Fjórða Mósebók kap. 17

Uppsetan
iv. Aaron’s Staff Buds
17:1-13:1
2 „Sig við Ísraelsmenn, at høvuðsmenn fedrahúsanna skulu lata teg fáa ein stav fyri hvørt fedrahús, tilsamans tólv stavir, og skriva navnið á hvørjum einstøkum á stav hansara!
3 Navn Árons skalt tú skriva á stav Levita; tí ein stavur skal vera fyri hvørt høvd fedrahúsanna.
4 Legg teir síðani inn í samkomutjaldið, framman fyri vitnisburðin, har sum Eg opinberi Meg fyri tær!
5 Tann maður, ið Eg útvelji, stavur hansara skal tá fáa bløð; so man Eg tá fara at fáa frið fyri knarri Ísraelsmanna, sum teir plága tykkum við!“
6 Móses segði nú hetta við Ísraelsmenn, og allir høvuðsmenn teirra góvu honum hvør sín stav – ein stav fyri hvørja ætt, tilsamans tólv stavir; ein av støvunum var stavur Árons.
8 Táið Móses nú dagin eftir kom inn í vitnisburðartjaldið, fekk hann at síggja, at stavur Árons – stavurin fyri hús Levi – hevði fingið bløð; hann hevði bæði fingið knappar og var farin at blóma og bar stadnar mandlur.
9 Tá tók Móses stavirnar burtur frá ásjón HARRANS og bar teir út til Ísraelsmenn; teir hugdu at teimum og tóku hvør stav sín.
10 Men HARRIN segði við Móses: „Ber stav Árons innaftur og legg hann framman fyri vitnisburðin! Har skal hann goymast, teimum ólýdnu til tekin, og tú skalt gera enda á knarri teirra, so Eg sleppi frá at hoyra tað – annars skulu tey doyggja!“
12 Men Ísraelsmenn søgdu við Móses: „Vit doyggja! Tað er úti við okkum, tað er úti við okkum øllum somlum!
13 Ein og hvør, ið kemur nær – sum kemur tabernakli HARRANS nær – hann doyr – skulu vit tá doyggja, øll somul?“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul