Ezekiel kap. 45
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
5.
Consecration of the Land
45:1-6:1
1
Táið tit við lutakasti skifta landið í óðal, skulu tit lata gávu til HARRAN, heilagan part av landinum, 25000 stengur langan og 10000 breiðan; hann skal vera heilagur, so langt sum hann gongur, í allar ættir.
2
Av hesum skal takast til halgidómin fýrhyrnt stykki, 500 stengur á longd og 500 á breidd, við 50 alin breiðum, opnum plássi rundanum.
3
Soleiðis skalt tú eftir hesum máli mála 25000 stengur á longd og 10000 á breidd, og har skal halgidómurin, hitt háheilaga, vera.
4
Hetta er heilagur partur av landinum; tað skal tilhoyra prestunum, sum gera tænastu í halgidóminum, teimum, sum koma nær at tæna HARRANUM, og tað skal geva teimum rúm til bústaðir og vera heilagt pláss til halgidómin.
5
Og 25000 stengur á longd og 10000 á breidd skal tilhoyra Levitunum, sum gera tænastu í húsinum; teir skulu hava tjúgu garðar í ogn.
6
Býnum skulu tit geva ogn, 5000 stengur á breidd og 25000 á longd, javnsíðis við halgidómslutin; tað skal tilhoyra øllum húsi Ísraels.
6.
The Prince’s Portion
45:7-9:1
7
Høvdingin skal hava lut sín báðumegin halgidómslutin og býognina – fram við halgidómslutinum og býognini, bæði fyri vestan – vestureftir – og fyri eystan – eystureftir – og á longd svarandi til ein ættarlutin, frá markinum fyri vestan at markinum fyri eystan.
8
Hetta skal hann hava sum land sítt, sum ogn sína í Ísrael. Og høvdingar Mínir skulu ikki kúga fólk Mítt longur, men lata hús Ísraels hava landið eftir ættunum.
9
So sigur Harrin HARRIN: Latið nú vera nóg mikið, tit høvdingar Ísraels! Fáið burt yvirgang og kúgan, og gerið rætt og rættvísi, gevið uppat at reka fólk Mítt av húsi og heimi! – sigur Harrin HARRIN.
7.
Honest Scales
45:10-12:1
10
Beina vekt, rætta efu og rætt bat skulu tit hava.
11
Efa og bat skulu vera líka stór, so bat er tíggjundaparturin av homer, og efa tíggjundaparturin av homer; eftir homer skal mál teirra vera.
12
Sekulin skal vera 20 gerur; minan skal hjá tykkum vera 20 seklar, 25 seklar, 15 seklar.
8.
Offerings and Feasts
45:13-25:1
13
Hetta er offurgávan, ið tit skulu lata: Sættingin av efu av hvørjum homer av hveiti og sættingin av efu av hvørjum homer av byggi.
14
Av oljuni er hetta ásett at lata: Tíggjundapartin av bat av hvørjum kor* – tíggju bat eru í homerinum, tí homer er tíggju bat.
15
Framvegis, av smáfænum: Eitt lamb av hvørjum 200 – úr feita haglendi Ísraels – til matoffur, brennioffur og takkoffur, til at gera bót fyri tey – sigur Harrin HARRIN.
16
Alt fólkið í landinum skal hava skyldu at lata hesa offurgávu til høvdinga Ísraels.
17
Men høvdingin skal hava skyldu at ofra brenniofrini, matofrið og drykkjuofrið á høgtíðunum og sólkomudagarnar og sabbatarnar – á øllum høgtíðum Ísraels; hann skal ofra syndofrið, matofrið, brenniofrið og takkofrini til at gera bót fyri hús Ísraels.
18
So sigur Harrin HARRIN: Tann fyrsta í fyrsta mánaði skalt tú taka lýtaleysan, ungan tarv og reinsa halgidómin frá synd.
19
Presturin skal taka av blóði syndoffursins og smyrja á durastavir húsins, á hini fýra horn altarstallanna og á durastavirnar í portri Innara Forgarðs.
20
Sama skalt tú gera tann sjeynda í mánaðinum, fyri teirra skuld, sum hava syndað av misgáum ella av fávitsku; soleiðis skulu tit gera bót fyri húsið.
21
Tann fjúrtanda í fyrsta mánaði skulu tit halda páskir, á teirri høgtíð skulu tit í sjey dagar eta ósúrgað breyð.
22
Tann dagin skal høvdingin ofra tarv sum syndoffur fyri seg og fyri alt fólkið í landinum.
23
Teir sjey høgtíðardagarnar skal hann ofra HARRANUM brennioffur, sjey lýtaleysar tarvar og sjey lýtaleysar veðrar hvønn dag hesar sjey dagarnar, og sum syndoffur bukk hvønn dag.
24
Sum matoffur skal hann ofra efu við hvørjum tarvinum, efu við hvørjum veðrinum og hin av olju við hvørji efu.
25
Tann fimtanda í sjeynda mánaði – á høgtíðini – skal hann ofra líka mikið sum hetta, bæði syndoffur og brennioffur, bæði matoffur og olju; tað skal hann gera í sjey dagar.