Ezekiel kap. 3

Uppsetan
1 Nú segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Et tað, ið tú hevur fyri tær her, et hesa bókrullu, og far so og tala til hús Ísraels!“
3 og segði við meg: „Menniskjasonur! Metta búk tín og fyll innvøl tín við hesi rullu, ið Eg gevi tær!“ Eg át nú, og í munni mínum var hon søt sum hunangur.
4 So segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Far til hús Ísraels og tala til teirra við orðum Mínum!
5 Tí tú verður sendur til hús Ísraels, ikki til fólk, ið hevur torskilið mál og hevur ilt við at tosa,
6 ikki til mong fólkasløg, ið hava torskilið mál og hava ilt við at tosa, og hvørja orð tú skilir ikki – sanniliga, hevði Eg sent teg til teirra, tey høvdu lurtað eftir tær!
7 Men hús Ísraels fer ikki at lurta eftir tær – tí teir lurta ikki eftir Mær! Alt hús Ísraels hevur harðar pannur og forherðað hjørtu.
8 Men Eg geri andlit títt hart móti andliti teirra og pannu tína harða móti pannu teirra;
9 sum diamant, harðari enn stein, geri Eg pannu tína; tú skalt ikki óttast teir og ikki ræðast fyri andliti teirra; tí ólýðin ætt eru teir.“
10 Framvegis segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Øll orðini, ið Eg tali til tín, skalt tú taka inn í hjartað og hoyra við oyrunum.
11 Far síðani til landsmenn tínar, sum í útlegd eru, og tala til teirra og sig: „So sigur Harrin HARRIN!“ – um teir nú lurta eftir ella ikki.“
12 Nú lyfti andin meg upp, og eg hoyrdi aftan fyri meg óføra hart ljóð dynja: „Lovað veri dýrd HARRANS, haðani sum Hann er!“
13 somuleiðis ljóðið av veingjum hinna livandi veranna, sum numu hvør við aðra, og ljóðið av hjólunum við lið teirra og dunið av ógvuligum óljóði.
14 Andin lyfti mær upp og tók meg, og eg fór avstað, grammur og uppøstur í andanum; og hond HARRANS var sterk yvir mær.
15 Eg kom so til teirra, sum vóru í útlegd í Tel-Abib, tey, sum búðu við Kebará – hagar ið tey búðu; og eg sat í sjey dagar har ímillum teirra og stardi fram fyri meg.
2. Ezekiel the Watchman
3:16-27:1
17 „Menniskjasonur! Eg havi sett teg húsi Ísraels til vaktara, og táið tú hoyrir orð av munni Mínum, skalt tú ávara tey frá Mær.
18 Táið Eg sigi við hin gudleysa: „Tú skalt vissuliga doyggja!“ og tú tá ikki ávarar hann, ikki talar og gevur hinum gudleysa ávaring viðvíkjandi gudleysa atburði hansara – fyri at bjarga lívi hansara – skal hann, hesin gudleysi, doyggja fyri misgerð sína – men blóð hansara skal Eg krevja av hond tíni!
19 Men táið tú hevur ávarað hin gudleysa, og hann vendir ikki við frá gudloysi sínum og ógudiliga atburði sínum, skal hann doyggja fyri misgerð sína – og tú hevur bjargað sál tíni!
20 Og táið ein rættvísur vendir sær frá rættvísi síni og ger órætt, skal Eg leggja snávistein á leið hansara – hann skal doyggja! Táið tú tá ikki hevur ávarað hann, skal hann doyggja í synd síni, og rættvísigerðirnar, ið hann hevur gjørt, skulu ikki verða minstar honum – men blóð hansara skal Eg krevja av hond tíni!
21 Men táið tú hevur ávarað hin rættvísa, at hann, hin rættvísi, má ikki synda – og hann ikki syndar, skal hann vissuliga liva, við tað at hann tók við ávaring – og tú hevur bjargað sál tíni!“
22 Síðani kom hond HARRANS yvir meg har, og Hann segði við meg: „Reis teg og far oman í dalin! Har skal Eg tala við teg.“
23 Eg reistist tá og fór oman í dalin, og har stóð dýrd HARRANS, soleiðis sum eg hevði sæð hana við Kebará. Tá fall eg á andlit mítt.
24 Men andin kom í meg og fekk meg aftur á føtur at standa. So talaði Hann við meg og segði: „Far og stong teg inni í húsi tínum!
25 Og tú, menniskjasonur! Teir fara at leggja tog á teg og binda teg við teimum, so tú fært ikki gingið út og inn millum teirra.
26 Tungu tína skal Eg lata hanga fasta í gómunum, so tú verður málleysur og fært ikki verið teimum revsari. – Tí ólýðin ætt eru tey.
27 Men táið Eg tali til tín, skal Eg lata upp munn tín, og tú skalt siga við tey: „So sigur Harrin HARRIN!“ Og so kann tann lurta eftir, sum vil lurta eftir, og tann, ið ikki vil, kann lata vera! – Tí ólýðin ætt eru tey.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul