Ezekiel kap. 12

Uppsetan
e. Prophesies of Judgment on Judah
12:1-24:27
i. Signs of the Coming Captivity
12:1-28:1
1. Ezekiel’s Baggage
12:1-16:1
2 „Menniskjasonur! Tú býrt mitt í hini ólýdnu ætt – sum hevur eygu at síggja við, men sær ikki, og oyru at hoyra við, men hoyrir ikki – tí ólýðin ætt eru tey.
3 Men tú, menniskjasonur! Ger teg til sum til at fara í útlegd, og far út um dagin, beint fyri eygum teirra! Far, haðani sum tú býrt, til annað stað, beint fyri eygum teirra! Kanska tey tá fáa eyguni upp – tí ólýðin ætt eru tey.
4 Tað, ið tú kanst fáa við tær, skalt tú bera út um dagin beint fyri eygum teirra, sum tú skuldi farið í útlegd, og sjálvur skalt tú fara avstað um kvøldið – beint fyri eygum teirra – eins og tey, sum fara í útlegd.
5 Brót tær hol á veggin beint fyri eygum teirra, og ber tað, sum tú eigur, út ígjøgnum hann!
6 Beint fyri eygum teirra skalt tú taka tað á økslina; í myrkri skalt tú bera tað út; andlit títt skalt tú binda fyri, so tú sært ikki landið. Tí Eg havi sett teg húsi Ísraels til tekin.“
7 Eg gjørdi, sum mær var sagt: Tað, ið eg átti, bar eg út um dagin, sum eg skuldi farið í útlegd, og um kvøldið breyt eg mær við hondini hol á veggin; í myrkri bar eg út tað, sum eg átti; beint fyri eygum teirra tók eg tað á økslina.
9 Menniskjasonur! Hevur ikki hús Ísraels, henda ólýdna ætt, sagt við teg: „Hvat er tað, tú gert?“
10 Svara teimum: So sigur Harrin HARRIN: Hesin flutningur talar um høvdingan* í Jerusalem og alt hús Ísraels, sum har inni er.
11 Sig: Eg eri tykkum tekin; sum eg havi gjørt, skal verða gjørt við tey; tey skulu verða fangar og fara í útlegd.
12 Og høvdingin, sum ímillum teirra er, skal í myrkri taka á økslina tað, sum hann eigur, og fara út; teir skulu bróta hol á múrin og fara út ígjøgnum hann við honum; andlit sítt skal hann binda fyri, so hann sær ikki landið við eygum sínum.
13 Men Eg skal kasta yvir hann garn Mítt, hann skal koma fastur í net Mítt; og Eg skal beina hann til Bábel í Kaldearalandi – men tað skal hann ikki síggja.* – Og har skal hann doyggja.
14 Allar teir, ið um hann eru – hjálparmenn hansara – og allar herflokkar hansara, skal Eg spjaða í allar ættir, og Eg skal við drignum svørði elta teir.
15 Tá skulu tey sanna, at Eg eri HARRIN – táið Eg spjaði tey millum tjóðirnar og stroyi tey um í londunum.
16 Bert nøkur fá av teimum skal Eg lata komast undan svørðinum, hungrinum og pestini, fyri at tey, millum tjóðirnar, ið tey koma til, skulu siga frá øllum viðurstygdum sínum. – Og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
2. Eat Your Bread with Trembling
12:17-20:1
18 Menniskjasonur! Breyð títt skalt tú eta við ræðslu, og vatn títt skalt tú drekka skelvandi og við angist.
19 Og tú skalt siga við fólkið í landinum: So sigur Harrin HARRIN um tey, sum búgva í Jerusalem í Ísraelslandi: Breyð sítt skulu tey eta við angist, og vatn sítt skulu tey drekka við ræðslu; tí land teirra skal leggjast í oyði, og alt, sum í tí er, verða rænt – aftur fyri yvirgangsverkini, ið øll tey, sum har búgva, hava framt.
20 Býirnir, sum nú fólk býr í, skulu leggjast í oyði, og landið skal verða oyðimørk; og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
3. A Presumptuous Proverb
12:21-28:1
22 Menniskjasonur! Hvat er hetta fyri orðtak, tit hava í Ísraelslandi, táið tit siga: „Tíðin dregur út, og hvør sjón kemur upp í einki!“
23 Tú skalt tí siga við tey: So sigur Harrin HARRIN: Eg skal gera enda á hesum orðtaki, tað skal ikki verða nýtt longur í Ísrael! Nei, sig við tey: Nú er tíðin nær, táið orðini í øllum sjónunum skulu ganga út!
25 nei, Eg, HARRIN, Eg tali orðið, ið Eg tali, og tað skal ganga út, nú skal ikki drálast longur. Ja, tú ólýdna ætt! Á døgum tykkara tali Eg orð og lati tað ganga út! – sigur Harrin HARRIN.
27 Menniskjasonur! Hús Ísraels sigur: „Handa sjónin, ið hann sær, gongur ikki út fyrrenn um langa tíð – tað er um tíðir, sum enn eru langt burtur, hann spáar!“
28 Tí skalt tú siga við tey: So sigur Harrin HARRIN: Ikki skal drálast longur við nøkrum av tí, sum Eg havi sagt; orðið, ið Eg tali, skal ganga út! – sigur Harrin HARRIN.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul