Ezekiel kap. 46

Uppsetan
9. The Prince’s Offerings
46:1-18:1
1 So sigur Harrin HARRIN: Portur Innara Forgarðs, tað, ið eystureftir vendir, skal vera stongt teir seks gerandisdagarnar; men sabbatsdagin skal tað latast upp, og somuleiðis sólkomudagin.
2 Høvdingin skal tá uttanfrá fara inn gjøgnum forsalin í portrinum og standa við durastav portursins; prestarnir skulu ofra brennioffur og takkoffur hansara, og hann skal tilbiðja á porturgáttini og síðani fara út aftur. Men portrið skal ikki steingjast fyrrenn um kvøldið.
3 Men fólkið í landinum skal sabbatarnar og sólkomudagarnar tilbiðja fyri ásjón HARRANS við dyrnar til hetta portur.
4 Brenniofrið, ið høvdingin skal ofra HARRANUM sabbatsdagin, skal vera seks lýtaleys lomb og lýtaleysur veðrur.
5 Sum matoffur skal hann ofra: Efu við hvørjum veðri og við lombunum so mikið, sum hann sjálvur vil lata – og hin av olju við hvørji efu.
6 Sólkomudagin skal hann bera fram lýtaleysan ungan tarv, seks lomb og veðr – lýtaleys kríatúr.
7 Sum matoffur skal hann ofra: Efu við tarvinum, efu við veðrinum og við lombunum so mikið, sum honum ber til – og hin av olju við hvørji efu.
8 Táið høvdingin fer inn, skal hann fara gjøgnum forsal portursins, og sama veg skal hann fara út aftur.
9 Men táið fólkið í landinum fer inn fyri ásjón HARRANS á høgtíðunum, skal tann, sum fer inn um Norðurportur at tilbiðja, fara út um Suðurportur, og tann, ið fer inn um Suðurportur, skal fara út um Norðurportur – eingin má fara út aftur um portrið, sum hann fór inn um, nei, út skal farast um portrið hinumegin.
10 Høvdingin skal fara inn saman við hinum, táið hann fer inn, og táið teir fara út, skulu teir fara út saman.
11 Á høgtíðum og halgidøgum skal matofrið vera efa við hvørjum tarvi, efa við hvørjum veðri og við lombunum so mikið, sum hann sjálvur vil lata – og hin av olju við hvørji efu.
12 Táið høvdingin ofrar sjálvkravt offur – brennioffur ella takkoffur sum sjálvkravt offur til HARRAN – skal portrið, ið eystureftir vendir, latast honum upp, og hann skal ofra brennioffur sítt og takkoffur síni, soleiðis sum hann ger sabbatsdagin; síðani skal hann fara útaftur, og táið hann er útfarin, skal portrið steingjast.
13 Sum brennioffur til HARRAN skalt tú hvønn dag ofra veturgamlan, lýtaleysan seyð; tað skalt tú ofra hvønn morgun.
14 Og sum matoffur við tí skalt tú hvønn morgun ofra sættingin av efu og triðingin av hin av olju at væta mjølið við; tað er matoffur til HARRAN – fyriskipanir, sum galda ævigt, allar tíðir.
15 Soleiðis skulu teir hvønn morgun ofra seyðin, matofrið og oljuna; tað skal vera dagligt brennioffur.
16 So sigur Harrin HARRIN: Táið høvdingin gevur einum syni sínum gávu, so er hetta arvalutur hansara; tað skal tilhoyra sonum hansara, tað er ogn og arvalutur teirra.
17 Men táið hann av arvaluti sínum gevur einum tænara sínum gávu, skal tað tilhoyra honum inntil loysnarárið; tá skal høvdingin fáa tað aftur; bert synir hansara skulu varandi eiga slíkan arvalut.
18 Høvdingin má einki taka av arvaluti fólksins, so hann rekur tey burt av ogn teirra; av síni egnu ogn skal hann geva sonum sínum arvalut – so fólk Mítt verður ikki spjatt við at missa ogn sína.
10. The Courts for Boiling and Baking
46:19-24:1
19 Nú fór hann við mær gjøgnum inngongdina, sum var við síðu portursins, til hini heilagu kømurini, sum vóru ætlað prestunum, og sum vendu norðureftir; eg sá tá, at har var rúm í ytsta horninum móti vestri.
20 Hann segði við meg: „Hetta er staðið, har prestarnir skulu kóka skyldofrið og syndofrið og baka matofrið, so teir skulu ikki vera noyddir at bera tað út í Ytra Forgarð og soleiðis halga fólkið.“
21 Síðani læt hann meg fara út í Ytra Forgarð og fór runt við mær, út í hini fýra horn forgarðsins; eg sá tá, at lítil forgarður var í hvørjum horni forgarðsins;
22 í hinum fýra hornum forgarðsins vóru fýra smærri forgarðar, 40 alin langir og 30 alin breiðir; allir fýra høvdu teir somu stødd.
23 Allan vegin runt inni í teimum gekk múrur – allan vegin runt í øllum fýra; og eldstaðir vóru gjørdir niðantil við múrarnar allan vegin runt.
24 Og hann segði við meg: „Hetta eru køkarnir, har teir, sum gera tænastu í húsinum, skulu kóka sláturoffur fólksins.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul