Fjórða Mósebók kap. 14
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iii.
Israel’s Rebellion
14:1-45:1
1.
Joshua and Caleb Intercede
14:1-12:1
1
Tá fór øll samkoman at rópa og skríggja, og fólkið græt alla náttina.
2
Allir Ísraelsmenn knarraðu inn á Móses og Áron; øll samkoman segði við teir: „Høvdu vit bert doyð í Egyptalandi ella her í oyðimørkini – á, høvdu vit verið deyð!
3
Hví leiðir HARRIN okkum inn í hetta land, táið vit skulu falla fyri svørði, og konur og børn okkara verða herfongur fíggindans? Hevði tað ikki verið okkum betri at vent aftur til Egyptalands?“
4
Og tey søgdu hvørt við annað: „Latið okkum velja okkum formann og venda aftur til Egyptalands!“
5
Tá fullu Móses og Áron niður á andlit síni framman fyri allari samkomu Ísraelsmanna, ið samansavnað var.
6
Men Josva, sonur Nun, og Kaleb, sonur Jefunne – sum verið høvdu við at kanna landið – skræddu klæði síni
7
og søgdu við alla samkomu Ísraelsmanna: „Landið, ið vit hava ferðast ígjøgnum og kannað, er ovurhonds gott land.
8
Standa vit væl í eygum HARRANS, so leiðir Hann okkum inn í hetta land og gevur okkum tað, eitt land, ið flýtur í mjólk og hunangi.
9
Setið tykkum bert ikki upp móti HARRANUM, og ræðist ikki fyri fólkinum har í landinum, tí tey skulu ikki vera okkum meir enn ein munnbiti! Vernd teirra er vikin frá teimum, men við okkum er HARRIN – ræðist ikki fyri teimum!“
10
Tá ætlaði øll samkoman at steina teir; men so opinberaðist dýrd HARRANS í samkomutjaldinum fyri øllum Ísraelsmonnum.
11
HARRIN segði við Móses: „Hvussu leingi skal hetta fólk háða Meg, og hvussu leingi skulu tey seta seg ímóti at trúgva á Meg, tóat Eg havi gjørt so mong tekin ímillum teirra!
12
Eg skal sláa tey við pest og gera enda á teimum, og so skal Eg gera teg til eitt størri og sterkari fólk enn hetta!“
2.
Moses Intercedes
14:13-19:1
13
Men Móses segði við HARRAN: „Egyptar hava hoyrt, at Tú í veldi Tínum hevur leitt hetta fólk út frá teimum;
14
og teir hava havt tað á orði fyri teimum, ið búgva her í landinum, so tey hava fingið at frætta, at Tú, HARRI, ert mitt ímillum hetta fólk, at Tú, HARRI, opinberar Teg fyri teimum andlit til andlit, at skýggj Títt stendur yvir teimum, og at Tú gongur undan teimum í skýstólpa um dagin og í eldstólpa um náttina.
15
Drepur Tú nú hetta fólk, øll sum eitt, so fara fólkini, ið hava hoyrt tíðindini um Teg, at siga:
16
„HARRIN var ikki mentur at leiða hatta fólk inn í landið, ið Hann við eiði hevði lovað at geva teimum; tí slaktaði Hann tey niður í oyðimørkini!“
17
Lat nú tí, HARRI, veldi Títt vísa seg í stórleika sínum, sum Tú lovaði, táið Tú segði:
18
„HARRIN er langmóðigur og ríkur í miskunn; Hann fyrigevur misgerð og lógbrot; men Hann letur ongan verða óstraffaðan, og Hann hevnir á børn misbrot fedranna, ja, í triðja og fjórða lið.“
19
Fyrigev tí nú av stóru náði Tíni hesum fólki misgerð teirra, soleiðis sum Tú hevur fyrigivið hesum fólki, allan vegin úr Egyptalandi og líka higar!“
3.
God’s Forgiveness and Judgement
14:20-39:1
20
Tá segði HARRIN: „Eg skal fyrigeva teimum, soleiðis sum tú biður.
21
Men so satt sum Eg livi, og so satt sum øll jørðin skal verða full av dýrd HARRANS,
22
skal eingin av øllum monnunum, ið hava sæð dýrd Mína og tekinini, ið Eg havi gjørt í Egyptalandi og í oyðimørkini, og sum nú tíggju ferðir hava freistað Meg og ikki viljað hoyrt rødd Mína
23
– eingin av teimum skal fáa landið at síggja, sum Eg við eiði havi lovað fedrum teirra! Eingin av teimum, ið hava háðað Meg, skal fáa tað at síggja.
24
Men tænari Mín Kaleb – við tað at annar andi var í honum, og hann trúliga fylgdi Mær eftir, so skal Eg lata hann koma inn í landið, sum hann hevur verið í, og eftirkomarar hansara skulu fáa tað í ogn.
25
Men Amalekitar og Kána’anitar búgva her í láglendinum; vendið tí við í morgin og farið út í oyðimørkina, leiðina til Reyðahav!“
26
Framvegis talaði HARRIN við Móses og Áron og segði:
27
„Hvussu leingi skal henda ónda samkoma samt og javnt knarra móti Mær! Eg havi hoyrt knarr Ísraelsmanna, hvussu teir knarra móti Mær!
28
Sig við teir: „So satt sum Eg livi,“ sigur HARRIN, „tað, ið Eg hoyrdi, at tit ynsktu tykkum*, tað skulu tit fáa!
29
Her í oyðimørkini skulu deyðu kroppar tykkara falla, allir tit, ið taldir vórðu, so mangir sum tit eru, frá tjúguáraaldri og uppeftir, tit, ið hava knarrað móti Mær!
30
Sanniliga, eingin av tykkum skal koma inn í landið, sum Eg við upplyftari hond havi svorið at geva tykkum at búgva í – eingin uttan Kaleb, sonur Jefunne, og Josva, sonur Nun!
31
Børn tykkara, sum tit søgdu, fóru at falla í fíggindahond, tey skal Eg lata koma hagar, og tey skulu fáa heim í landinum, sum tit hava vrakað.
32
Men deyðu kroppar tykkara skulu falla her í oyðimørkini.
33
Og synir tykkara skulu flakka um í oyðimørkini sum hirðar í fjøruti ár og bøta fyri trúleysa fráfall tykkara, inntil tit allir eru vorðnir lík í oyðimørkini.
34
Eins og tit kannaðu landið í fjøruti dagar, so skulu tit bøta fyri misgerðir tykkara í fjøruti ár – eitt ár fyri hvønn dag – og tit skulu sanna, hvussu er, táið Eg vendi Mær frá tykkum.
35
Eg, HARRIN, havi sagt tað – sanniliga, so skal Eg gera við alla hesa óndu samkomu, ið hevur tikið seg saman ímóti Mær – her í oyðimørkini skulu teir ganga til grundar, her skulu teir doyggja!““
36
Menninir, ið Móses hevði sent at kanna landið, og sum, táið teir vóru afturkomnir, høvdu fingið alla samkomuna at knarra móti honum, við tað at teir tosaðu ilt um landið –
37
hesir menn, ið høvdu tosað ilt um landið, vórðu nú slignir niður fyri ásjón HARRANS og doyðu.
38
Av monnunum, ið høvdu verið og kannað landið, slapp eingin við lívinum uttan Josva, sonur Nun, og Kaleb, sonur Jefunne.
39
Táið Móses flutti øllum Ísraelsmonnum hesi orð, vórðu teir ógvuliga sorgarbundnir.
4.
The Defeat at Hormah
14:40-45:1
40
Tíðliga morgunin eftir hildu teir niðan á háfjallið og søgdu: „Hygg, her eru vit! Vit skulu fara til staðið, ið HARRIN hevur talað um; tí vit hava syndað!“
41
Men Móses segði: „Hví ætla tit at gera ímóti boði HARRANS? – Tað fer ikki at gangast væl!
42
Farið ikki! HARRIN er ikki við tykkum, tit fara bert at liggja undir fyri fíggindum tykkara!
43
Amalekitar og Kána’anitar koma ímóti tykkum har, og tit skulu falla fyri svørði; tit hava jú vent tykkum frá HARRANUM, og HARRIN er ikki við tykkum!“
44
Kortini fóru teir í hugmóði sínum avstað niðan á háfjallið; men sáttmálaørk HARRANS og Móses fóru ikki úr tilhaldinum.
45
Tá komu Amalekitar og Kána’anitar, sum búðu har á fjallinum, oman og vunnu sigur á teimum og eltu teir líka til Horma.