Ezekiel kap. 25

Uppsetan
f. Prophesies of Judgement on the Nations
25:1-32:32
i. A Prophecy against Ammon
25:1-7:1
3 Sig við Ammonitar: Hoyrið orð Harrans HARRANS! So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at tú rópti: „Tað var gott!“ um halgidóm Mín, sum vanhalgaður er, yvir Ísraelsland, sum lagt er í oyði, og yvir hús Juda, sum noyddist at fara í útlegd
4 – ja, so skal Eg lata Eysturlendingar fáa teg at eiga; teir skulu seta upp tjøld síni í tær og reisa bústaðir sínar í tær; teir skulu eta ávøkst tín og drekka mjólk tína.
5 Eg skal gera Rabba kamelum til haglendi og Ammonitaland smáfæi til støðu – og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
6 Tí so sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at tú klappaði saman hendur, trampaði við fótunum og við allari vanvirðingini í sál tíni gleddist yvir Ísraelsland
7 – ja, so rætti Eg út hondina móti tær og gevi heidningum teg til føði; Eg oyði teg millum fólkasløgini, striki teg út millum londini og geri teg til einkis – og tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN.
ii. A Prophecy against Moab
25:8-11:1
8 So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at Móab og Se’ir søgdu: „Nú er jú gingið við húsi Juda sum við øllum hinum tjóðunum!“
9 – ja, so skal Eg opna síðu Móabs líka frá býunum, frá býum tess í øllum ættum, hin fagrasta part landsins – Bet-Jesimot, Ba’al-Meon og líka at Kirjatajim –
10 so at Eysturlendingar sleppa inn – eins og Eg skal gera við Ammonitaland, sum Eg gevi teimum at eiga, fyri at eingin millum tjóðirnar skal minnast Ammonitaland hereftir.
iii. A Prophecy against Edom
25:12-14:1
12 So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at Edom var so hevningarsamt við hús Juda og dró skyld oman yvir seg við at hevna seg á tey,
13 tí sigur Harrin HARRIN so: Eg skal rætta út hondina móti Edom og beina burtur haðani bæði fólk og fæ; Eg skal gera tað til oyðimørk líka úr Teman, og líka at Dedan skulu tey falla fyri svørði.
14 Hevnd Mína móti Edom skal Eg leggja í hendur Ísraels, fólks Míns; teir skulu gera við Edom eftir vreiði og bræði Míni, og tey skulu fáa hevnd Mína at kenna – sigur Harrin HARRIN.
iv. A Prophecy against the Philistines
25:15-17:1
15 So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at Filistarar vóru so hevningarsamir – aftur fyri at teir við allari vanvirðingini í sál síni hevndu seg og herjaðu í endaleysum hatri,
16 tí sigur Harrin HARRIN so: Eg rætti út hondina móti Filistarum, týni Kretar og geri enda á teimum, sum eftir eru í landinum fram við sjónum.
17 Eg skal lata stóra hevnd koma yvir tey og revsa tey í vreiði Míni, og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg lati hevnd Mína koma yvir tey.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul