Ezekiel kap. 31

Uppsetan
6. Egypt Will Fall like Assyria
31:1-18:1
2 Menniskjasonur! Sig við Farao kong í Egyptalandi og við mannamúgvu hansara, sum ger óljóð: Hvørjum ert tú líkur í stórleika tínum!
3 Assur var jú sedrisviður á Libanon við føgrum greinum, skuggandi krúnu og hávaksin; toppur hansara rakk upp millum skýggini.
4 Vatnið gjørdi hann stóran, vatnsdjúpið gjørdi hann høgan; við streymum sínum gekk tað rundan um staðið, har hann var plantaður, og sendi smááir sínar út til øll trø á markini.
5 Tí vaks hann seg hægri enn øll trø á markini, og hann fekk nógvar greinar og langar kvistar, av tí at so nógv væta var, har sum hann breiddi seg út.
6 Á kvistum hansara reiðraðust fuglar himmalsins, undir greinum hansara løgdu øll dýr á markini ungar sínar, og í skugga hansara búðu øll hini mongu fólkasløg.
7 Hann var fagur í stórleika sínum, við longu greinum sínum; tí við rót hansara treyt ikki vatn.
8 Sedristrøini í urtagarði Guds vóru ikki líkar hansara, einki sypristræ hevði slíkar greinar sum hann, eingin lyn hevði kvistar sum hann; einki træ í urtagarði Guds kundi metast javnt við hann í vakurleika.
9 Fagran hevði Eg gjørt hann við mongu greinum hansara, og øll trø í Eden – í urtagarði Guds – øvundaðu hann.
10 Tí sigur Harrin HARRIN so: Við tað at hann er vorðin so hávaksin og hevur toygt toppin upp millum skýggini – og er vorðin hugmóðigur av tí, at hann er vorðin so høgur –
11 so gevi Eg hann einum í hendur, sum veldigur er millum tjóðirnar; hann skal gera við hann, sum hann vil. Aftur fyri gudloysi hansara rak Eg hann út,
12 og fremmandir, hinar grummastu millum tjóðirnar, høgdu hann niður og lótu hann liggja; á fjøllunum og í øllum dølum fullu kvistar hansara; greinar hansara vórðu brotnar sundur við hvørt gil í landinum, og øll fólk á jørðini rýmdu burt úr skugga hansara og lótu hann liggja.
13 Á falna buli hansara settust allir fuglar himmalsins, og við greinar hansara leitaðu øll dýr á markini sær ból
14 – fyri at eingi trø, sum vaksa við vatn, skulu verða hugmóðig av stødd síni og toyggja toppin upp millum skýggini, og fyri at hini sterkastu av teimum, øll tey, sum súgva vatn upp í seg, skulu ikki standa har so høg; tí tey eru øll somul givin upp til deyðan og noyðast niður í land deyðaríkisins, millum menniskjabørnini, til teirra, sum farin eru niður í grøvina.
15 So sigur Harrin HARRIN: Tann dag hann fór niður í deyðaríkið, læt Eg vatnsdjúpið syrgja; Eg breiddi út yvir tað fyri hansara skuld; Eg steðgaði streymum tess, og hini stóru vøtn vórðu hildin aftur. Eg klæddi Libanon í svart fyri hansara skuld, og øll trø á markini ørmaktaðust fyri hansara skuld.
16 Við dunanum av falli hansara fekk Eg fólkasløg at nøtra – táið Eg læt hann fara niður í deyðaríkið við teimum, sum fara niður í grøvina; tá vórðu tey uggað í landi deyðaríkisins, øll trø Edens, hini bestu og fagrastu á Libanon, øll tey, sum sugu vatn upp í seg.
17 Eisini tey fóru niður við honum í deyðaríkið til teirra, sum dripnir vóru við svørði; tí sum armur* hansara høvdu teir sitið í skugga hansara millum tjóðirnar.
18 Hvørjum ert tú* soleiðis líkur í dýrd og stórleika millum trø Edens? – Og tó skalt tú við trøum Edens verða stoyttur niður í land deyðaríkisins; mitt ímillum óumskornar skalt tú liggja, saman við teimum, sum dripnir eru við svørði. – So skal gangast Farao og allari mannamúgvu hansara, sum ger óljóð – sigur Harrin HARRIN.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul