Fjórða Mósebók kap. 16

Uppsetan
b. Korah’s Rebellion
16:1-18:32
i. Korah, Dathan, and Abiram
16:1-37:1
1 Men Kora, sonur Jizhar, son Kahat, son Levi, hann og Datan og Abiram, synir Eliab, og On, sonur Pelet, av ætt Rubens, fingu ein flokk við sær
2 og reistu seg móti Mósesi, og saman við teimum 250 mans av Ísraelsmonnum, høvdingar í samkomuni, valdir til limir av fólkaráðnum, umhildnir menn.
3 Teir tóku seg saman móti Mósesi og Áron og søgdu við teir: „Nú skal vera nóg mikið! Øll samkoman er heilag, hvør ein, og HARRIN er mitt ímillum teirra – hví seta tit tykkum tá so høgt, upp um samkomu HARRANS?“
5 Síðani talaði hann við Kora og allan flokk hansara og segði: „Bíðið til í morgin, so skal HARRIN vísa, hvør ið tilhoyrir Honum, og hvør ið er hin heilagi, ið Hann letur koma Sær nær! Tann, ið Hann útvelur, skal Hann lata koma Sær nær.
7 latið so í morgin gløður í tær og leggið roykilsi á fyri ásjón HARRANS! Tann, ið HARRIN tá útvelur, hann er hin heilagi – nú skal vera nóg mikið, tit Levisynir!“
9 Er tað tykkum ikki nóg mikið, at Gud Ísraels hevur skilt tykkum út úr samkomu Ísraels, og latið tykkum koma Sær nær, so tit sleppa at gera arbeiðið við tabernakul HARRANS og standa samkomuni til tænastu?
10 Hann hevur latið teg koma nær, og við tær allar brøður tínar, synir Levi – og nú liggja tit eftir prestadøminum aftrat!
11 Tað er tí móti HARRANUM, tit hava sett tykkum upp, tú og allur flokkur tín – tí hvat er Áron, at tit knarra móti honum!“
12 So sendi Móses boð eftir Datan og Abiram, sonum Eliab; men teir søgdu: „Vit koma ikki!
13 Er tað ikki nóg mikið, at tú ert farin við okkum burt úr landi, ið flýtur í mjólk og hunangi, til at lata okkum doyggja í oyðimørkini! Ætlar tú nú eisini at gera teg til harra yvir okkum?
14 Tú hevur so sanniliga ikki leitt okkum inn í land, sum flýtur í mjólk og hunangi, ella givið okkum akrar og víngarðar í ogn! Heldur tú, at tú kanst stinga eyguni út á hesum monnum? – Vit koma ikki!“
15 Tá varð Móses ógvuliga illur og segði við HARRAN: „Vend Tær ikki til offur teirra! Ikki so mikið sum eitt esil havi eg tikið frá teimum, og ikki einum av teimum havi eg gjørt nakað ilt!“
16 So segði Móses við Kora: „Komið so fram fyri ásjón HARRANS í morgin, tú og allur flokkur tín! Áron skal eisini koma;
17 og tit skulu taka hvør sína eldpannu, lata gløður í tær og leggja roykilsi á og bera tær fram fyri ásjón HARRANS – 250 eldpannur; eisini tú og Áron skulu hava hvør sína eldpannu.“
18 Teir tóku nú hvør sína eldpannu, lótu gløður í tær og løgdu roykilsi á; so fóru teir og stóðu við dyr samkomutjaldsins saman við Mósesi og Áron.
19 Kora savnaði tá alla samkomuna ímóti teimum framman fyri dyr samkomutjaldsins; tá opinberaðist dýrd HARRANS fyri allari samkomuni.
21 „Skiljið tykkum út frá hesi samkomu, so skal Eg gera enda á henni við tað sama!“
22 Men teir fullu niður á andlit síni og søgdu: „Á Gud, Tú Gud, sum ræður yvir andanum í øllum holdi! Fert Tú at vera vreiður við alla samkomuna, fyri tað at einstakur maður syndar?“
24 „Tala við samkomuna og sig: „Sleppið tykkum burtur, verið ikki rundan um bústað Kora, Datans og Abirams!““
26 Og hann talaði við samkomuna og segði: „Komið burtur frá tjøldum hesa gudleysu manna, og nemið ikki við nakað av tí, ið teimum hoyrir til – so tit verða ikki rykt burtur fyri allar syndir teirra!“
27 Tey fóru tá burtur frá og vóru ikki rundan um bústaðir Kora, Datans og Abirams; men Datan og Abiram vóru komnir út og stóðu fyri tjalddurum sínum við konum og børnum, bæði stórum og smáum.
ii. The Earth Swallows and Fire Consumes
16:28-40:1
28 Móses segði: „Av hesum skulu tit sanna, at tað er HARRIN, sum hevur sent meg at gera øll hesi verk, og at tað er ikki av mær sjálvum, eg geri tað:
29 Doyggja hesi menniskju á sama hátt sum øll onnur, so at einki annað rámar tey enn tað, ið rámar øll onnur – so hevur HARRIN ikki sent meg!
30 Men letur HARRIN nakað óhoyrt henda, so jørðin letur upp gapið og gloypir teimum og øllum teirra, so at tey fara livandi niður í deyðaríkið, so skulu tit av tí sanna, at hesir menn hava háðað HARRAN!“
32 jørðin læt upp gapið og gloypti teimum og bústøðum teirra og øllum teimum menniskjum, ið hoyrdu Kora til, og øllum, ið teir áttu;
33 teir fóru livandi niður í deyðaríkið við øllum sínum; jørðin fjaldi teir, og teir vórðu oyddir úr samkomuni.
34 Alt Ísrael, ið rundan um teir stóð, flýddi, táið tey hoyrdu róp teirra; tí tey søgdu: „Bert jørðin ikki gloypir okkum!“
35 Og eldur gekk út frá HARRANUM og brendi hinar 250 menninar, ið høvdu borið fram roykilsi.
37 „Sig við Eleazar, son Áron prest, at hann skal taka pannurnar út úr eldinum, men spjaða gløðurnar langt útum! Tí tær eru heilagar,
38 pannurnar, ið tilhoyrdu hesum monnum, sum við synd síni forkomu lívi sínum; tær skulu sláast út í tunnar plátur at klæða altarið við; tí teir bóru tær fram fyri ásjón HARRANS, og tí eru tær heilagar; tær skulu nú vera Ísraelsmonnum til eitt tekin.“
39 So tók Eleazar prestur hesar koparpannur, ið teir høvdu borið fram, menninir, ið upp vóru brendir, og læt tær sláa út í plátur at klæða altarið við
40 – Ísraelsmonnum til minnistekin um, at eingin leikmaður, eingin, sum ikki er eftirkomari Árons, má stíga fram at ofra roykilsi fyri ásjón HARRANS; annars fer at gangast honum, sum Kora gekst, og flokki hansara – soleiðis sum HARRIN við Mósesi hevði sagt honum.
iii. Aaron Halts the Plague
16:41-50:1
41 Men dagin eftir knarraði øll samkoma Ísraels móti Mósesi og Áron og segði: „Tað eru tit, ið hava dripið fólk HARRANS!“
42 Táið nú samkoman savnaðist móti Mósesi og Áron, vendu teir sær báðir móti samkomutjaldinum; tá sóu teir, at skýggið lá yvir tí, og dýrd HARRANS opinberaðist.
45 „Komið tykkum burt frá hesi samkomu, so skal Eg gera enda á henni við tað sama!“ – Tá fullu teir niður á andlit síni.
46 Og Móses segði við Áron: „Tak eldpannu tína, lat gløður av altarinum í hana og legg roykilsi á, skunda tær so til samkomuna við tí og ger bót fyri hana! Tí HARRIN hevur slept vreiði Sína leysa, plágan er longu byrjað!“
47 Áron gjørdi, sum Móses hevði sagt; hann tók eldpannuna og leyp mitt inn í flokkin. Tá var plágan longu byrjað millum fólkið; men hann legði roykilsið á og gjørdi bót fyri fólkið.
49 Tey, sum doyðu í pláguni, vóru 14700 menniskju – umframt tey, ið Kora voldi deyðan.
50 So kom Áron aftur til Móses við dyr samkomutjaldsins; og plágan var hildin uppat.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul