Fjórða Mósebók kap. 33
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
3.
Final Preparations to Enter the Promised Land
33:1-36:13
v.
Summary of the Wilderness Journeys
33:1-49:1
1
Hetta eru støðini, har Ísraelsmenn gjørdu steðg, táið teir vóru farnir út av Egyptalandi, herur eftir her, við Mósesi og Áron sum oddamonnum.
2
Eftir boði HARRANS skrivaði Móses upp støðini, ið tey hildu ferðina fram frá. Hetta eru støðini, ið tey hildu ferðina fram frá.
3
Tann fimtanda í fyrsta mánaði fóru tey úr Rameses; dagin eftir páskir fóru Ísraelsmenn avstað, vardir av sterkari hond, so allir Egyptar sóu,
4
meðan Egyptar jarðaðu teir, ið HARRIN hevði dripið millum teirra, allar hinar frumbornu sínar. – Eisini yvir gudum teirra hevði HARRIN hildið dóm.
5
Ísraelsmenn fóru tá úr Rameses og gjørdu steðg í Sukkot.
6
Tey fóru úr Sukkot og gjørdu steðg í Etam, har sum oyðimørkin byrjar.
7
Tey fóru úr Etam og vendu við og tóku leiðina til Pi-Hakirot, beint yvir av Ba’al-Zefon; og tey gjørdu steðg yvir av Migdol.
8
Tey fóru úr Pi-Hakirot og fóru tvørtur um havið og inn í oyðimørkina; og tey ferðaðust tríggjar dagsferðir í Etamsoyðimørk og gjørdu steðg í Mara.
9
Tey fóru úr Mara og komu til Elim; í Elim vóru 12 vatnskeldur og 70 pálmar, og tey gjørdu steðg har.
10
Tey fóru úr Elim og gjørdu steðg við Reyðahav.
11
Tey fóru frá Reyðahavi og gjørdu steðg í Sinsoyðimørk.
12
Tey fóru úr Sinsoyðimørk og gjørdu steðg í Dofka.
13
Tey fóru úr Dofka og gjørdu steðg í Alus.
14
Tey fóru úr Alus og gjørdu steðg í Refidim; har hevði fólkið einki vatn at drekka.
15
Tey fóru úr Refidim og gjørdu steðg í Sinaioyðimørk.
16
Tey fóru úr Sinaioyðimørk og gjørdu steðg í Kibrot-Hatta’ava.
17
Tey fóru úr Kibrot-Hatta’ava og gjørdu steðg í Hazerot.
18
Tey fóru úr Hazerot og gjørdu steðg í Ritma.
19
Tey fóru úr Ritma og gjørdu steðg í Rimmon-Perez.
20
Tey fóru úr Rimmon-Perez og gjørdu steðg í Libna.
21
Tey fóru úr Libna og gjørdu steðg í Rissa.
22
Tey fóru úr Rissa og gjørdu steðg í Kehelata.
23
Tey fóru úr Kehelata og gjørdu steðg við Sefersfjall.
24
Tey fóru frá Sefersfjalli og gjørdu steðg í Harada.
25
Tey fóru úr Harada og gjørdu steðg í Makhelot.
26
Tey fóru úr Makhelot og gjørdu steðg í Tahat.
27
Tey fóru úr Tahat og gjørdu steðg í Tara.
28
Tey fóru úr Tara og gjørdu steðg í Mitka.
29
Tey fóru úr Mitka og gjørdu steðg í Hasmona.
30
Tey fóru úr Hasmona og gjørdu steðg í Moserot.
31
Tey fóru úr Moserot og gjørdu steðg í Bene-Ja’akan.
32
Tey fóru úr Bene-Ja’akan og gjørdu steðg í Hor-Hagidgad.
33
Tey fóru úr Hor-Hagidgad og gjørdu steðg í Jotbata.
34
Tey fóru úr Jotbata og gjørdu steðg í Abrona.
35
Tey fóru úr Abrona og gjørdu steðg í Ezjon-Geber.
36
Tey fóru úr Ezjon-Geber og gjørdu steðg í Zinsoyðimørk, í Kades.
37
Tey fóru úr Kades og gjørdu steðg við Horsfjall við landamark Edoms.
38
Áron prestur fór eftir boði HARRANS niðan á Horsfjall, og har doyði hann, fjørutiunda árið eftir at Ísraelsmenn vóru farnir út av Egyptalandi, tann fyrsta í fimta mánaði.
39
Áron var 123 ár, táið hann doyði á Horsfjalli.
40
Hin kána’anitiski kongurin í Arad, sum búði í Suðurlandinum í Kána’anslandi, fekk at frætta, at Ísraelsmenn komu.
41
Tey fóru frá Horsfjalli og gjørdu steðg í Zalmona.
42
Tey fóru úr Zalmona og gjørdu steðg í Punon.
43
Tey fóru úr Punon og gjørdu steðg í Obot.
44
Tey fóru úr Obot og gjørdu steðg í Ije-Ha’abarim við mark Móabs.
45
Tey fóru úr Ijim og gjørdu steðg í Dibon-Gad.
46
Tey fóru úr Dibon-Gad og gjørdu steðg í Almon-Diblatajim.
47
Tey fóru úr Almon-Diblatajim og gjørdu steðg við Abarimfjøll, yvir av Nebo.
48
Tey fóru frá Abarimfjøllum og gjørdu steðg á Móabsheiðum við Jordan, beint yvir av Jeriko.
49
Tilhald teirra við Jordan var frá Bet-Hajesimot til Abel-Hassittim á Móabsheiðum.
vi.
Instructions for Occupying Canaan
33:50-56:1
50
HARRIN talaði við Móses á Móabsheiðum við Jordan, beint yvir av Jeriko, og segði:
51
„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: „Táið tit eru farin um Jordan inn í Kána’ansland,
52
skulu tit reka burtur fyri tykkum øll, sum í landinum búgva og forkoma øllum myndasteinum, sum tey hava; og tit skulu forkoma øllum stoyptu myndum teirra og leggja allar offurheyggjar teirra í oyði.
53
Tit skulu leggja landið undir tykkum og búsetast har; tí tykkum havi Eg givið landið í ogn.
54
Og tit skulu skifta landið sundur millum tykkara við lutakasti, eftir ættum tykkara; stórari ætt skulu tit geva stóran arvalut og lítlari ætt lítlan; ein og hvør skal fáa part sín, eftir sum luturin fellur; eftir fedraættum tykkara skulu tit skifta tað millum tykkara.
55
Men reka tit ikki burtur fyri tykkum tey, sum í landinum búgva, so skulu tey av teimum, sum tit lata verða eftir, verða tornir í eygum tykkara og broddar í síðum tykkara, og tey skulu plága tykkum í landinum, sum tit búgva í.
56
Og tað, sum Eg hevði ætlað at gera við tey, skal Eg tá gera við tykkum.““