Jeremias kap. 33
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iv.
Promise of Future Restoration
33:1-13:1
1
Aðru ferð kom orð HARRANS til Jeremias, meðan hann enn sat fastur í vaktargarðinum; Hann segði:
2
So sigur HARRIN, Hann, ið útinnir verk Sítt, HARRIN, sum upphugsar tað og eisini fullførir tað – Hann, ið eitur HARRIN:
3
Rópa til Mín, og Eg skal svara tær, og Eg skal kunngera tær tað, ið stórt og ófatandi er, slíkt sum tú kennir ikki!
4
Tí so sigur HARRIN Gud Ísraels um húsini í hesum býi og um hús judakongs, tey, sum niður eru rivin til at verða nýtt til hervirki og múr:
5
Teir koma higar at berjast við Kaldearar; men tað verður bert til at fylla húsini við líkum teirra manna, ið Eg slái í vreiði og bræði Míni, og sum við stóra óndskapi sínum hava volt, at Eg havi fjalt ásjón Mína fyri hesum býi.
6
Tó, Eg skal grøða sár hansara og lata tey batna; Eg skal grøða tey og lata tey síggja yvirflóð av friði og trygd.
7
Eg skal leiða heimaftur hini herleiddu av Juda og Ísrael, og Eg skal byggja tey upp eins og í forðum.
8
Eg skal reinsa tey frá øllum misbrotum teirra, sum tey syndaðu móti Mær við, og fyrigeva teimum allar misgerðir teirra, sum tey syndaðu við og misbrutu seg móti Mær.
9
Býurin skal verða Mær til gleðinavn, til prís og prýði millum øll fólk á jørðini; táið tey fáa at frætta um alt tað góða, ið Eg geri honum, skulu tey óttast og titra – av øllum tí góða og øllum tí friði, Eg gevi honum.
10
So sigur HARRIN: Á hesum staði, sum tit siga um: „Tað er oyðið, har er hvørki fólk ella fæ!“ – her, í býum Juda og á gøtum Jerusalems, sum liggja í oyði – einki fólk er har, eingin býr har, og einki fæ er har – her skal einaferð enn hoyrast
11
frøiróp og gleðiróp, mál brúðgóms og mál brúðar, róp teirra, ið siga: „Lovið HARRANUM Gudi herskaranna, tí HARRIN er góður, náði Hansara varir í allar ævir!“ og sum bera fram takkoffur í húsi HARRANS. Tí Eg skal leiða hini herleiddu teirra heimaftur, og landið skal verða sum í forðum – sigur HARRIN.
12
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Á hesum oydna staði, ið er uttan fólk ella fæ, og í øllum býum tess skal eina ferð enn vera beiti, har hirðar lata seyðafylgi síni liggja.
13
Í býunum í fjallalandinum, láglendinum og Suðurlandinum, í Benjaminslandi, í landinum rundan um Jerusalem og í býum Juda skal seyðurin eina ferð enn ganga fram við honum, ið telur hann – sigur HARRIN.
v.
The Covenant with David
33:14-26:1
14
Dagar skulu koma – sigur HARRIN – táið Eg skal uppfylla hitt góða orð, ið Eg havi talað um hús Ísraels og hús Juda.
15
Á teimum døgum og á teirri tíð skal Eg lata vaksa Dávidi upp rættvísan kvist; Hann skal gera rætt og rættvísi í landinum.
16
Á teimum døgum skal Juda verða frelst, og Jerusalem búgva trygt; og hetta er navnið, ið tað skal verða rópt við: HARRIN Rættvísi okkara.
17
Tí so sigur HARRIN: Aldri skal vanta maður av ætt Dávids til at sita í hásæti Ísraels.
18
Og av ætt hinna levitisku presta skal aldri fattast maður fyri ásjón Míni, sum ber fram brennioffur, brennir matoffur og ber fram sláturoffur – allar dagar.
19
Orð HARRANS kom til Jeremias; Hann segði:
20
So sigur HARRIN: Soframt sum tit fáa brotið sáttmála Mín við dagin og sáttmála Mín við náttina, so ikki verður dagur og nátt á tíma sínum,
21
so skal eisini sáttmáli Mín við tænara Mín Dávid verða brotin, so hann ongan son fær, sum verður kongur og situr í hásæti hansara, og somuleiðis sáttmáli Mín við hinar levitisku prestarnar, ið tæna Mær.
22
Eins og ikki stendur til at telja her himmalsins, ei heldur at mála sjóvarsandin, so skal Eg lata avkom tænara Míns Dávids og Levitanna, ið tæna Mær, nørast í tali.
23
Orð HARRANS kom til Jeremias; Hann segði:
24
Hevur tú ikki lagt til merkis, hvat hetta fólk talar og sigur: „Ættirnar báðar, ið HARRIN útvaldi, hevur Hann vrakað!“ Og fólk Mítt vanvirða tey; tí í eygum teirra er tað ikki tjóð longur.
25
Men so sigur HARRIN: Soframt sum Eg havi ikki gjørt sáttmála Mín við dag og nátt og givið himli og jørð lógir,
26
so skal Eg eisini vraka avkom Jákups og tænara Míns Dávids, so Eg ikki av avkomi hansara taki nakran til at ráða yvir avkomi Ábrahams, Ísaks og Jákups. Tí Eg skal venda lagnu teirra og vísa teimum náði.