Ezekiel kap. 9

Uppsetan
ii. Execution of the Idolaters
9:1-11:1
1 So hoyrdi eg Hann rópa óføra hart: „Komið higar við heimsøkingunum yvir staðin, hvør við sínum morðvápni í hondini!“
2 Tá komu seks menn leiðina um Ovara Portur, sum vendir norðureftir, hvør við sínum morðvápni í hondini, og millum teirra var ein maður, sum var í línklæðum og hevði skriviamboð við liðina; teir komu inn og tóku støðu hjá koparaltarinum.
3 Men dýrd Ísraels Guds hevði lyft sær av kerúbunum, ið hon hvíldi á, og flutt seg yvir at útgátt húsins; og Hann rópti á mannin, sum var í línklæðum og hevði skriviamboð við liðina;
4 HARRIN segði við hann: „Gakk mitt ígjøgnum býin, mitt ígjøgnum Jerusalem, og set merki á pannu teirra manna, sum suffa og vena seg um alt tað viðurstyggiliga, ið har verður gjørt!“
5 Við hinar hoyrdi eg Hann siga: „Farið um staðin aftan á honum og høggið niður – tykist ongum synd í, og eirið ongum!
6 Gomul fólk, unglingar, gentur, smábørn og kvinnur skulu tit høgga niður og gera enda á teimum; men ongan av teimum, sum merkið er á, mugu tit nema. Og frá halgidómi Mínum skulu tit byrja.“ Teir byrjaðu tá við hinum gomlu monnunum, ið framman fyri húsið stóðu.
7 Og Hann segði við teir: „Gerið húsið óreint og fyllið forgarðarnar við dripnum – farið avstað!“ Teir fóru so út og høgdu niður fólkið í staðnum.
8 Men táið teir nú høgdu niður, og eg varð eftir, fall eg á andlit mítt og rópti: „Á Harri HARRI! Fert Tú at forkoma øllum, ið eftir eru av Ísrael, nú Tú so úthellir vreiði Tína yvir Jerusalem?“
9 Hann svaraði mær: „Misbrot Ísraels hús og Juda hús er stórt – ómetaligt; landið er fult av blóðskyld, og staðurin er fullur av órættvísum dómum; tí teir siga: „HARRIN er rýmdur úr landinum, HARRIN sær tað ikki!“
10 Mær skal tí heldur ikki tykjast synd í teimum, og Eg skal ikki eira teimum; Eg skal lata atburð teirra koma yvir teirra egna høvd.“
11 Maðurin, sum var í línklæðum og hevði skriviamboð við liðina, kom nú aftur og segði: „Eg havi gjørt, sum Tú gavst mær boð um.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul