Ezekiel kap. 27

Uppsetan
2. A Lament for Tyre
27:1-36:1
3 Sig við Týrus, sum liggur við víkirnar, og sum handlar við fólkasløgini á mongum oyggjum: So sigur Harrin HARRIN: Týrus! Tú sigur: „Eg eri fullkomin í vakurleika.“
4 Mitt í havinum eru landamark tíni; teir, ið bygdu teg, gjørdu vakurleika tín fullkomnan.
5 Av sypristrøum úr Senir gjørdu teir hvønn planka í tær; til Libanon fóru teir eftir sedrisviði at gera mastur tína av;
6 av eikitrøum úr Basan gjørdu teir árar tínar; dekkið prýddu teir við fílabeini í buksviði úr Kittimsoyggjum;
7 segl títt var av fínum líni úr Egyptalandi, vovnum í ymiskum litum; tað stóð sum merki títt; blátt og purpurreytt toy úr Elisaoyggjum hevði tú til sóltjald.
8 Menn úr Zidon og Arvad vóru róðursmenn hjá tær; hinir klóku, ið hjá tær vóru, Týrus, vóru stýrimenn tínir.
9 Hinir elstu í Gebal og hinir klóku har vóru hjá tær og tættu lekarnar á tær; øll skip á havinum og allir sjómenn vóru hjá tær og handlaðu við teg.
10 Menn úr Persia, Lud og Put vóru í heri tínum sum hermenn; skjøldir og hjálmar hongdu teir upp í tær, teir veittu tær prýði.
11 Arvaditar og tín egni herur stóðu á múrum tínum allan vegin runt, og Gammaditar á tornum tínum; skjøldir sínar hongdu teir upp á múrar tínar allan vegin runt; teir gjørdu vakurleika tín fullkomnan.
12 Tarsis handlaði við teg, av tí at tú átti nøgd av alskyns góðsi; silvur, jarn, tin og blýggj lótu teir fyri vørur tínar.
13 Javan, Tubal og Mesek handlaðu við teg; menniskju og koparíløt lótu teir fyri vørur tínar.
15 Dedanitar handlaðu við teg; nógvar oyggjar tóku móti vørum av hond tíni; fílabein og ibenvið lótu teir teg fáa afturfyri.
16 Áram handlaði við teg, av tí at tú hevði nøgd av vørum; karfunklar, purpur, toy í ymiskum litum, fínt lín, koralir og jaspis lótu teir fyri vørur tínar.
17 Juda og Ísraelsland handlaðu við teg; hveiti úr Minnit, søtar køkur, hunang, olju og balsam lótu teir fyri vørur tínar.
18 Damaskus handlaði við teg, av tí at tú hevði nøgd av alskyns góðsi; teir komu við víni úr Helbon og ull úr Zahar.
19 Vedan og Javan úr Uzal guldu vørur tínar – smíðað jarn, kassia og kalmus fekst tú í vørubýti.
21 Arabia og allir høvdingar Kedars tóku ímóti vørum av hond tíni; við lombum, veðrum og bukkum handlaðu teir við teg.
22 Keypmenninir í Sjeba og Rama handlaðu við teg; besta slag av alskyns angandi urtum og alskyns dýrar steinar og gull lótu teir fyri vørur tínar.
24 teir handlaðu við teg við vøkrum klæðum, purpurkøppum, toyi í ymiskum litum, litaðum teppum, við løgdum, sterkum togum – á marknaði tínum.
25 Tarsisskip fluttu vørur tínar, og soleiðis fylti tú teg og vart søkklaðin har úti á havinum.
26 Út á rúman sjógv fingu teir teg, róðursmenn tínir – eystanvindurin brýtur teg sundur mitt í havinum.
27 Góðs títt og vørur tínar, vinningur tín, sjómenn og stýrimenn tínir, teir, ið tætta lekarnar á tær, og teir, ið selja vørur tínar, allir hermenninir, ið tú hevur hjá tær, og øll manningin, ið tú hevur umborð – skulu falla mitt úti í havinum, tann dag tú fellur.
29 Teir skulu koma upp úr skipum sínum, allir teir, ið við árarnar sita, sjómenninir og allir stýrimenn á sjónum; teir skulu fara á land.
30 Teir skulu skera í róp um teg og vena seg sáran, og teir skulu stroya dust á høvd síni og veltast í øsku.
31 Teir skulu raka seg skallutar fyri tína skuld og sveipa seg í syrgibúna, og teir skulu í sárari sorg gráta um teg, vena seg syndarliga.
32 Undir venan skulu teir taka at syngja sorgarsong um teg og siga: „Hvør var Týrus líkur, staðnum, ið nú er vorðin tigandi, har hann liggur mitt úti í havinum!“
33 Táið vørur tínar komu inn av havinum, mettaði tú mong fólkasløg; við øllum góðsi tínum og øllum vørum tínum gjørdi tú kongarnar á jørðini ríkar.
34 Nú tú ert burturgingin og sokkin í djúp havsins, nú eru vørur tínar og øll manning tín gingin til grundar við tær.
35 Øll tey, sum á oyggjunum búgva, skulu verða sligin av ræðslu um teg, og kongar teirra skulu pipra við angist í andlitum sínum.
36 Keypmenn tjóðanna skulu bríksla upp á spott eftir tær; ræðsla ert tú vorðin, og tú ert ikki til – í allar ævir!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul