Fjórða Mósebók kap. 26

Uppsetan
b. The Second Census
26:1-65:1
2 „Takið manntal av allari samkomu Ísraelsmanna, frá tjúguáraaldri og uppeftir, eftir fedrahúsum teirra, av øllum vápnaførum monnum í Ísrael!“
3 Móses og Eleazar prestur talaðu tá við teir á Móabsheiðum við Jordan, beint yvir av Jeriko, og søgdu:
4 „Teir, ið eru tjúgu ár ella eldri, skulu teljast!“ – soleiðis sum HARRIN hevði álagt Mósesi og Ísraelsmonnum, teimum, ið farnir vóru út av Egyptalandi.
5 Ruben var hin frumborni Ísraels. Synir Ruben vóru: Hanok; frá honum er komin hanokitaættin, frá Pallu pallu’itaættin,
9 synir Eliab vóru Nemuel, Datan og Abiram; hetta var hin Datan og hin Abiram, sum vóru útvaldir av samkomuni, men sum settu seg upp móti Mósesi og Áron saman við flokki Kora, táið teir settu seg upp móti HARRANUM;
10 og jørðin læt upp gapið og gloypti bæði teimum og Kora, og allur flokkurin doyði, við tað at eldurin brendi upp teir 250 menninar, so teir vórðu til tekin.
12 Synir Símeon eftir ættum sínum vóru: Frá Nemuel er komin nemuelitaættin, frá Jamin jaminitaættin, frá Jakin jakinitaættin,
15 Synir Gad eftir ættum sínum vóru: Frá Zefon er komin zefonitaættin, frá Haggi haggitaættin, frá Suni sunitaættin,
20 Synir Juda eftir ættum sínum vóru: Frá Sela er komin selanitaættin, frá Perez perezitaættin, frá Zera zera’itaættin.
21 Synir Perez vóru: Frá Hezron er komin hezronitaættin, frá Hamul hamulitaættin.
23 Synir Issakar eftir ættum sínum vóru: Frá Tola er komin tola’itaættin, frá Puva punitaættin,
26 Synir Zebulon eftir ættum sínum vóru: Frá Sered er komin sereditaættin, frá Elon elonitaættin, frá Jale’el jale’elitaættin.
29 Synir Manasse vóru: Frá Makir er komin makiritaættin – Makir var faðir Gilead; frá Gilead er komin gileaditaættin.
30 Synir Gilead vóru: Frá Jezer er komin jezeritaættin, frá Helek helekitaættin,
33 Men Zelofhad, sonur Hefer, átti ongar synir, bert døtur; døtur Zelofhad itu Mala, Noa, Hogla, Milka og Tirza.
35 Synir Efra’im eftir ættum sínum vóru: Frá Sutela er komin sutela’itaættin, frá Beker bekeritaættin, frá Tahan tahanitaættin.
37 Hetta vóru efra’imitaættirnar, teir av teimum, ið taldir vórðu, 32500. – Hetta vóru synir Jósef eftir ættum teirra.
38 Synir Benjamin eftir ættum sínum vóru: Frá Bela er komin bela’itaættin, frá Asbel asbelitaættin, frá Ahiram ahiramitaættin,
40 Synir Bela vóru Ard og Na’aman; frá Ard er komin arditaættin, frá Na’aman na’amitaættin.
41 Hetta vóru synir Benjamin eftir ættum teirra; teir, ið taldir vórðu av teimum, vóru 45600.
42 Synir Dan eftir ættum sínum vóru: Frá Suham er komin suhamitaættin. Hetta vóru dansættirnar eftir ættartali teirra.
44 Synir Aser eftir ættum sínum vóru: Frá Jimna er komin jimnitaættin, frá Jisvi jisvitaættin, frá Beria beria’itaættin.
45 Frá sonum Beria: Frá Heber er komin hebritaættin, frá Malkiel malkielitaættin.
48 Synir Naftali eftir ættum sínum vóru: Frá Jaze’el er komin jaze’elitaættin, frá Guni gunitaættin,
50 Hetta vóru naftaliættirnar eftir ættartali teirra; teir ið taldir vórðu av teimum, vóru 45400.
54 Teirri ætt, ið stór er, skalt tú geva stóran arvalut, og teirri, ið lítil er, skalt tú geva lítlan arvalut; hvør ætt skal fáa arvalut eftir tali teirra í henni, sum taldir eru.
55 Men við lutakasti skal landið skiftast sundur; eftir nøvnum fedraætta sína skulu teir hava arvalut sín.
56 Eftir sum luturin fellur, skal hvør ætt, stór ella lítil, fáa arvalut sín.“
57 Hetta eru teir av Levitunum, ið taldir vórðu, eftir ættum teirra: Frá Gerson er komin gersonitaættin, frá Kahat kahatitaættin, frá Merari meraritaættin.
58 Hetta eru levitaættirnar: Libnitaættin, hebronitaættin, malitaættin, musitaættin, kora’itaættin. Kahat var faðir Amram.
59 Kona Amram æt Jokebed; hon var dóttir Levi og fødd í Egyptalandi; Amram fekk við henni Áron og Móses og systur teirra, Mirjam.
61 Men Nadab og Abihu doyðu, ta ferðina teir bóru fremmandan eld inn fyri ásjón HARRANS.
62 Teir av Levitunum, ið taldir vórðu, vóru 23000, allir av mannkyni millum teirra frá mánaðargomlum og uppeftir. Teir vórðu ikki taldir saman við hinum Ísraelsmonnum, við tað at eingin arvalutur var givin teimum millum Ísraelsmenn.
63 Hetta vóru teir, ið taldir vórðu av Mósesi og Eleazar presti, táið teir taldu Ísraelsmenn á Móabsheiðum við Jordan, beint yvir av Jeriko.
64 Millum teirra var eingin, ið taldur var av Mósesi og Áron presti, táið teir taldu Ísraelsmenn í Sinaioyðimørk.
65 Tí HARRIN hevði sagt, at teir skuldu doyggja í oyðimørkini. Tí var eingin eftir av teimum uttan Kaleb, sonur Jefunne, og Josva, sonur Nun.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul