Ezekiel kap. 48

Uppsetan
3. Distribution of the Land
48:1-35:1
a. The Portions for the Tribes
48:1-7:1
1 Hetta eru nøvn ættanna: Við markið fyri norðan fram við Hetlonsvegnum, til yvir ímóti Hamat og Hazar-Enan við landamark Damaskus, móti norðri, fram við Hamat skal Dan hava landið, frá eystursíðuni at havinum – Dan ein lut.
5 Fram við landamarki Manasse, frá eystursíðuni at vestursíðuni – Efra’im ein lut.
6 Fram við landamarki Efra’ims, frá eystursíðuni at vestursíðuni – Ruben ein lut.
b. The Portions for the Priests and Levites
48:8-20:1
8 Fram við landamarki Juda – frá eystursíðuni at vestursíðuni – skal landið liggja, sum tit skulu lata sum gávu til HARRAN; tað skal vera 25000 stengur á breidd og á longd sum ein ættarluturin, frá eystursíðuni at vestursíðuni. Mitt í tí skal halgidómurin vera.
9 Landið, ið tit skulu lata til HARRAN sum gávu, skal vera 25000 stengur langt og 10000 breitt.
10 Av hesi heilagu gávu skal eitt stykki tilhoyra prestunum, fyri norðan 25000 stengur, fyri vestan 10000 – á breidd – fyri eystan 10000 – á breidd – og fyri sunnan 25000 – á longd; mitt í tí skal halgidómur HARRANS vera.
11 Prestarnir – teir, sum halgaðir eru millum eftirkomarar Zadoks, teir, ið aktaðu eftir tí, sum Eg vildi hava aktað eftir, sum ikki viltust, eins og Levitarnir, ta ferðina Ísraelsmenn viltust –
12 teir skulu eiga tað sum part av landinum, ið latast skal til HARRAN, sum háheilagt stykki fram við landamarki Levitanna.
13 Fram við landamarki prestanna skulu Levitarnir hava 25000 stengur á longd og 10000 á breidd; longdin skal tilsamans vera 25000 stengur, og breiddin 10000.
14 Teir mugu hvørki selja ella skifta um nakað av tí; og hesin frumgróður landsins má ikki ganga yvir til aðrar, tí hann er HARRANUM halgaður.
15 Tær 5000 stengurnar, ið av leypa av breiddini – fram við hinum 25000 – skulu ikki vera heilagt land; hetta skal býurin hava til bústaðir og til beiti, og mitt í tí skal býurin vera.
16 Hetta er mál hansara: Norðursíðan skal vera 4500 stengur, suðursíðan 4500, eystursíðan 4500, og vestursíðan 4500.
17 Jørð skal liggja til staðin – 250 stengur norðureftir, 250 suðureftir, 250 eystureftir og 250 vestureftir.
18 Tað, ið til avlops er av longdini – fram við hini heilagu gávuni, 10000 stengur eystureftir og 10000 vestureftir – skal vera fram við hini heilagu gávuni – grøði tess skal vera teimum til føði, sum í býnum búgva.
20 Gávan skal tilsamans vera 25000 stengur á longd og 25000 á breidd; sum fýrhyrnt stykki skulu tit geva hina heilagu gávuna – tað, sum býurin skal eiga, uppíroknað.
c. The Portion for the Prince
48:21-22:1
21 Høvdingin skal hava tað, ið av loypur báðumegin hina heilagu gávuna og av býognini, fram við hinum 25000 stengur breiða lutinum at markinum fyri eystan og vestureftir fram við teimum 25000 stongunum at markinum fyri vestan, við síðu ættalutanna,* hetta skal tilhoyra høvdinganum, og hin heilaga gávan við hinum heilaga húsinum skal vera mitt ímillum.
22 Tað, ið liggur millum landamark Juda og landamark Benjamins – við ogn Levitanna og býognini mitt í – skal tilhoyra høvdinganum.
d. The Portions for the Remaining Tribes
48:23-29:1
23 Síðani koma hinar ættirnar. Frá eystursíðuni at vestursíðuni skal Benjamin hava ein lut.
24 Fram við landamarki Benjamins, frá eystursíðuni at vestursíðuni – Símeon ein lut.
25 Fram við landamarki Símeons, frá eystursíðuni at vestursíðuni – Issakar ein lut.
26 Fram við landamarki Issakars, frá eystursíðuni at vestursíðuni – Zebulon ein lut.
28 Fram við landamarki Gads – á suðursíðuni, fyri sunnan – skal markið ganga úr Tamar at Meribavatni við Kades, at ánni* og líka í Stórahav.
29 Hetta er landið, ið tit skulu luta ættum Ísraels sundur til arvalut, og hetta eru lutir teirra – sigur Harrin HARRIN.
e. The City Gates and Dimensions
48:30-35:1
30 Hetta eru útgongdirnar, ið staðurin hevur: Mál hansara fyri norðan skal vera 4500 stengur.
31 Portur staðarins skulu hava navn eftir ættum Ísraels. Trý av teimum skulu vera fyri norðan: Rubensportur, eitt, Judaportur, eitt, Leviportur, eitt.
32 Mál hansara fyri eystan skal vera 4500 stengur, og har skal hann hava trý portur: Jósefsportur, eitt, Benjaminsportur, eitt, Dansportur, eitt.
33 Fyri sunnan skal mál hansara vera 4500 stengur, og har skal hann hava trý portur: Símeonsportur, eitt, Issakarsportur, eitt, Zebulonsportur, eitt.
34 Fyri vestan skal mál hansara vera 4500 stengur, og har skal hann hava trý portur: Gadsportur, eitt, Asersportur, eitt, Naftaliportur, eitt.
35 Allan vegin runt er málið 18000 stengur. Og navn staðarins skal frá tí degi vera: HARRIN er har.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul