Fjórða Mósebók kap. 12

Uppsetan
c. The Complaint of Miriam and Aaron
12:1-16:1
1 Mirjam og Áron tóku til orða móti Mósesi fyri ta etiopisku kvinnuna, ið hann hevði tikið til konu – tí hann hevði tikið etiopiska kvinnu til konu.
2 Tey søgdu: „Er tá Móses tann einasti, ið HARRIN hevur talað við! Hevur Hann ikki eisini talað við okkum!“ – Og HARRIN hoyrdi tað.
3 Men Móses var óvanliga spakførur maður, spakførari enn nakað annað menniskja á jørð.
4 Alt í einum segði HARRIN við Móses, Áron og Mirjam: „Farið út til samkomutjaldið øll trý!“ Tey fóru tá øll trý út hagar.
5 Tá kom HARRIN niður í skýstólpanum; Hann stóð í tjalddurunum og rópti Áron og Mirjam, og tey fóru bæði út hagar.
6 Hann segði: „Hoyrið nú tað, ið Eg havi at siga tykkum! Táið profetur er ímillum tykkara, so opinberi Eg, HARRIN, Meg fyri honum í sjónum og tali við hann í dreymum.
7 Øðrvísi er við tænara Mínum Mósesi; hann er trúgvur í øllum húsi Mínum.
8 Andlit til andlit tali Eg við hann, ikki í sjónum ella gátum, og hann sær mynd HARRANS. Hvussu bar tað tá til, at tit vágaðu tykkum at taka til orða móti tænara Mínum Mósesi?“
10 Táið nú skýggið dró burtur av tjaldinum, var Mirjam spitølsk – hvít sum kavi; táið Áron vendi sær móti Mirjam, sá hann, at hon var spitølsk.
11 Tá segði Áron við Móses: „Hoyr meg, harri! Lat okkum ikki bøta fyri synd, ið vit hava gjørt í dárskapi!
12 Lat hana ikki vera sum andleystføtt barn, sum helvtin av kjøtinum er rotnað á, táið tað kemur úr móðurlívi!“
14 HARRIN svaraði Mósesi: „Hevði faðir hennara spýtt í andlit hennara, mundi hon tá ikki sitið við skomm síni í sjey dagar! – Tí skal hon í sjey dagar vera útistongd frá tilhaldinum; so kann hon verða innaftur tikin.“
15 Mirjam varð tá útistongd frá tilhaldinum í sjey dagar, og fólkið fór ikki longur, fyrrenn Mirjam var afturkomin.
16 Síðani fór fólkið avstað úr Hazerot, og tey reistu tjøldini í Paransoyðimørk.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul