Jeremias kap. 37
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
5.
Final Warnings Before the Fall of Jerusalem
37:1-38:28
a.
Jeremiah Warns Zedekiah
37:1-10:1
1
Zedekias, sonur Josias, varð kongur í staðin fyri Konja, son Jójakim; tí hann setti Nebukadnezar kongur í Bábel til kong í Judalandi.
2
Men hvørki hann ella tænarar hansara ella fólkið í landinum lurtaði eftir orði HARRANS – tí, sum Hann talaði við Jeremiasi profeti.
3
Tó sendi Zedekias kongur Jehukal, son Selemja, og Zefanja, son Ma’aseja, prestin, til Jeremias profet og læt siga: „Bið fyri okkum til HARRAN Gud okkara!“
4
Tá gekk Jeremias enn út og inn millum fólkið; hann var enn ikki fastsettur.
5
Og herur Faraos var hildin avstað úr Egyptalandi; og táið Kaldearar, ið hildu Jerusalem kringsett, frættu tað, fóru teir burtur frá Jerusalem.
6
Tá kom orð HARRANS til Jeremias profet; Hann segði:
7
So sigur HARRIN Gud Ísraels: So skulu tit svara judakongi, ið sendi tykkum til Mín at spyrja Meg: „Herur Faraos, sum er hildin avstað at koma tykkum til hjálpar, skal venda aftur til land sítt, Egyptaland.
8
Og Kaldearar skulu koma aftur og herja á henda bý, og teir skulu taka hann og brenna hann av.
9
So sigur HARRIN: Ikki mugu tit dára tykkum sjálvar og siga: „Vissuliga fara Kaldearar burtur frá okkum!“ Nei, einki fara teir burtur!
10
Ja, um tit so feldu allan Kaldearaherin, ið á tykkum herjar, so bert nakrir illa særdir menn vóru eftir av teimum, so skuldu hesir reist seg, hvør í tjaldi sínum, og brent henda bý av.“
b.
Jeremiah Imprisoned
37:11-21:1
11
Táið Kaldearaherurin var farin burtur frá Jerusalem undan heri Faraos,
12
fór Jeremias úr Jerusalem og skuldi fara til Benjaminsland at taka við arvaluti mitt ímillum fólkið.
13
Men táið hann kom í Benjaminsportur, stóð har ein høvuðsmaður yvir vaktini, sum æt Jerija; hann var sonur Selemja, son Hananja. Hann treiv í Jeremias profet og segði: „Tú ætlar at leypast til Kaldearar!“
14
Jeremias svaraði: „Tað er lygn! Eg ætli ikki at leypast til Kaldearar.“ Men Jerija lurtaði ikki eftir honum; hann tók hann og fór til høvdingarnar við honum.
15
Tá vórðu høvdingarnir illir við Jeremias og bankaðu hann, og teir settu hann í fangahúsið, í hús Jónatans ríkisskrivara; tí tað høvdu teir gjørt til fangahús.
16
Táið Jeremias var komin í fangaholið, í kjallaran, og hevði sitið har nógvar dagar,
17
sendi Zedekias kongur boð og læt hann leiða til sín; og kongurin spurdi hann loyniliga í húsi sínum: „Er nakað orð frá HARRANUM?“ Jeremias svaraði: „Ja!“ Og so segði hann: „Tú skalt verða givin í hendur bábelskongs!“
18
Síðani segði Jeremias við Zedekias kong: „Hvat havi eg syndað móti tær og tænarum tínum og hesum fólki, síðani tit hava sett meg í fangahús!
19
Og hvar eru nú profetar tykkara, teir, ið profeteraðu fyri tykkum og søgdu: „Bábelskongur skal ikki koma yvir tykkum og yvir hetta land!“
20
Og hoyr nú, harri kongurin! Lat eyðmjúku bøn mína koma fram fyri ásjón tína, og koyr meg ikki aftur í hús Jónatans ríkisskrivara – til at doyggja har!“
21
Zedekias kongur gav tá boð, at Jeremias skuldi sita fastur í vaktargarðinum; og teir góvu honum eitt breyð um dagin úr Bakaragøtu, inntil einki breyð var eftir í býnum. Soleiðis sat nú Jeremias í vaktargarðinum.