Jeremias kap. 32

Uppsetan
iii. Jeremiah Buys Hanamel’s Field
32:1-44:1
1 Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM, tíggjunda árið ið Zedekias judakongur sat við stýrið – tað var átjanda árið, ið Nebukadnezar sat við stýrið.
2 Herur bábelskongs helt tá Jerusalem kringsett, og Jeremias profetur var innistongdur í vaktargarðinum, sum hoyrdi til høll judakongs;
3 har hevði Zedekias kongur í Juda latið steingja hann inni við hesum orðum: „Hví profeterar tú og sigur: So sigur HARRIN: Eg gevi henda bý í hendur bábelskongs, og hann skal taka hann;
4 og Zedekias kongur í Juda skal ikki komast undan hondum Kaldeara; nei, hann skal verða givin í hendur bábelskongs, og hann skal tosa við hann munn til munn og síggja hann eyga til eyga;
5 hann skal fara til Bábel við Zedekiasi, og har skal hann vera, inntil Eg vitji hann – sigur HARRIN; táið tit berjast við Kaldearar, skal eydnan ikki vera við tykkum!“
7 Hanamel, sonur faðirbróður tín Sallum, kemur til tín og sigur: „Keyp jørð mína í Anatot! Tí tú eigur rættin at loysa hana, so tú kanst keypa hana.““
8 Og Hanamel, sonur faðirbróður, kom – sum HARRIN hevði sagt – til mín í vaktargarðinum og segði: „Keyp jørð mína í Anatot í Benjaminslandi! Tí tú hevur óðalsrættin, og tín er skyldan at loysa hana – keyp hana!“ Tá dugdi eg at síggja, at tað var orð HARRANS.
9 Eg keypti tí jørðina í Anatot frá Hanamel, syni faðirbróður, og eg vigaði honum út silvurið, 17 seklar.
10 Síðani skrivaði eg keypibræv, innsiglaði tað og tók vitni, og eg vigaði silvurið á vekt.
11 So tók eg keypibrævið, bæði hitt innsiglaða við avtaluni og korunum og hitt opna,
12 og eg fekk Baruk, syni Nerija, son Maseja, keypibrævið, meðan teir vóru hjástaddir – skyldmaður mín Hanamel, vitnini, ið høvdu skrivað undir keypibrævið, og allir Jødarnir, sum í vaktargarðinum sótu.
14 „So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Tak hesi brøv, hetta innsiglaða keypibrævið og hetta opna brævið, og legg tey í leirílat, so tey kunnu halda seg langa tíð!
15 Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Eina ferð enn skulu hús, jørð og víngarðar verða keypt í hesum landi.“
16 Táið eg hevði fingið Baruk, syni Nerija, keypibrævið, bað eg til HARRAN; eg segði:
17 „Á Harri HARRI! Tú ert jú tann, ið hevur skapt himmal og jørð við mikla mátti Tínum og útrætta armi Tínum; einki er Tær ov undurfult,
18 Tú, sum gert náði móti túsundum og lønir børnum misgerð fedranna, ið undan teimum gingu – Tú stóri, veldigi Gud, ið eitur HARRIN Gud herskaranna,
19 Tú, sum ert stórur í ráðum og veldigur í verkum, Tú, hvørs eygu eru upplatin yvir leiðum hvørs menniskjabarns, til at geva einum og hvørjum eftir atburði hansara og eftir ávøksti verka hansara,
20 Tú, sum gjørdi tekin og undur í Egyptalandi – og gert tey enn í dag, bæði við Ísrael og við onnur menniskju – og gjørdi Tær navn, sum er tað sama enn í dag!
21 Tú leiddi Ísrael, fólk Títt, út av Egyptalandi við teknum og undrum og við sterkari hond, útrættum armi og stórari ræðslu
22 og gavst teimum hetta land, sum Tú við eiði hevði lovað fedrum teirra at geva teimum, land, ið flýtur í mjólk og hunangi.
23 Tey komu og tóku tað í ogn. Men tey lurtaðu ikki eftir tí, sum Tú segði, og livdu ikki eftir lógum Tínum; einki gjørdu tey av tí, sum Tú hevði álagt teimum. Tí lætst Tú alla hesa vanlukku koma yvir tey.
24 Ja, álopsvirki fíggindanna eru komin líka at býnum, so teir fáa tikið hann; við svørði, hungri og pest er býurin givin í hendur Kaldeara, sum herja á hann, og tað, ið Tú hevur talað, er gingið út – sum Tú sjálvur sært.
25 Og kortini – hóast býurin er givin í hendur Kaldeara – hevur Tú, Harri HARRI, sagt við meg: „Keyp jørðina fyri pening og tak vitni upp á tað!““
28 Tí sigur HARRIN so: Eg gevi henda bý í hendur Kaldeara og í hendur Nebukadnezars kongs í Bábel; hann skal taka hann;
29 og Kaldearar, sum herja á henda bý, skulu koma og seta eld á hann og brenna hann – og húsini, har tey á tekjunum hava brent roykilsi fyri Ba’al og úthelt drykkjuoffur fyri øðrum gudum – til at eggja Meg til vreiði!
30 Tí líka frá ungdóminum hava Ísraelsmenn og Judamenn einki gjørt uttan tað, sum ónt er í eygum Mínum; Ísraelsmenn hava einki gjørt uttan eggjað Meg til vreiði við handaverkum sínum – sigur HARRIN.
31 Ja, líka frá tí degi, hesin staður varð bygdur, og til henda dag hevur hann eggjað Meg til vreiði og loypt ilt í Meg; Eg noyðist tí at beina hann burt frá ásjón Míni
32 – aftur fyri alt tað illa, ið Ísraelsmenn og Judamenn hava gjørt og eggjað Meg til vreiði við, teir og kongar teirra, høvdingar, prestar og profetar teirra, Judamenn og teir, sum í Jerusalem búgva.
33 Bakið og ikki andlitið vendu teir Mær; og tóat Eg lærdi teir tíðliga og seint, lurtaðu teir ikki eftir Mær og tóku ikki við tykt.
34 Nei, teir reistu viðurstygdir sínar í húsinum, sum kallað er við navni Mínum, og gjørdu tað óreint.
35 Teir bygdu Ba’al offurheyggjar í Hinnomssonardali, til at lata synir og døtur sínar ganga gjøgnum eldin fyri Molok – slíkt, sum Eg einki boð hevði givið teimum um, og sum aldri hevði verið Mær í huga – at teir skuldu gera nakað so viðurstyggiligt. Soleiðis fingu teir Juda at synda.
36 Men tí* sigur HARRIN Gud Ísraels nú so um henda bý, sum tit siga um: „Við svørði, hungri og pest er hann givin í hendur bábelskongs“:
37 Eg savni tey saman úr øllum londunum, hagar Eg rak tey burt í vreiði og bræði Míni og mikla sinnismuni Mínum – og Eg skal lata tey koma aftur higar og búgva trygg.
39 Og Eg skal geva teimum øllum sama hjartalag og læra tey øll sama veg – at óttast Meg allar dagar, so teimum kann gangast væl, teimum og børnum teirra eftir tey.
40 Eg skal gera ævigan sáttmála við tey um, at Eg aldri skal venda Mær frá teimum og geva uppat at gera væl við tey; ótta fyri Mær skal Eg leggja teimum í hjartað, so tey víkja ikki frá Mær.
41 Tað skal vera gleði Mín at gera væl við tey, og Eg skal í trúfesti og av øllum hjarta Mínum og allari sál Míni planta tey í hesum landi.
42 Tí so sigur HARRIN: Eins og Eg havi latið alla hesa stóru vanlukku koma yvir hetta fólk, skal Eg eisini lata koma yvir tey alt tað góða, ið Eg havi lovað teimum.
43 Jørð skal verða keypt í hesum landi, sum tit siga um: „Tað er oyðimørk, har er hvørki fólk ella fæ, tað er givið í hendur Kaldeara!“
44 Ja, jørð skal verða keypt fyri pening, keypibrøv skulu verða skrivað og innsiglað, og vitni tikin – í Benjaminslandi, í landinum rundan um Jerusalem og í býum Juda, býunum, bæði í fjallalandinum, láglendinum og Suðurlandinum. Tí Eg skal leiða heimaftur hini herleiddu teirra – sigur HARRIN.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul