Fjórða Mósebók kap. 34

Uppsetan
vii. The Boundaries of Canaan
34:1-29:1
2 „Gev Ísraelsmonnum hetta boð – sig við teir: „Táið tit koma inn í Kána’ansland, so er hetta landið, ið tykkum skal ognast í arvalut – Kána’ansland at ytstu landamarkum sínum.
3 Sunnantil skal land tykkara vera frá Zinsoyðimørk fram við Edom. Mark tykkara fyri sunnan skal eystast byrja við enda Salthavs.
4 So skal markið ganga í bugi suður um Akrabbimskarð til Zin og ganga út suður um Kades-Barnea; haðani skal tað ganga til Hazar-Adar og haðani til Azmon.
5 Úr Azmon skal markið ganga í bugi til Egyptalandsá og síðani líka í sjógvin.
6 Mark tykkara fyri vestan skal vera Stórahav; tað skal vera markið. Hetta skal vera mark tykkara fyri vestan.
7 Hetta skal vera mark tykkara fyri norðan: Frá Stórahavi skulu tit merkja tykkum skjal at Horsfjalli.
8 Frá Horsfjalli skulu tit merkja skjal, hagar sum leiðin liggur til Hamat, og haðani líka til Zedad.
9 Síðani skal markið ganga til Zifron og enda við Hazar-Enan. Hetta skal vera mark tykkara fyri norðan.
11 Úr Sefam skal markið ganga suður til Ribla eystan fyri Ajin, og haðani longur suður, inntil tað kemur at fjallarygginum eystan fyri Kinneretsvatn.*
12 Síðani skal markið ganga suður fram við Jordan og enda við Salthav. Hetta skal vera land tykkara og markini rundan um tað.““
13 Móses gav nú Ísraelsmonnum hetta boð og segði: „Hetta er landið, ið tit við lutakasti skulu skifta sundur sum arvalut tykkara, og sum eftir boði HARRANS skal verða givið hinum níggju ættunum og teirri hálvu ættini.
14 Tí ætt Rubenita eftir fedrahúsum sínum, ætt Gadita eftir fedrahúsum sínum og hálv ætt Manasse, tær hava longu fingið arvalut sín.
15 Tær báðar ættirnar og hin hálva ættin hava fingið arvalut sín hesumegin Jordan, beint yvir av Jeriko – fyri eystan, har sum sólin kemur upp.“
17 „Hetta eru nøvn mannanna, ið skulu skifta landið millum tykkara: Eleazar prestur og Josva, sonur Nun,
18 og síðani ein høvdingi av hvørjari ætt – sum tit skulu taka at skifta landið.
29 Hetta vóru teir, ið HARRIN álegði at skifta arvalutirnar millum Ísraelsmenn í Kána’anslandi.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul