Fjórða Mósebók kap. 4

Uppsetan
5. The Duties of the Clans of Levi
4:1-33:1
a. The Kohathites
4:1-20:1
3 frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimmtiáraaldur, alra, sum skulu koma í tænastuna og gera arbeiði við samkomutjaldið.
4 Tað, ið Kahatitar skulu hava við at gera í samkomutjaldinum, er hitt háheilaga.
5 Táið tilhaldið skal flytast, skulu Áron og synir hansara fara inn og taka niður forhangið, ið hongur framman fyri ørkina, og breiða tað út yvir vitnisburðarørkina.
6 Oman yvir tað skulu teir leggja yvirklæði av sjókúskinni, og uppaftur oman yvir tað klæði, ið er blátt, alt sum tað er; síðani skulu teir stinga beristengurnar í.
7 Út yvir sýnisbreyðaborðið skulu teir breiða blátt klæði, og á tað skulu teir seta føtini, skálirnar, bikarini og drykkjuoffurkannurnar; og breyðið – sum altíð skal verða liggjandi – skal eisini liggja á tí.
8 Oman yvir alt hetta skulu teir breiða skarlaksklæði og leggja oman á tað yvirklæði av sjókúskinni; síðani skulu teir stinga beristengurnar í.
9 So skulu teir taka blátt klæði og breiða tað út yvir ljósastakan, lampurnar, ið til hoyra, saksarnar, skarpannurnar og øll oljuíløtini, ið nýtt verða til tænastuna við hann.
10 Hann og alt, ið til hoyrir, skulu teir balla inn í yvirklæði av sjókúskinni og leggja tað á eina børu.
11 Út yvir gullaltarið skulu teir somuleiðis breiða blátt klæði og leggja oman á tað yvirklæði av sjókúskinni; síðani skulu teir stinga beristengurnar í.
12 So skulu teir taka øll amboðini, ið nýtt verða til tænastuna í halgidóminum, leggja tey í blátt klæði, breiða oman yvir tey yvirklæði av sjókúskinni og leggja tey á eina børu.
13 Framvegis skulu teir sópa burtur øskuna av altarinum, breiða purpurreytt klæði út yvir tað
14 og leggja á tað øll amboðini, ið nýtt verða til tænastuna við altarið, eldpannurnar, gaflarnar, eldspakarnar og offurskálirnar – øll altaramboðini; út yvir hetta skulu teir breiða yvirklæði av sjókúskinni og stinga beristengurnar í.
15 Táið so Áron og synir hansara – nú ið tilhaldið skal flytast – eru lidnir at breiða út yvir hitt heilaga og øll amboðini, ið til halgidómin hoyra, skulu Kahatitar koma at bera; men teir mugu ikki nema við hitt heilaga; tí gera teir tað, so skulu teir doyggja. – Hetta er tað, ið Kahatitar hava at bera av tí, ið hoyrir til samkomutjaldið.
16 Eleazar, sonur Áron prest, skal hava umsjón yvir oljuni til ljósastakan, hinum angandi roykilsinum, hinum dagliga matofrinum og salvuoljuni, eisini yvir øllum tabernaklinum og øllum, sum í tí er, hinum heilaga og amboðunum, ið til hoyra.“
19 Hetta skulu tit gera fyri teir, so teir kunnu verða á lívi og ikki doyggja, táið teir koma hinum háheilaga nær: Áron og synir hansara skulu fara inn og siga hvørjum einstøkum teirra, hvat hann skal gera, og hvat hann skal bera;
20 men sjálvir mugu teir ikki fara inn og hyggja at hinum heilaga, ikki so mikið sum eina løtu; tí gera teir tað, skulu teir doyggja.“
b. The Gershonites
4:21-28:1
23 Frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimmtiáraaldur, skalt tú telja teir, allar, sum skulu koma í tænastuna og gera arbeiði við samkomutjaldið.
24 Hetta er arbeiði Gersonita, tað, ið teir hava at gera, og tað, ið teir hava at bera:
25 Teir skulu bera tabernakulteppini, samkomutjaldið við takinum og hinum ytra takinum av sjókúskinni, forhangið fyri durum samkomutjaldsins,
26 umhang forgarðsins og forhangið fyri portri forgarðsins, ið rundan um tabernaklið og altarið er, tjaldtogini og øll amboðini, ið nýtt verða til arbeiðið við hetta; alt, ið er at gera við hetta, skulu teir gera.
27 Eftir sum Áron og synir hansara skipa fyri, skulu Gersonitar útinna tænastu sína, viðvíkjandi bæði tí, ið teir skulu bera, og tí, ið teir skulu gera; tit skulu siga teimum alt, ið teir skulu bera, hvørt eftir annað.
28 – Hetta er arbeiðið, ið ættir Gersonita skulu hava við samkomutjaldið; og Itamar, sonur Áron prest, skal rættleiða teir í øllum, sum teir hava at akta eftir.
c. The Merarites
4:29-33:1
30 Frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimmtiáraaldur, skalt tú telja teir, allar, ið skulu koma í tænastuna og gera arbeiði við samkomutjaldið.
31 Hetta er tað, ið teir hava at bera – alt tað, ið teir hava við at gera við samkomutjaldið: Tabernakulplankarnir, tvørstengurnar, stólparnir og stabbarnir,
32 stólpar forgarðsins, ið rundanum er, stabbarnir, hælirnir og togini, øll amboð, ið til hoyra, og alt, ið nýtt verður til arbeiðið við hetta; hvørt eftir annað skulu tit siga teimum – alt tað, ið teir hava at bera.
33 – Hetta er arbeiðið, ið ættir Merarita hava at gera, alt tað, ið hoyrir til arbeiði teirra við samkomutjaldið; og Itamar, sonur Áron prest, skal rættleiða teir.“
6. The Numbering of the Levites from Thirty to Fifty
4:34-49:1
34 Móses og Áron og høvdingar samkomunnar taldu nú Kahatitarnar eftir ættum og fedrahúsum teirra,
35 frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimmtiáraaldur, allar, sum skuldu koma í tænastu og gera arbeiði við samkomutjaldið.
37 – Hetta vóru teir, ið taldir vórðu av ættum Kahatita, allir teir, ið skuldu gera arbeiði við samkomutjaldið, teir, ið Móses og Áron taldu eftir boði HARRANS við Mósesi.
39 frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimmtiáraaldur, allir, sum skuldu koma í tænastuna og gera arbeiði við samkomutjaldið –
40 teir, ið taldir vórðu av teimum, eftir ættum og fedrahúsum teirra, vóru 2630.
41 – Hetta vóru teir, ið taldir vórðu av ættum Gersonita, allir teir, ið skuldu gera arbeiði við samkomutjaldið, teir, ið Móses og Áron taldu eftir boði HARRANS.
43 frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimmtiáraaldur, allir, sum skuldu koma í tænastuna og gera arbeiði við samkomutjaldið –
45 – Hetta vóru teir, ið taldir vórðu av ættum Merarita, teir, ið Móses og Áron taldu eftir boði HARRANS við Mósesi.
46 Allir, ið taldir vórðu – teir av Levitunum, ið Móses og Áron og høvdingar Ísraels taldu, eftir ættum og fedrahúsum teirra,
47 frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimmtiáraaldur, allir, ið skuldu gera arbeiði við samkomutjaldið, bæði við tað, ið gerast skuldi, og tað, ið berast skuldi –
49 Eftir boði HARRANS við Mósesi varð einum og hvørjum teirra sagt, hvat hann skuldi gera ella bera; tað varð teimum sagt – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul