Fjórða Mósebók kap. 2
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
ii.
The Order of the Camps
2:1-34:1
1
HARRIN talaði við Móses og Áron og segði:
2
„Ísraelsmenn skulu reisa tjøldini, hvør undir hermerki sínum, undir eyðkenni fedrahús síns; í ring rundan um samkomutjaldið skulu teir reisa tjøldini.
3
Frammanfyri – móti eystri – skal Juda reisa tjøldini undir hermerki sínum, herur eftir her; høvdingi sona Juda er Nason, sonur Amminadab;
4
og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 74600 mans.
5
Næst honum skal ætt Issakars reisa tjøldini; høvdingi sona Issakars er Netanel, sonur Zuar;
6
og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 54400 mans.
7
Síðani ætt Zebulons; høvdingi sona Zebulons er Eliab, sonur Helon;
8
og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 57400 mans.
9
Teir, ið taldir eru av herflokkum Juda, eru tilsamans 186400 mans, herur eftir her. – Teir skulu vera fyrstir, táið farið verður avstað.
10
Móti suðri skal Ruben reisa tjøldini undir hermerki sínum, herur eftir her; høvdingi sona Rubens er Elizur, sonur Sede’ur;
11
og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 46500 mans.
12
Næst honum skal ætt Símeons reisa tjøldini; høvdingi sona Símeons er Selumiel, sonur Zurisaddai;
13
og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 59300 mans.
14
Síðani ætt Gads; høvdingi sona Gads er Eliasaf, sonur Re’uel;
15
og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 45650 mans.
16
Teir, ið taldir eru av herflokkum Rubens, eru tilsamans 151450 mans, herur eftir her. – Teir skulu vera næstfyrstir, táið farið verður avstað.
17
So skal samkomutjaldið fara avstað – herflokkur Levita mitt ímillum hinar herflokkarnar; teir skulu fara avstað, eftir sum teir hava reist tjøldini, hvør á staði sínum og undir hermerki sínum.
18
Móti vestri skal Efra’im reisa tjøldini undir hermerki sínum, herur eftir her; høvdingi sona Efra’ims er Elisama, sonur Ammihud;
19
og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 40500 mans.
20
Næst honum skal ætt Manasse reisa tjøldini; høvdingi sona Manasse er Gamliel, sonur Pedazur;
21
og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 32200 mans.
22
Síðani ætt Benjamins; høvdingi sona Benjamins er Abidan, sonur Gideoni;
23
og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 35400 mans.
24
Teir, ið taldir eru av herflokkum Efra’ims, eru tilsamans 108100 mans, herur eftir her. – Teir skulu vera triðjufyrstir, táið farið verður avstað.
25
Móti norðri skal Dan reisa tjøldini undir hermerki sínum, herur eftir her; høvdingi sona Dans er Ahiezer, sonur Ammisaddai;
26
og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 62700 mans.
27
Næst honum skal ætt Asers reisa tjøldini; høvdingi sona Asers er Pagiel, sonur Okran;
28
og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 41500 mans.
29
Síðani ætt Naftali; høvdingi sona Naftali er Ahira, sonur Enan;
30
og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 53400 mans.
31
Teir, ið taldir eru av herflokkum Dans, eru tilsamans 157600 mans. – Táið farið verður avstað, skulu teir vera síðstir, undir hermerkjum sínum.“
32
– Hetta vóru teir av Ísraelsmonnum, ið taldir vórðu, eftir fedrahúsum teirra; tilsamans vóru tað 603550 mans, ið taldir vórðu í tilhøldunum, herur eftir her.
33
Men Levitarnir vórðu ikki taldir saman við hinum Ísraelsmonnum – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
34
– Ísraelsmenn so gjørdu; teir reistu tjøldini undir hermerkjum sínum, og teir fóru avstað, hvør eftir ætt síni og fedrahúsi sínum – í øllum so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.