Jeremias kap. 34
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
c.
Siege and Destruction of Jerusalem
34:1-45:5
i.
Events Leading to the Fall of Jerusalem
34:1-38:28
1.
Prophecy against Zedekiah
34:1-7:1
1
Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM, táið Nebukadnezar kongur í Bábel herjaði á Jerusalem og allar býirnar rundan um tað – hann og allur herur hansara og øll ríki á jørðini, sum stóðu undir valdi hansara, og øll fólkasløgini; Hann segði:
2
So sigur HARRIN Gud Ísraels: Far og tala við Zedekias kong í Juda og sig við hann: So sigur HARRIN: Eg gevi henda bý í hendur bábelskongs, og hann skal brenna hann av.
3
Og tú sjálvur skalt ikki sleppa undan hondum hansara; nei, tú skalt verða tikin og givin í hendur hansara; eygu tíni skulu hyggja í eygu bábelskongs, muður hansara skal tosa við munn tín, og tú skalt koma til Bábel.
4
Men hoyr orð HARRANS, judakongur Zedekias! So sigur HARRIN um teg: Tú skalt ikki falla fyri svørði.
5
Í friði skalt tú doyggja, og eins og brent varð fedrum tínum til heiður, hinum fyrru kongunum, teimum, ið undan tær vóru, so skal eisini verða brent tær til heiður; og sorgarhátíð skal verða hildin eftir teg og rópt: „Á harri!“ – Tí orð havi Eg talað – sigur HARRIN.
6
Øll hesi orð segði Jeremias profetur við Zedekias judakong í Jerusalem,
7
meðan herur bábelskongs herjaði á Jerusalem og á allar teir býir í Juda, sum enn vóru eftir – Lakis og Azeka; hetta vóru teir víggirdu staðir, ið enn vóru eftir av býum Juda.
2.
Freedom for Hebrew Slaves
34:8-22:1
8
Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM, eftir at Zedekias kongur hevði gjørt sáttmála við alt fólkið í Jerusalem um at boða frælsi,
9
at ein og hvør skuldi frígeva træl sín og trælkvinnu sína, av Hebrearum, so at eingin helt jødiska bróður sín í trældómi.
10
Og teir aktaðu, allir høvdingarnir og alt fólkið, sum høvdu gingið undir sáttmálan, at ein og hvør skuldi frígeva træl sín og trælkvinnu sína og ikki halda tey í trældómi longur; teir aktaðu og frígóvu tey.
11
Men eftirsíðani skiftu teir sinni; teir tóku aftur trælirnar og trælkvinnurnar, ið teir høvdu frígivið, og noyddu tey uppaftur at vera trælir og trælkvinnur.
12
Tá kom orð HARRANS til Jeremias; Hann segði:
13
So sigur HARRIN Gud Ísraels: Eg gjørdi sáttmála við fedrar tykkara, tann dag Eg leiddi teir út av Egyptalandi, úr trælahúsinum; Eg segði:
14
„Sjeyndahvørt ár skulu tit frígeva hvør bróður sín, Hebrearan, sum hevur selt seg til tín; seks ár skal hann tæna hjá tær, og so skalt tú lata hann fara leysan frá tær.“ Men fedrar tykkara lurtaðu ikki eftir Mær og vendu ikki oyranum til.
15
Men nú høvdu tit vent við og gjørt tað, sum rætt er í eygum Mínum – tit høvdu boðað hvør næsta sínum frælsi, og tit høvdu gjørt sáttmála fyri ásjón Míni í húsinum, sum kallað er við navni Mínum.
16
Men so skiftu tit uppaftur sinni og vanhalgaðu navn Mítt og tóku aftur, hvør træl sín og trælkvinnu sína, sum tit høvdu frígivið, so tey kundu ráða sær sjálv; tit noyddu tey aftur at vera trælir og trælkvinnur tykkara.
17
Tí sigur HARRIN so: Tit hava ikki lurtað eftir Mær og boðað frælsi, hvør bróður sínum og næsta sínum. Og Eg boði tykkum frælsi – sigur HARRIN – so tit verða givnir upp til svørð, pest og hungur; ja, Eg lati tykkum verða illa viðfarnar av øllum ríkjum á jørðini!
18
Og teir menn, ið brutu sáttmála Mín – sum ikki hildu orð sáttmálans, ið teir gjørdu fyri ásjón Míni, táið teir skóru kálvin í helvt og so gingu millum partarnar,
19
høvdingar Juda og Jerusalems, hirðmenninar, prestarnar og alt fólkið í landinum, teir, ið gingu millum partar kálvsins –
20
teir gevi Eg í hendur fígginda teirra og í hendur teirra, sum liggja teimum eftir lívinum; lík teirra skulu vera fuglum himmalsins og dýrunum á markini til føði.
21
Og Zedekias kong í Juda og høvdingar hansara skal Eg geva í hendur fígginda teirra, í hendur teirra, sum liggja teimum eftir lívinum, og í hendur hers bábelskongs, sum nú er frá tykkum farin.*
22
Ja, Eg gevi teimum boð – sigur HARRIN – at teir skulu koma aftur til henda bý; og teir skulu herja á hann, taka hann og brenna hann av. Og býir Juda skal Eg gera til oyðimørk, sum eingin býr í.