Fjórða Mósebók kap. 29
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
c.
The Feast of Trumpets
29:1-6:1
1
„Tann fyrsta í sjeynda mánaði skulu tit halda heilaga samkomu; einki slag av arbeiði mugu tit gera; tann dagin skulu lúðrarnir ljóða hjá tykkum.
2
Tit skulu ofra brennioffur, HARRANUM til góðan anga: Ein ungan tarv, ein veðr og sjey veturgamlar seyðir – lýtaleys kríatúr –
3
og sum matoffur saman við hesum fínt mjøl, blandað við olju: Tríggjar tíggjundapartar av efu fyri tarvin, tveir tíggjundapartar fyri veðrin
4
og ein tíggjundapart fyri hvønn av hinum sjey seyðunum.
5
Eisini skulu tit ofra ein bukk sum syndoffur, til at gera bót fyri tykkum –
6
hetta umframt mánaðarbrenniofrið við matofri tess, tað dagliga brenniofrið við matofri tess, og teimum fyriskrivaðu drykkjuofrunum – til góðan anga, eldoffur til HARRAN.
d.
The Day of Atonement
29:7-11:1
7
Tann tíggjunda í hesum sama sjeynda mánaðinum skulu tit halda heilaga samkomu; tit skulu fasta og mugu einki slag av arbeiði gera.
8
Tit skulu ofra HARRANUM brennioffur til góðan anga: Ein ungan tarv, ein veðr og sjey veturgamlar seyðir – lýtaleysir mugu teir vera –
9
og sum matoffur saman við hesum fínt mjøl, blandað við olju: Tríggjar tíggjundapartar av efu fyri tarvin, tveir tíggjundapartar fyri veðrin
10
og ein tíggjundapart fyri hvønn av hinum sjey seyðunum.
11
Eisini skulu tit ofra ein bukk, sum syndoffur – umframt bótarsyndofrið og tað dagliga brenniofrið við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til.
e.
The Feast of Tabernacles
29:12-40:1
12
Tann fimtanda í sjeynda mánaði skulu tit halda heilaga samkomu; einki slag av arbeiði mugu tit gera, og tit skulu í sjey dagar halda høgtíð fyri HARRANUM.
13
Tit skulu ofra brennioffur, eldoffur, HARRANUM til góðan anga: Trettan ungar tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgamlar seyðir – lýtaleysir mugu teir vera –
14
og sum matoffur saman við hesum fínt mjøl, blandað við olju: Tríggjar tíggjundapartar av efu fyri hvønn av teimum trettan tarvunum, tveir tíggjundapartar fyri hvønn av teimum báðum veðrunum
15
og ein tíggjundapart fyri hvønn av teimum fjúrtan seyðunum.
16
Eisini skulu tit ofra ein bukk, sum syndoffur – umframt tað dagliga brenniofrið við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til.
17
Annan dagin skulu tit ofra tólv ungar tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgamlar seyðir – lýtaleys kríatúr –
18
við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til, svarandi til tal tarvanna, veðranna og seyðanna – alt soleiðis sum fyriskrivað er –
19
eisini ein bukk, sum syndoffur – umframt tað dagliga brenniofrið við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til.
20
Triðja dagin skulu tit ofra ellivu tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgamlar seyðir – lýtaleys kríatúr –
21
við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til, svarandi til tal tarvanna, veðranna og seyðanna – soleiðis sum fyriskrivað er –
22
eisini ein bukk, sum syndoffur – umframt tað dagliga brenniofrið við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til.
23
Fjórða dagin skulu tit ofra tíggju tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgamlar seyðir – lýtaleys kríatúr –
24
við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til, svarandi til tal tarvanna, veðranna og seyðanna – soleiðis sum fyriskrivað er –
25
eisini ein bukk, sum syndoffur – umframt tað dagliga brenniofrið við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til.
26
Fimta dagin skulu tit ofra níggju tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgamlar seyðir – lýtaleys kríatúr –
27
við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til, svarandi til tal tarvanna, veðranna og seyðanna – soleiðis sum fyriskrivað er –
28
eisini ein bukk, sum syndoffur – umframt tað dagliga brenniofrið við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til.
29
Sætta dagin skulu tit ofra átta tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgamlar seyðir – lýtaleys kríatúr –
30
við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til, svarandi til tal tarvanna, veðranna og seyðanna – soleiðis sum fyriskrivað er –
31
eisini ein bukk, sum syndoffur – umframt tað dagliga brenniofrið við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til.
32
Sjeynda dagin skulu tit ofra sjey tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgamlar seyðir – lýtaleys kríatúr –
33
við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til, svarandi til tal tarvanna, veðranna og seyðanna – soleiðis sum fyriskrivað er –
34
eisini ein bukk, sum syndoffur – umframt tað dagliga brenniofrið við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til.
35
Áttanda dagin skulu tit halda hátíðarsamkomu; tit mugu einki slag av arbeiði gera.
36
Tit skulu ofra brennioffur, eldoffur, HARRANUM til góðan anga: Ein tarv, ein veðr og sjey veturgamlar seyðir – lýtaleys kríatúr –
37
við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til, svarandi til tarvin, veðrin og seyðirnar eftir tali teirra – soleiðis sum fyriskrivað er –
38
eisini ein bukk, sum syndoffur – umframt tað dagliga brenniofrið við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til.
39
Hesi offur skulu tit ofra HARRANUM á høgtíðum tykkara – umframt lovaðu og sjálvkravdu offur tykkara – tað veri nú brennioffur, matoffur, drykkjuoffur ella takkoffur.““