Fjórða Mósebók kap. 21
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
e.
The Defeat of Arad
21:1-3:1
1
Táið Kána’aniturin, kongurin í Arad, sum búði í Suðurlandinum, frætti, at Ísrael kom Atarimvegin, herjaði hann á Ísrael og hertók nøkur av teimum.
2
Tá gjørdi Ísrael HARRANUM lyfti og segði: „Gevur Tú hetta fólk í hendur mínar, so skal eg sláa býir teirra við banni!“
3
HARRIN hoyrdi bøn Ísraels og gav Kána’anitar í hendur teirra; og teir slógu tey og býir teirra við banni; tí verður hetta stað rópt Horma.
f.
The Bronze Serpent
21:4-9:1
4
So fóru tey avstað frá Horsfjalli og tóku leiðina at Reyðahavi fyri at vera uttan fyri Edomsland. Á vegnum varð fólkið ótolið;
5
tey talaðu móti Gudi og Mósesi og søgdu: „Hví fóru tit út av Egyptalandi við okkum, táið vit skulu doyggja her í oyðimørkini? Her er jú hvørki breyð ella vatn, og henda vánaliga føði býður okkum ímóti!“
6
Tá sendi HARRIN eiturormar millum fólkið, og teir bitu fólkið, so ein mongd doyði av Ísrael.
7
Fólkið kom nú til Móses og segði: „Vit hava syndað, tí vit hava talað móti HARRANUM og móti tær; bið til HARRAN, at Hann tekur ormarnar frá okkum!“ – Og Móses bað fyri fólkinum.
8
Tá segði HARRIN við Móses: „Ger tær orm og set hann á stong – so skal ein og hvør, ið bitin er og hyggur á hann, liva!“
9
Móses gjørdi tá koparorm og setti hann á stong; táið nú ormur hevði bitið onkun, og hann hugdi á koparormin, so doyði hann ikki.
g.
The Journey to Moab
21:10-20:1
10
So fóru Ísraelsmenn avstað og reistu tjøldini í Obot.
11
Úr Obot fóru teir og reistu tjøldini í Ije-Ha’abarim í oyðimørkini, beint eystan fyri Móab.
12
Haðani fóru teir og reistu tjøldini í Zereddali.
13
So fóru teir haðani og reistu tjøldini hinumegin Arnon, sum rennur gjøgnum oyðimørkina og kemur úr Amoritalandi; tí Arnon er markið millum Móab og Amoritar.
14
Tí stendur so í bókini um bardagar HARRANS: „– Vaheb í Sufa og dalarnir, har sum Arnon rennur,
15
áarlíðirnar, ið halla, hagar ímóti sum Ar liggur, og liggja upp at marki Móabs.“
16
Haðani fóru teir til Be’er; tað er brunnurin, ið HARRIN talaði um, táið Hann segði við Móses: „Kalla fólkið saman, so skal Eg geva teimum vatn!“
17
Tá sungu Ísraelsmenn henda song: „Vell upp, tú brunnur! Ja, syngið um hann,
18
um brunnin, ið høvdingar gróvu, sum bestu menn fólksins hava borað við veldissprota – við kongastøvum sínum!“ – Úr oyðimørkini fóru teir til Matana,
19
úr Matana til Nahaliel, úr Nahaliel til Bamot
20
og úr Bamot til dalin, ið er í Móabslandi, tætt við Pisgatind, har sum sæst út yvir oyðimørkina.
h.
The Defeat of Sihon
21:21-30:1
21
Ísrael sendi nú boð til Sihon amoritakong og læt siga:
22
„Loyv mær at ganga gjøgnum land títt! Vit skulu ikki koma inn í akrar ella víngarðar, ei heldur drekka vatn úr nøkrum brunni; vit skulu halda okkum á kongavegnum, inntil vit eru komnir gjøgnum land títt!“
23
Men Sihon gav ikki Ísrael loyvi at fara gjøgnum land sítt. Hann savnaði alt fólk sítt og helt út í oyðimørkina móti Ísrael; og táið hann var komin at Jahaz, herjaði hann á Ísrael.
24
Men Ísrael sló hann við svørðsegg og tók land hansara frá Arnon til Jabbok, líka til land Ammonita; tí mark Ammonita var væl víggirt.
25
Ísrael tók allar hesar býir, og Ísrael búsettist í øllum amoritabýunum, í Hesbon og øllum býunum, ið til hoyrdu.
26
Tí Hesbon var staður Sihons amoritakongs; hann hevði herjað á kongin, ið frammanundan hevði verið í Móab, og tikið alt land hansara frá honum líka at Arnon.
27
Tí siga skøldini: „Komið til Hesbon! Byggjast og grundfestast skal staður Sihons!
28
Tí eldur gekk út úr Hesbon, logi úr staði Sihons, hann oyddi Ar í Móab, tey, ið búðu á hæddunum við Arnon.
29
Vei tær, Móab! Tað er úti við tær, fólk Kamos! Hann* hevur sent synir sínar avstað sum teir, ið flýggja, og døtur sínar sum fangar til Sihon amoritakong.
30
Vit skutu teir niður; oyddur er Hesbon líka til Dibon; vit herjaðu líka til Nofa, við eldi líka til Medeba.“
i.
The Defeat of Og
21:31-35:1
31
– Ísrael búsettist so í Amoritalandi.
32
Nú sendi Móses njósnarar til Jazer, og teir* tóku tað og líkaleiðis býirnar, ið til hoyrdu; og hann rak út Amoritar, ið búðu har.
33
Síðani tóku teir aðra leið og fóru til Basan. Tá kom Og, kongurin í Basan, út ímóti teimum til Edre’i við øllum fólki sínum og herjaði á teir.
34
Men HARRIN segði við Móses: „Óttast ikki fyri honum! Eg gevi hann og alt fólk hansara og land hansara í hendur tínar, og tú skalt gera við hann, sum tú gjørdi við Sihon amoritakong, ið búði í Hesbon.“
35
Teir feldu so hann og synir hansara og alt fólk hansara, so at ikki ein var eftir ella slapp; og land hansara tóku teir í ogn.