Ezekiel kap. 13
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
ii.
Reproof of False Prophets
13:1-23:1
1
Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
2
Menniskjasonur! Profetera móti profetum Ísraels, sum profetera – sig við teir, ið profetera út av sínum egna hjarta: Hoyrið orð HARRANS!
3
So sigur Harrin HARRIN: Vei dáraprofetunum, ið ganga eftir sínum egna anda og eftir tí, sum teir ikki hava sæð!
4
Sum revar á oydnum støðum eru profetar tínir, Ísrael!
5
Tit hava ikki stigið fram í skørðini í múrinum og hava ongan múr reist rundan um hús Ísraels, so tey kundu staðið seg í stríðinum dag HARRANS.
6
Sjónir teirra vóru fáfongd, og spádómar teirra lygn, teir, sum siga: „So sigur HARRIN!“ – tóat HARRIN ikki hevur sent teir – og sum vóna, at orð teirra skulu ganga út.
7
Eru tað ikki tómar sjónir, tit hava skoðað, og lygispádómar, tit hava borið fram, táið tit siga: „So sigur HARRIN!“ tóat Eg havi ikki talað!
8
Tí sigur Harrin HARRIN so: Aftur fyri at tit tala fáfongd og skoða lygn – ja, so skal Eg hitta tykkum! – sigur Harrin HARRIN.
9
Hond Mín skal vera móti profetunum, ið skoða fáfongd og spáa lygn; har sum fólk Mítt kemur saman, skulu teir ikki vera; í bókini, sum hús Ísraels er skrivað í, skulu teir ikki standa, og til Ísraelsland skulu teir ikki koma – tit skulu sanna, at Eg eri Harrin HARRIN.
10
Aftur fyri – ja, aftur fyri at teir hava leitt fólk Mítt av leið og sagt: „Friður!“ tóat eingin friður er, og táið fólkið laðar vegg, hvítta hann við kálki
11
– so sig við teir, hasar, sum hvítta, at hann skal falla! Grovregn kemur, steinar skulu hegla niður, og harðveður skal bresta á.
12
Táið tá veggurin er raplaður, fer tá ikki at verða sagt við tykkum: „Hvar er kálkið, ið tit hvíttaðu hann við?“
13
Tí sigur Harrin HARRIN so: Ja, Eg skal í bræði Míni lata harðveður bresta á, í vreiði Míni lata grovregn koma og í bræði Míni lata hegla grót, so alt verður lagt í oyði.
14
Eg skal bróta niður veggin, ið tit hava hvíttað, og lata hann bólta til jarðar, so at grundvøllur hansara kemur at liggja berur; táið tað* fellur, skulu tit ganga til grundar mitt í tí, og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
15
Eg skal úthella vreiði Mína yvir veggin og yvir teir, ið hvíttaðu hann, og Eg skal siga við tykkum: Veggurin er ikki til longur, og heldur ikki teir, ið hvíttaðu hann
16
– profetar Ísraels, sum profeteraðu um Jerusalem og skoðaðu friðarsjónir, tí til vildar – tóat eingin friður er, sigur Harrin HARRIN.
17
Og tú, menniskjasonur! Vend andlitið móti døtrum fólks tíns, sum profetera eftir sínum egna hjarta – profetera móti teimum
18
og sig: So sigur Harrin HARRIN: Vei teimum, ið seyma bind til allar handliðir og gera hettur til øll høvd, bæði á stórum og smáum – til at fanga sálir! Sálir fólks Míns fanga tit, og tit halda lívinum í sálum – til egnan vinning!
19
Tit vanhalga Meg hjá fólki Mínum fyri nakrar nevar av byggi og fyri nakrar breyðbitar – og drepa soleiðis sálir, ið ikki áttu at doyð, og halda lívinum í sálum, sum ikki eiga at liva, við tað at tit lúgva fyri fólki Mínum – sum er ovfegið at lurta eftir lygn!
20
Tí sigur Harrin HARRIN so: Eg skal fáa hendur á bindum tykkara, sum tit fanga sálirnar við eins og fuglar, og Eg skal skræða tey av ørmum tykkara; og sálirnar, ið tit fanga, teimum skal Eg sleppa leysum sum fuglum.
21
Eg skal skræða sundur hettur tykkara og frelsa fólk Mítt úr hondum tykkara; tey skulu ikki longur vera fongur í hondum tykkara – og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN!
22
Aftur fyri at tit við lygn gera hjarta hins rættvísa mótfallið – tóat Eg ikki vildi volda honum sorg – og styrkja hendur hins gudleysa, so hann ikki vendir við av óndu leið síni og bjargar lívinum,
23
skulu tit ikki longur skoða fáfongd ella spáa lygispádómar; nei, Eg skal frelsa fólk Mítt úr hondum tykkara, og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.