Ezekiel kap. 10
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iii.
God's Glory Exits the Temple
10:1-22:1
1
Nú fekk eg at síggja, at á hvølvinum, ið var yvir høvdi kerúbanna, var nakað, ið tyktist at vera safirsteinur, nakað, ið líktist hásæti; Hann* sást yvir teimum.
2
Hann segði við mannin, sum var í línklæðum: „Far inn ímillum hjólini, inn undir kerúbarnar, og tak upp í fullar nevarnar av glóðunum, ið eru millum kerúbarnar – stroy tær út yvir staðin!“ Og eg sá hann fara inn.
3
Kerúbarnir stóðu høgrumegin húsið, táið maðurin fór inn, og skýggið fylti Innara Forgarð.
4
Men dýrd HARRANS lyfti sær av kerúbunum og flutti seg yvir at útgátt húsins; húsið fyltist av skýnum, og forgarðurin varð fullur av skini dýrdar HARRANS.
5
Ljóðið av veingjum kerúbanna hoyrdist líka út í Ytra Forgarð – líkt rødd Guds hins Alvalda, táið Hann talar.
6
Táið Hann nú gav manninum, sum í línklæðum var, hetta boð: „Tak av eldinum, ið er millum hjólini, millum kerúbarnar!“ fór hann inn og stóð hjá einum hjólinum.
7
Tá rætti kerúburin út hondina millum kerúbarnar at eldinum, ið millum kerúbarnar var, og tók av honum og fekk hinum línklædda manninum í hendurnar; og hann tók tað og fór út.
8
Men á kerúbunum var nakað at síggja, sum líktist menniskjahond – undir veingjum teirra.
9
Og eg fekk at síggja, at fýra hjól stóðu hjá kerúbunum, eitt hjól hjá hvørjum kerúbi; hjólini vóru sum krýsolit at síggja.
10
Tey sóu líka út øll fýra, og tað var, sum eitt hjólið hevði verið innan í øðrum.
11
Táið teir gingu, gingu teir í allar fýra ættir; teir vendu sær ikki, táið teir gingu; nei, teir gingu í ta ætt, sum høvdið vendi; teir vendu sær ikki, táið teir gingu.
12
Alt likam teirra var fult av eygum allastaðni – bak, hendur og veingir – somuleiðis hjólini; tí teir høvdu hvør sítt hjól.
13
Og viðvíkjandi hjólunum – á tey varð rópt, so eg hoyrdi: „Á hjól!“
14
Teir høvdu fýra andlit hvør; hin fyrsti hevði andlit sum kerúbur, hin annar sum menniskja, hin triði sum leyva, og hin fjórði sum ørn.
15
Og kerúbarnir lyftu sær upp; tað vóru hinar livandi verurnar, ið eg hevði sæð við Kebará.
16
Táið kerúbarnir gingu, gingu hjólini við lið teirra, og táið kerúbarnir breiddu út veingirnar at lyfta sær upp frá jørðini, skiltu hjólini seg ikki frá teimum.
17
Táið kerúbarnir stóðu, stóðu tey við, og táið kerúbarnir lyftu sær upp, lyftu tey sær við teimum; tí andi hinna livandi veranna var í teimum.
18
Nú flutti dýrd HARRANS seg burtur frá útgátt húsins og varð standandi yvir kerúbunum.
19
Og eg sá, hvussu kerúbarnir breiddu út veingirnar og lyftu sær upp frá jørðini, táið teir fóru út, og hjólini við teimum; teir vórðu standandi uttan fyri Eysturportur hús HARRANS. Dýrd Ísraels Guds var uppi yvir teimum.
20
Tað vóru hinar livandi verurnar, ið eg hevði sæð undir Gudi Ísraels við Kebará; eg dugdi at síggja, at tað vóru kerúbar.
21
Teir høvdu fýra andlit hvør og fýra veingir; og nakað, ið sá út sum menniskjahendur, var undir veingjum teirra.
22
Andlit teirra líktust andlitunum, ið eg hevði sæð við Kebará. – Soleiðis sóu teir út, og soleiðis vóru teir. Teir gingu allir beint fram.