Ezekiel kap. 5

Uppsetan
ii. The Razor of Judgment
5:1-17:1
1 Og tú, menniskjasonur! Tak tær hvast svørð, og nýt tað sum rakiknív, raka av tær hárið og skeggið við tí! Tak síðani skálvekt og skift sundur tað, ið tú hevur rakað av!
2 Triðingin skalt tú brenna upp mitt í býnum, táið kringsetingardagarnir eru at enda; annan triðingin skalt tú taka og høgga í við svørði rundan um býin, og seinasta triðingin skalt tú spjaða fyri vindinum; við drignum svørði skal Eg elta tey.
3 Men nøkur fá hár skalt tú taka burturav, og tey skalt tú binda inn í kappavel títt;
4 av teimum skalt tú uppaftur taka nøkur og kasta tey mitt í eldin og brenna tey. Haðani skal eldur ganga út yvir alt hús Ísraels.
5 So sigur Harrin HARRIN: Hetta Jerusalem setti Eg mitt ímillum fólkasløgini, við londum rundanum.
6 Men tað setti seg upp móti lógum Mínum, so tað var gudleysari enn heidningafólkini, og móti boðum Mínum, so tað var gudleysari enn londini rundan um tað; tí tey vrakaðu lógir Mínar og gingu ikki eftir boðum Mínum.
7 Tí sigur Harrin HARRIN so: Aftur fyri at tit hava leikað verri í enn tjóðirnar, ið rundan um tykkum búgva – aftur fyri at tit hava ikki gingið eftir boðum Mínum, hava ikki gjørt eftir lógum Mínum – tað er ikki so frægt, at tit hava gjørt eftir lógum tjóðanna, ið rundan um tykkum búgva –
8 tí sigur Harrin HARRIN so: Eg skal koma yvir teg, ja, Eg, og Eg skal halda dóm í tær fyri eygum tjóðanna;
9 Eg skal gera við teg tað, ið Eg ikki havi gjørt áður – og aldri aftur skal Eg gera tess líka – aftur fyri allar viðurstygdir tínar!
10 Tí skulu foreldur eta børn síni í tær, og børn eta foreldur síni; og Eg skal fella dóm yvir teg og spjaða í allar ættir tað, sum eftir verður av tær.
11 So satt sum Eg tí livi – sigur Harrin HARRIN – sanniliga, aftur fyri at tú við øllum fúlu gudum tínum og viðurstygdum tínum hevur gjørt halgidóm Mín óreinan, skal Eg eisini venda eyga Mínum frá tær og hvørki eira tær ella harma teg.
12 Triðingurin av tær skal doyggja av pest og ganga til grundar av hungri mitt í tær; annar triðingurin skal falla fyri svørði rundan um teg, og seinasta triðingin skal Eg spjaða í allar ættir og elta við drignum svørði.
13 Eg skal úthella alla vreiði Mína, lata bræði Mína hvíla yvir teimum og taka hevnd; og tey skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi talað í álvara Mínum, táið Eg úthelli alla vreiði Mína yvir tey.
14 Eg skal gera teg til oyðimørk og til spott millum tjóðirnar, ið rundan um teg búgva – fyri eygum alra, ið framvið ganga.
15 Tú skalt verða tjóðunum, ið rundan um teg búgva, til spott og háð, til ávaring og ræðslu, táið Eg í vreiði og bræði lati dóm ganga yvir teg við ómildum revsingum – Eg, HARRIN, havi talað –
16 ja, táið Eg sendi inn ímillum teirra hinar óndu hungurspílar, sum eru til oyðing – teir, ið Eg sendi til at forkoma tykkum – táið Eg lati hungurin taka til hjá tykkum og bróti tykkum sundur breyðstavin.
17 Eg skal senda móti tykkum hungur og vill dýr, sum skulu gera tykkum barnleys; pest og blóð skal ganga yvir teg, og svørð skal Eg lata koma yvir teg. Eg, HARRIN, havi talað!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul