Ezekiel kap. 15

Uppsetan
v. Jerusalem the Useless Vine
15:1-8:1
2 Menniskjasonur! Hvat hevur viður víntræsins fram um annan við, víntrækvisturin, ið upp hevur vaksið millum trøini í skóginum!
3 Verður viður tikin av tí at smíða nakað úr! Ger nakar nagla av honum at heingja nakað amboð á!
4 Nei, hann verður givin eldinum til føði; eldurin brennir báðar endarnar, og miðjan verður svidnað. – Dugir hann tá at gera nakað úr!
5 Meðan hann enn var óskaddur, varð einki smíðað úr honum; mangan minni verður nakað gjørt úr honum, táið eldurin hevur brent hann, og hann er svidnaður! Kann hann tá verða nýttur at smíða nakað úr!
6 Tí sigur Harrin HARRIN so: Sum tað millum trøini í skóginum gongur við viði víntræsins – Eg gevi eldinum hann til føði – so skal Eg gera við tey, sum í Jerusalem búgva.
7 Eg skal lata ásjón Mína vera móti teimum; tey eru sloppin út úr eldinum – men eldurin skal oyða tey; og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg lati ásjón Mína vera móti teimum.
8 Og Eg skal gera landið til oyðimørk, aftur fyri at tey hava verið trúleys – sigur Harrin HARRIN.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul