teimum: „Gera tit hetta – vápna tit tykkum fyri ásjón HARRANS til bardagan –
21 koma allir hinir vápnaðu menn tykkara um Jordan fyri ásjón HARRANS og verða har, inntil Hann hevur rikið fíggindar Sínar burtur frá eygum Sínum,
22 og fara tit ikki heimaftur, fyrrenn landið er tikið fyri ásjón HARRANS, so skulu tit onga skyld hava á tykkum, hvørki fyri HARRANUM ella Ísrael, og landið her skal verða ogn tykkara fyri ásjón HARRANS.
23 Men gera tit ikki hetta, so synda tit móti HARRANUM, og tit skulu sanna, at synd tykkara skal finna tykkum!
24 Byggið tykkum nú býir til konur og børn tykkara og byrgi til smáfæ tykkara – gerið, sum tit hava sagt!“
25 Tá søgdu Gaditar og Rubenitar við Móses: „Tænarar tínir skulu gera, sum harri mín býður;
26 børn okkara, konur okkara, fylgi okkara og alt fæ okkara skulu verða verandi her í býunum í Gilead;
27 men tænarar tínir, vit, so mangir sum vápnaðir eru til bardaga, skulu fara um Jordan fyri ásjón HARRANS og vera við í bardaganum – soleiðis sum harri mín hevur sagt.“
28 Móses gav nú Eleazar presti, Josva, syni Nun, og høvdunum fyri fedrahúsunum í ættum Ísraelsmanna boð um teir.
29 Móses segði við teir: „Koma Gaditar og Rubenitar, so mangir sum vápnaðir eru av teimum, við tykkum um Jordan til bardagan fyri ásjón HARRANS, og tit taka landið, so skulu tit geva teimum Gileadsland í ogn.
30 Men koma teir ikki vápnaðir yvirum við tykkum, so skulu teir fáa ogn sína í Kána’anslandi saman við tykkum.“
31 Tá svaraðu Gaditar og Rubenitar: „Tað, ið HARRIN hevur sagt við tænarar tínar, skulu vit gera;
32 vit skulu vápnaðir fara yvir í Kána’ansland fyri ásjón HARRANS, men arvaogn okkara skal vera hesumegin Jordan.“
33 Móses læt Gaditar, Rubenitar og hálva ætt Manasse – hann, ið var sonur Jósef – fáa ríkini, ið Sihon amoritakongur og Og, kongurin í Basan, høvdu átt, alt landið við býunum og markunum rundan um teir, allar býirnar allastaðni í landinum.
38 Nebo og Ba’al-Meon – sum teir góvu onnur nøvn – og Sibma; teir kallaðu býirnar, teir endurreistu, upp eftir sær.
39 Synir Makir, son Manasse, fóru til Gilead og tóku tað og róku burtur Amoritar, sum búðu har.
41 Ja’ir, sonur Manasse, fór og tók bygdir teirra* og gav teimum navnið Ja’irsbýir.
42 Noba fór og tók Kenat við smábýunum, ið til hoyrdu; og hann kallaði tað Noba eftir sær sjálvum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul