Fjórða Mósebók kap. 30

Uppsetan
iv. Laws about Vows
30:1-16:1
1 Móses segði hetta við Ísraelsmenn, í einum og øllum sum HARRIN hevði álagt honum.
2 Framvegis talaði Móses við høvd ætta Ísraelsmanna og segði: „Hetta er boðið, ið HARRIN hevur givið:
3 „Táið maður ger HARRANUM lyfti ella svør eið, sum hann bindur seg við til fráhald í einum ella øðrum, so skal hann ikki bróta orð sítt; alt tað, ið hann hevur sagt, skal hann gera.
4 Táið kvinna, meðan hon er ung og enn er heima hjá faðir sínum, ger HARRANUM lyfti ella bindur seg til fráhald í onkrum,
5 og faðir hennara fær at hoyra um lyfti hennara ella tað, ið hon hevur bundið seg til at vera fráhaldandi í, men tegir til tað, tá skulu øll lyfti hennara og hvørt band til fráhald, sum hon hevur lagt á seg, standa við makt.
6 Men um so er at faðir hennara, sama dag ið hann hoyrir um tað, sigur nei til tað, skal einki av lyftum hennara ella av tí, ið hon hevur bundið seg til at vera fráhaldandi í, standa við makt, og HARRIN skal fyrigeva henni, við tað at faðir hennara segði nei til tað.
7 Verður hon gift, og lyfti hvílir á henni, ella eitt tankaleyst orð er lopið henni av munninum, sum hon hevur bundið seg við,
8 og maður hennara fær at hoyra um tað, men tegir til tað, tann dag ið hann fær at hoyra um tað, tá skulu lyfti hennara og tey bond til fráhald, ið hon hevur lagt á seg, standa við makt.
9 Men um so er at maður hennara, sama dag ið hann hoyrir um tað, sigur nei til tað, so ger hann til einkis lyftið, ið hon hevur á sær, og somuleiðis tað tankaleysa orðið, ið er lopið henni av munninum, og sum hon hevur bundið seg við, og HARRIN skal fyrigeva henni.
10 Tað, ið einkja ella burtrikin kona hevur lovað, tað skal standa við makt fyri hana, hvat tað so er, ið hon hevur bundið seg til.
11 Um hon í húsi mans síns lovar okkurt ella við eiði bindur seg til fráhald í einum ella øðrum,
12 og maður hennara fær at hoyra um tað, men tegir og sigur ikki nei til tað, tá skulu øll lyfti hennara og hvørt band til fráhald, ið hon hevur lagt á seg, standa við makt.
13 Men ger maður hennara tað til einkis, sama dag ið hann hoyrir um tað, tá skal einki standa við makt av tí, ið er lopið henni av munninum, tað veri nú lyfti, ið hon hevur lovað, ella okkurt, ið hon hevur bundið seg til at vera fráhaldandi í; maður hennara hevur gjørt tað til einkis, og HARRIN skal fyrigeva henni.
14 Eitt og hvørt lyfti og eitt og hvørt band til fráhald og føstu, sum hon við eiði hevur lagt á seg, kann maður hennara annaðhvørt staðfesta ella gera til einkis.
15 Men tegir maður hennara til tað inntil dagin eftir, so hevur hann staðfest øll lyfti hennara ella tey bond til fráhald, ið á henni hvíla; hann hevur staðfest tað, við tað at hann tagdi til tað, tann dag hann hoyrdi um tað.
16 Ger hann tað ikki til einkis, fyrrenn eina tíð eftir at hann hevur hoyrt um tað, so skal hann bøta fyri misgerð hennara!““
17 Hetta eru fyriskipanirnar, ið HARRIN gav Mósesi um rættin, ið maður hevur yvir konu síni, og faðir yvir dóttur síni, so leingi sum hon er ung og enn er heima hjá faðir sínum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul