Jeremias kap. 49
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
d.
Judgment on the Ammonites
49:1-6:1
1
Um Ammonitar. So sigur HARRIN: Hevur Ísrael ongar synir, ella hevur tað ongan arvinga! Hví hevur Milkom tikið Gad í ogn? Hví hevur fólk hansara búsett seg í býunum har?
2
Tí skulu dagar koma – sigur HARRIN – táið Eg lati herróp ljóða móti Rabba í Ammonslandi; tað skal verða oyðin eyrdungi, døtur tess skulu verða brendar, og Ísrael skal arva arvingar sínar – sigur HARRIN.
3
Vena teg, Hesbon, tí Ai er lagt í oyði! Rópið, tit Rabbadøtur, sveipið tykkum í syrgibúna, gremjið tykkum og rennið um við fæbyrgini! Tí Milkom fer í útlegd, og prestar og høvdingar hansara – allir samlir.
4
Hví rósar tú tær av dølum tínum, av, at dalur tín gevur slíka yvirflóð, fráfalna dóttirin, sum lítur á skattir tínar og sigur: „Hvør fær gjørt mær nakað!“
5
Men Eg lati ræðslu koma á teg – sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna – frá øllum, ið rundan um teg búgva; tit skulu verða rikin burt, hvør í sína ætt, og eingin skal savna saman tey, sum flýggja.
6
Men síðani skal Eg loysa Ammonitar úr útlegdini – sigur HARRIN.
e.
Judgement on Edom
49:7-22:1
7
Um Edom. So sigur HARRIN Gud herskaranna: Er eingin vísdómur longur í Teman? Finnast eingi ráð longur hjá hinum vitigu? Er vísdómur teirra uppi?
8
Flýggið, vendið við, fjalið tykkum djúpt niðri, tit, sum í Dedan búgva! Tí Eg lati vanlukku Esaus koma á hann, tíðina táið Eg heimsøki hann.
9
Um teir, ið heysta vín, leggja á teg, lata teir einki seinnaheyst vera eftir; koma tjóvar á nátt, oyða teir, inntil teir hava nóg mikið.
10
Tí Eg lati Esau naknan, Eg sigi frá, hvar hann fjalir seg – ja, um hann vil fjala seg, so fær hann ikki; børn hansara, brøður hansara og grannar hansara verða forkomin, og tað er úti við honum.
11
Far frá faðirleysu tínum! Eg skal halda lívinum í teimum. Og einkjur tínar kunnu líta á Meg.
12
Tí so sigur HARRIN: Tey, sum ikki áttu at drukkið steypið, noyðast at tøma tað, og so skuldi tú sloppið undan straff! Nei, tú skalt ikki verða óstraffaður, tú skalt noyðast at tøma tað.
13
Tí Eg havi svorið um Meg sjálvan – sigur HARRIN – at Bozra skal verða til ræðslu, til spott, til oyðimørk og til bann, og allir býir tess skulu verða til ævigar oyðimarkir.
14
Tíðindi havi eg hoyrt frá HARRANUM, boðberi er sendur út millum tjóðirnar: Savnið tykkum saman og haldið ímóti tí, reisist til bardaga!
15
Tí Eg geri teg lítlan millum tjóðirnar, vanvirdan millum menniskjuni.
16
Ræðsla komi yvir teg! Hugmóð hjarta tíns hevur dárað teg, tú, sum býrt í bergskorum, tú, ið hevur tilhald uppi á tindunum. Um tú so gert tær reiður høgt sum ørnin, skal Eg stoyta tær oman haðani – sigur HARRIN.
17
Edom skal verða til ræðslu; ein og hvør, sum kemur fram við tí, skal ræðast og spotta um allar plágur tess.
18
Sum táið Sodoma og Gomorra og allir grannabýirnir har vórðu lagdir í oyði – sigur HARRIN – skal eingin maður búgva har, einki menniskjabarn hava tilhald har.
19
Sum leyva kemur hann út úr stoltleika* Jordans og fer út á eingirnar, ið altíð eru grønar; tí eftir eini løtu skal Eg reka teir burt haðani, og tann, ið útvaldur er, hann skal Eg seta yvir tað; tí hvør er sum Eg, hvør býður til at stevna Mær, og hvør er tann hirði, ið er maður fyri at standa fyri ásjón Míni!
20
Hoyrið tí ráðið, ið HARRIN hevur lagt móti Edom, og hugsanirnar, ið Hann hevur hugsað móti teimum, sum í Teman búgva: Vissuliga, tey skulu verða drigin burt, hini smáu lombini; vissuliga, haglendi teirra skal verða ræðslusligið um tey!
21
Av braki fals teirra nøtrar jørðin; neyðarróp ljóða, sum hoyrast líka at Reyðahavi.
22
Sum ørn fer hann upp og flýgur og breiðir út veingirnar yvir Bozra, og hjarta kappanna í Edom verður tann dag sum hjarta kvinnu í barnsneyð.
f.
Judgment on Damascus
49:23-27:1
23
Um Damaskus. Hamat og Arpad eru vorðin til skammar, tí tey hava hoyrt ring tíðindi – tey ganga undir av angist. – Í havinum er ófriður; tað fær ikki verið stilt.
24
Damaskus er mótfallið; tað vendir sær til at flýggja; ræðsla hevur gripið tað; angist og verkir hava gripið tað, sum kvinnuna, ið hevur fingið ilt.
25
Hví lótu teir hann ikki vera, hin lovprísaða staðin, gleðibý mín?
26
Tí skulu hinir ungu menn tess falla á gøtum tess, og allir hermenninir skulu umkomast tann dag – sigur HARRIN Gud herskaranna.
27
Eg skal seta eld á múr Damaskus; hann skal oyða hallir Benhadads.
g.
Judgment on Kedar and Hazor
49:28-33:1
28
Um Kedar og Hazorsríki, sum Nebukadnezar bábelskongur vann. So sigur HARRIN: Komið, haldið á Kedar, gerið enda á sonum Eysturlandsins!
29
Tjøld teirra og smáfæ teirra skulu teir taka; tjaldteppum teirra og øllum amboðum teirra og kamelum teirra skulu teir fara avstað við, og teir skulu rópa til teirra: „Ræðsla úr øllum ættum!“
30
Flýggið, flýggið sum skjótast, fjalið tykkum djúpt niðri, tit, sum í Hazor búgva! – sigur HARRIN; tí Nebukadnezar kongur í Bábel hevur lagt ráð móti tykkum og upphugsað ilt móti tykkum.
31
Avstað! Haldið á meinaleysa tjóð, ið býr trygg! – sigur HARRIN; teir hava hvørki portur ella sláir, teir búgva fyri seg sjálvar.
32
Kamelar teirra skulu verða til rán, og hinir stóru neytaflokkar teirra til fong; Eg skal spjaða teir í allar ættir, teir, sum klippa niðan av hárinum; úr øllum ættum skal Eg lata vanlukku koma yvir teir – sigur HARRIN.
33
Hazor skal verða til sjakalabústað, oyðimørk til ævigar tíðir; einki menniskja skal búgva har, einki menniskjabarn skal hava tilhald har.
h.
Judgment on Elam
49:34-39:1
34
Orð HARRANS, sum kom til Jeremias profet um Elam í byrjan ríkisstjórnar Zedekiasar judakongs; Hann segði:
35
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg bróti sundur boga Elams, bestu megi teirra.
36
Og Eg skal úr fýra ættum himmalsins lata koma fýra vindar yvir Elam og spjaða tey í hesar fýra ættir; ikki skal vera tann tjóð, sum hini burtriknu úr Elam ikki koma til.
37
Eg skal lata Elam ræðast fíggindar sínar og teir, ið liggja tí eftir livinum; Eg skal lata vanlukku koma yvir tey, brennandi vreiði Mína – sigur HARRIN – og Eg skal senda svørðið eftir teimum, inntil Eg havi gjørt enda á teimum.
38
Eg reisi hásæti Mítt í Elam, og Eg oyði har bæði kong og høvdingar – sigur HARRIN.
39
Men á síðstu døgum skal Eg loysa Elam úr útlegdini – sigur HARRIN.