Fjórða Mósebók kap. 31

Uppsetan
1. Vengeance on Midian
31:1-54:1
2 „Tak hevnd yvir Midjanitar fyri tað, ið teir gjørdu Ísraelsmonnum! Síðani skalt tú savnast til fedrar tínar.“
3 Tá talaði Móses við fólkið og segði: „Nakrir av tykkum skulu vápna seg til bardaga. Teir skulu herja á Midjanitar og fullføra hevnd HARRANS á Midjanitar.
5 So vórðu nú av túsundum Ísraels tiknir 1000 av hvørji ætt – 12000 mans, vápnaðir til bardaga.
6 Teir sendi Móses í bardaga – 1000 av hvørji ætt – og við teimum Pinehas, son Eleazar prest; hann hevði við sær hini heilagu amboðini og harðblásturslúðrarnar.
7 Teir fóru so í bardaga við Midjanitar – sum HARRIN hevði álagt Mósesi – og drópu alt mannkyn.
8 Millum teirra, ið dripnir vórðu, vóru eisini kongarnir í Midjan, Evi, Rekem, Zur, Hur og Reba – teir fimm kongarnir í Midjan. Eisini Bileam, son Beor, drópu teir við svørði.
9 Ísraelsmenn førdu kvinnur og børn Midjanita burtur sum fangar; og alt fæ teirra – øll fylgi teirra – og alt, ið tey áttu, tóku teir sum herfong.
10 Allar býir teirra – allastaðni har sum teir búðu – og allar tjaldbygdir teirra brendu teir.
12 og førdu fangarnar og herfongin, alt tað, ið teir høvdu rænt, til Móses og Eleazar prest og til alla samkomu Ísraelsmanna, í tilhaldið á Móabsheiðum við Jordan, beint yvir av Jeriko.
13 Móses og Eleazar prestur og allir høvdingar samkomunnar fóru ímóti teimum út um tilhaldið;
14 og Móses varð illur við teir, ið settir vóru yvir herin, við høvuðsmenninar yvir túsund og høvuðsmenninar yvir hundrað, sum komu aftur av herferðini.
16 Tað vóru jú tær, ið eftir ráðum Bileams dáraðu Ísraelsmenn til trúloysi móti HARRANUM fyri Peors skuld, so plágan kom á samkomu HARRANS!
17 Drepið tí nú øll dreingjabørn og allar kvinnur, ið hava havt við mann at gera!
18 Men allar gentur, ið ikki hava havt við mann at gera, skulu tit lata liva, tær skulu hoyra tykkum til.
19 – Síðani skulu tit halda tykkum uttan fyri tilhaldið í sjey dagar; ein og hvør tykkara, sum hevur dripið onkun, og ein og hvør, ið hevur nomið við dripnan, skal reinsa seg triðja og sjeynda dagin – bæði tit sjálvir og fangar tykkara.
20 Øll klæði og alt, ið er av skinni ella av geitaull, og øll træíløt, tað skulu tit reinsa.“
21 Eleazar prestur segði við hermenninar, ið høvdu verið við í bardaganum: „Hetta er lógboðið, ið HARRIN hevur givið Mósesi:
23 – alt, ið tolir eld – skulu tit lata fara gjøgnum eld, so verður tað reint; tó skal tað eisini reinsast við reinsivatni. Men alt, ið ikki tolir eld, skulu tit lata fara gjøgnum vatn.
24 Sjeynda dagin skulu tit vaska klæði tykkara, so verða tit reinir; síðani kunnu tit koma inn í tilhaldið.“
26 „Tel herfongin, ið tikin er, bæði fólk og fæ – tú og Eleazar prestur og ættarhøvdingar samkomunnar!
27 Síðani skalt tú skifta fongin í tveir partar – millum hermenninar, ið fóru út í bardagan, og hini av samkomuni.
28 Tú skalt lata hermenninar, ið hava verið í bardaganum, lata eitt av hvørjum 500 í skatt til HARRAN, bæði av menniskjum, neytum, eslum og smáfæi.
29 So mikið skulu tit taka av teirri helvt, sum lutast hermonnunum, og tú skalt geva Eleazar presti tað sum gávu til HARRAN.
30 Men av teirri helvt, sum lutast hinum Ísraelsmonnunum, av henni skalt tú taka eitt av hvørjum 50, bæði av menniskjum og av neytum, eslum og smáfæi, av øllum fænum, og tú skalt geva Levitunum tað, teimum, ið akta eftir tí, sum er at akta eftir við tabernakul HARRANS.“
32 Fongurin – tað, ið eftir var av øllum, ið herfólkið hevði rænt – var: Av smáfæi 675000,
35 og av menniskjum – av kvinnum, ið ikki høvdu havt við mann at gera – vóru í alt 32000.
36 Helvtin av hesum – tann parturin, sum lutaðist hermonnunum – var: Av smáfæi 337500,
41 Skattin gav Móses Eleazar presti sum gávu til HARRAN – soleiðis sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
42 Tann helvtin, sum lutaðist hinum Ísraelsmonnunum, og sum Móses hevði skift burtur úr frá hermonnunum –
47 Av hesi helvt – henni, ið lutaðist hinum Ísraelsmonnunum – tók Móses eitt av hvørjum 50, bæði av menniskjum og av kríatúrum, og gav Levitunum tað, teimum, ið aktaðu eftir tí, sum var at akta eftir við tabernakul HARRANS – soleiðis sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
48 Nú stigu teir, ið settir vóru yvir herdeildirnar, fram fyri Móses – høvuðsmenninir yvir túsund og høvuðsmenninir yvir hundrað –
49 og teir søgdu við hann: „Tænarar tínir hava talt herfólkið, ið undir okkum stóð, og ikki ein maður av okkum saknaðist.
50 Tí bera vit fram sum gávu til HARRAN tað av gulli, ið ein og hvør okkara hevur tikið: Armleinkjur, armbond, fingraringar, oyrnaringar og hálspynt; tað skal vera til at gera bót fyri okkum fyri ásjón HARRANS.“
51 Móses og Eleazar prestur høvdu tá gullið frá teimum, alskyns listarsmíðað stás.
52 Øll gávan av gulli, sum høvuðsmenninir yvir túsund og høvuðsmenninir yvir hundrað lótu til HARRAN, var 16750 seklar.
54 Táið Móses og Eleazar prestur nú høvdu tikið við gullinum frá høvuðsmonnunum yvir túsund og yvir hundrað, bóru teir tað inn í samkomutjaldið, so tað fyri ásjón HARRANS skuldi minna um Ísraelsmenn.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul