Ezekiel kap. 30

Uppsetan
4. A Lament for Egypt
30:1-19:1
2 Menniskjasonur! Profetera og sig: So sigur Harrin HARRIN: Venið tykkum: „Vei – tann dagur!“
3 Tí nær er dagurin, ja, nær er dagur HARRANS; dagur við skýggjum, dómstíð skal hann vera tjóðunum.
4 Svørð skal koma móti Egyptalandi, og Etiopia skal ringjast í angist, táið dripnir menn falla í Egyptalandi; ríkidømi tess skal verða flutt burtur, og grundvøllir tess skulu verða brotnir upp.
5 Etioparar, menn úr Put og Lud og alt tjóðblandið, Kubearar og synir sambandslandsins skulu saman við teimum falla fyri svørði.
6 So sigur HARRIN: Teir, ið styðja Egyptaland, skulu falla, og stolta vald tess skal lúta; úr Migdol til Sýene skulu tey falla fyri svørði har – sigur Harrin HARRIN.
7 Tað skal liggja í oyði millum oydd lond, og býir tess skulu liggja millum oyddar býir.
8 Og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg seti eld á Egyptaland, og allir hjálparmenn tess verða soraðir sundur.
9 Tann dag skulu sendimenn frá Mær fara avstað í skipum at ræða Etiopia, sum situr so trygt, og tað skal ringjast í angist sum dag Egyptalands; tí – ja, tað kemur!
10 So sigur Harrin HARRIN: Eg skal við Nebukadnezar bábelskongi gera enda á ríkidømi Egyptalands.
11 Hann og fólk hansara við honum, hinar grummastu millum tjóðirnar, skulu verða leiddir hagar at leggja landið í oyði, og teir skulu draga svørðini móti Egyptalandi og fylla landið við dripnum monnum.
12 Eg skal lata streymarnar torna upp og selja landið óndum menniskjum í hendur; og Eg skal við hondum útlendinga forkoma landinum og øllum, sum í tí er – Eg, HARRIN, havi talað.
13 So sigur Harrin HARRIN: Eg skal forkoma avgudunum og týna falsgudarnar í Nof, og aldri aftur skal vera høvdingi úr Egyptalandi; Eg skal lata ræðslu falla á Egyptaland.
15 Eg skal hella út vreiði Mína yvir Sin, sterku vernd Egyptalands, og Eg skal oyða í No mannamúgvuna, sum ger óljóð.
16 Eg skal seta eld á Egyptaland; Sin skal skelva og pipra, No skal verða tikið, og inn í Nof skulu fíggindar koma á alljósum degi.
17 Unglingarnir í Aven og Pibeset skulu falla fyri svørði, og sjálvir skulu teir fara í útlegd.
18 Í Tehafnehes skal dagurin verða myrkur, táið Eg bróti sundur ok Egyptalands, og úti er við stolta valdi tess; sjálvt skal tað verða fjalt av skýggi, og døtur tess skulu fara í útlegd.
5. Pharaoh’s Power Broken
30:20-26:1
20 Ellivta árið, tann sjeynda í fyrsta mánaði, kom orð HARRANS til mín; Hann segði:
21 Menniskjasonur! Eg havi brotið arm Faraos egyptakongs; og ikki er um hann bundið, ikki er hann grøddur, við at bind er um hann lagt, so hann aftur kundi verðið nóg sterkur til at grípa svørðið.
22 Tí sigur Harrin HARRIN so: Eg komi yvir Farao kong í Egyptalandi, Eg skal bróta armar hansara, bæði hin heila og hin brotna, og Eg skal lata svørðið falla úr hond hansara.
24 Armar bábelskongs skal Eg styrkja og fáa honum svørð Mítt í hondina; men armar Faraos skal Eg bróta, og hann skal liggja og vena seg fyri ásjón hansara, sum deyðasærdur maður gevur seg.
25 Ja, armar bábelskongs skal Eg gera sterkar, men armar Faraos skulu hanga veikir – og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg fái bábelskongi svørð Mítt í hondina, og hann rættir tað út móti Egyptalandi.
26 Eg skal spjaða Egyptar millum fólkini og stroya teir út um londini – og teir skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul