Ezekiel kap. 37

Uppsetan
v. The Valley of Dry Bones Restored
37:1-14:1
1 Hond HARRANS kom yvir meg, og HARRIN fór í Andanum út við mær og setti meg niður mitt í dalinum; hann var fullur av beinum.
2 Hann leiddi meg rundan um tey, og eg sá, at tey lógu har í stórari nøgd um allan dalin; tey vóru heilt uppturkað.
3 So segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Munnu hesi bein fara at livna upp aftur?“ Eg svaraði: „Harri HARRI – Tú veitst tað!“
4 Tá segði Hann við meg: „Profetera um hesi bein og sig við tey: Tit turru bein! Hoyrið orð HARRANS!
5 So sigur Harrin HARRIN við hesi bein: Eg lati anda koma í tykkum, og tit skulu verða livandi.
6 Eg skal seta sinar á tykkum, lata hold koma á tykkum, draga húð yvir tykkum og geva anda í tykkum, og tit skulu verða livandi – og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.“
7 Eg profeteraði nú, eins og mær var álagt, og har varð gangur, meðan eg profeteraði; tað fór at braka, og beinini nærkaðust hvørt at øðrum.
8 Eg sá, hvussu sinar og hold komu á tey, og hvussu húð dróst yvir tey uttan yvir hetta; men andi var eingin í teimum.
9 Tá segði Hann við meg: „Profetera og tala til andan – profetera, menniskjasonur, og sig við andan: So sigur Harrin HARRIN: Kom úr ættunum fýra, andi, og blás á hesar dripnu, so teir livna upp aftur!“
10 Eg profeteraði, eins og Hann hevði givið mær boð um, og andin kom í teir, og teir vórðu livandi og reistust á føtur, ovurhonds stórur herur.
11 Síðani segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Hesi bein eru alt hús Ísraels. Tey siga jú: „Bein okkara eru uppturkað, og vón okkara er komin upp í einki – tað er úti við okkum!“
12 Profetera tí og sig við tey: So sigur Harrin HARRIN: Eg opni gravir tykkara og lati tykkum, fólk Mítt, koma upp úr grøvum tykkara; og Eg flyti tykkum inn í Ísraelsland.
13 Og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg opni gravir tykkara og lati tykkum, fólk Mítt, koma upp úr grøvum tykkara.
14 Eg skal geva Anda Mín í tykkum, so tit verða livandi, og Eg skal búseta tykkum í landi tykkara – og tit skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi talað, og at Eg eisini geri tað, sigur HARRIN.“
vi. One Nation with One King
37:15-28:1
16 Tú, menniskjasonur! Tak tær stav og skriva á hann: „Fyri Juda, og fyri teir Ísraelsmenn, ið við honum eru.“ Tak tær síðani annan stav og skriva á hann: „Fyri Jósef – stavur fyri Efra’im og alt hús Ísraels, sum við honum er.“
18 Táið tá landsmenn tínir siga við teg: „Vilt tú ikki siga okkum, hvat tú meinir við hasum?“
19 skalt tú svara teimum: „So sigur Harrin HARRIN: Eg taki stav Jósefs, sum er í hond Efra’ims, og ættir Ísraels, sum við honum eru, og leggi aftrat stavi Juda og geri teir til ein stav, so teir verða til eitt í hond Míni.“
21 Sig síðani við teir: So sigur Harrin HARRIN: Eg skal fáa Ísraelsmenn heimaftur frá tjóðunum, hagar teir fóru, og Eg skal savna teir saman úr øllum ættum og leiða teir inn aftur í land teirra.
22 Eg skal gera teir til einans tjóð í landinum, á Ísraelsfjøllum, og ein kongur skal vera kongur yvir teimum øllum; teir skulu ikki longur vera tvær tjóðir og ikki longur vera skiftir í tvey ríki.
23 Teir skulu ikki longur gera seg óreinar við avgudum sínum og viðurstygdum sínum, ei heldur við nakrari av misgerðum sínum; og Eg skal frelsa teir frá øllum fráfalli teirra, sum teir hava syndað við, og reinsa teir; teir skulu vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud teirra.
24 Tænari Mín Dávid skal vera kongur yvir teimum, og ein og sama hirða skulu teir allir hava; lógum Mínum skulu teir ganga eftir, og boð Míni skulu teir halda og gera eftir teimum.
25 Teir skulu búgva í landinum, sum Eg gav tænara Mínum Jákupi – tí, sum fedrar tykkara búðu í; teir skulu búgva í tí til ævigar tíðir, teir og børn og barnabørn teirra. Og tænari Mín Dávid skal vera høvdingi teirra til ævigar tíðir.
26 Eg skal gera friðarsáttmála við teir – ævigur sáttmáli við teir skal tað vera – og Eg skal búseta teir í landi Mínum og lata teir gerast fjølmentar. Og halgidóm Mín skal Eg seta mitt millum teirra í allar ævir.
27 Bústaður Mín skal vera yvir teimum; Eg skal vera Gud teirra, og teir skulu vera fólk Mítt.
28 Og tjóðirnar skulu sanna, at Eg eri HARRIN, sum halgi Ísrael, táið halgidómur Mín verður verandi mitt ímillum teirra í allar ævir.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul