Jeremias kap. 19

Uppsetan
1 So segði HARRIN: Far og keyp tær krukku hjá leirkerasmiðinum! Tak so við tær nakrar av hinum elstu fólksins og prestanna
2 og far út í Hinnomssonardal, sum er uttan fyri Leirbrotaportur, og prædika har orðini, ið Eg tali við teg!
3 Tú skalt siga: „Hoyrið orð HARRANS, judakongar og tit, sum í Jerusalem búgva! So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Eg lati koma yvir hetta stað slíka vanlukku, at ringja skal fyri oyrum alra, ið hoyra tað
4 – aftur fyri at tey vendu Mær bakið, hildu ikki hetta stað vera heilagt, men brendu roykilsi har fyri øðrum gudum – sum tey ikki kendu, hvørki tey ella fedrar teirra ella judakongar – og fyltu hetta stað við blóði sakleysra
5 og bygdu ba’alsheyggjar at brenna synir sínar á sum brennioffur til Ba’al – slíkt, sum Eg hvørki havi givið boð um ella talað um, og sum aldri hevur verið Mær í huga!
6 Tí skulu dagar koma – sigur HARRIN – táið tey ikki longur skulu rópa hetta stað Tofet ella Hinnomssonardal, men Drápsdal.
7 Eg skal á hesum staði lata ráð Juda og Jerusalems koma upp í einki, og Eg skal lata tey falla fyri svørði fígginda teirra og fyri hondum teirra manna, ið liggja teimum eftir lívinum; Eg skal geva fuglum himmalsins og dýrum jarðarinnar lík teirra at eta.
8 Eg skal gera henda bý til ræðslu og spott; hvør tann, ið framvið kemur, skal ræðast og háða um allar plágur hansara.
9 Eg skal lata tey eta kjøtið av sonum og døtrum teirra, og tey skulu eta kjøtið hvørt av øðrum – slíka neyð og angist skulu fíggindar teirra og teir, ið liggja teimum eftir lívinum, koma teimum í.“
11 og siga við teir: „So sigur HARRIN Gud herskaranna: Soleiðis skal Eg bróta hetta fólk og henda bý – sum leirker verður brotið, so tað gerst ikki aftur – og tey skulu jarða í Tofet, av tí at einki pláss er at jarða í.
12 Soleiðis skal Eg gera við hetta stað og tey, ið her búgva – sigur HARRIN – Eg skal gera henda bý Tofet líkan!
13 Hús Jerusalems og hús judakonga – hini óreinu – skulu verða sum Tofet, øll húsini, har sum á tekjuni roykilsi hevur verðið brent fyri øllum heri himmalsins, og drykkjuoffur úthelt fyri øðrum gudum.“
14 Síðani fór Jeremias úr Tofet, hagar HARRIN hevði sent hann at profetera, og hann steig fram í forgarði hús HARRANS og segði við alt fólkið:
15 „So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Eg lati koma yvir henda bý og yvir allar býirnar, ið til hansara hoyra, alt tað ringa, ið Eg havi talað móti honum; tí tey hava gjørt hálsin harðan og lurta ikki eftir tí, sum Eg sigi.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul