Jeremias kap. 14

Uppsetan
vii. Drought, Famine, Sword, and Plague
14:1-15:9
2 Juda syrgir, og portur tess ørmaktast; tey sita á jørðini í syrgibúna, og neyðarróp Jerusalems stíga upp.
3 Stórmenn tess senda tænarar sínar eftir vatni; teir koma til brunnarnar, men finna einki vatn; tóm koma íløt teirra aftur; teir verða til skammar og vónbrotnir og sveipa inn høvdið.
4 Teir, ið dýrka jørðina, eru vónbrotnir og sveipa inn høvdið, tí markin er sligin við ræðslu, við tað at einki regn fellur í landinum.
5 Ja, um tað so er hindin á markini, rýmir hon frá kálvinum, ið hon júst hevur kálvað – tí einki gras er.
6 Á naknum hæddum standa villesil og eru um at missa ondina – lík sjakalum; eygu teirra siga frá máttloysi – tí ongar urtir eru.
7 Um so misgerðir okkara vitna móti okkum, HARRI, so hjálp tó fyri navns Tíns skuld! Tí mangan fullu vit frá, móti Tær hava vit syndað.
8 Tú vón Ísraels, frelsari tess á neyðartíð! Hví ert Tú sum fremmandur í landinum, sum ferðamaður, ið bert reisir tjaldið fyri náttina?
9 Hví ert Tú sum ráðvillur maður, sum kappi, ið ikki er mentur at hjálpa? Og Tú ert tó mitt ímillum okkara, HARRI, og vit eru kallað eftir navni Tínum – yvirgev okkum ikki!
10 So sigur HARRIN um hetta fólk: Soleiðis dámar teimum at reika um, fótum sínum halda tey ikki aftur; tí toknast HARRANUM tey ikki, nú fer Hann at minnast misgerðir teirra og heimsøkja tey fyri syndir teirra.
12 Táið tey fasta, lurti Eg ikki eftir rópum teirra, og táið tey ofra brennioffur og matoffur, toknast Mær tey ikki; nei, við svørði, hungri og pest skal Eg gera enda á teimum.
13 Tá segði eg: „Á Harri HARRI! Profetarnir siga jú við tey: „Tit skulu ikki síggja svørð, og hungur skal ikki koma á tykkum, nei, tryggan frið gevi Eg tykkum á hesum staði!““
14 Men HARRIN svaraði: Lygn profetera profetarnir í navni Mínum; Eg havi hvørki sent teir ella givið teimum nakað boð ella talað til teirra; lygisjónir og falskan spádóm og svik hjarta síns er tað, teir profetera fyri tykkum.
15 Tí sigur HARRIN so um profetarnar, sum tala í navni Hansara, tóat Hann hevur ikki sent teir, og sum siga, at svørð og hungur skulu ikki koma yvir hetta land: Svørð og hungur skulu gera enda á hesum profetum!
16 Og fólkið, ið teir profetera fyri, skal liggja tveitt á gøtum Jerusalems, fallið fyri hungri og svørði, og eingin skal jarða tey – bæði menn og konur, bæði synir og døtur – og Eg skal úthella óndskap teirra yvir tey.
17 Og tú skalt siga við tey hetta orð: Tár renna mær av eygum nátt og dag og steðga ikki, tí moyggin – dóttir fólks míns – hevur fingið svárt slag, ógrøðandi sár.
18 Fari eg út á markina – hygg, har liggja teir, ið svørðið hevur felt, og fari eg inn í býin – hygg, har liggja tey, sum pínast av hungri! Ja, bæði profetur og prestur noyðast at fara til land, ið teir kenna ikki.
19 Hevur Tú tá heilt vrakað Juda? Vamlast sál Tín við Zion? Hví hevur Tú sligið okkum, so eingin fær grøtt okkum? Vit vænta frið – men einki gott kemur, grøðingartíð – men nei, ræðsla kemur!
20 Vit kenna gudloysi okkara, HARRI, misbrot fedra okkara, at vit hava syndað móti Tær!
21 Fyri navns Tíns skuld – koyr okkum ikki frá Tær, gev ikki hásæti dýrdar Tínar upp til vanæru! Minst sáttmála Tín við okkum og brót hann ikki!
22 Man nakar vera millum hinar følsku gudar heidninganna, sum er mentur at senda regn! Ella gevur himmalin av sær sjálvum avfall! Er tað ikki Tú, HARRI Gud okkara! Tí bíða vit eftir Tær; tað er jú Tú, ið hevur gjørt alt hetta!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul