Jeremias kap. 25
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
xii.
Seventy Years of Captivity in Babylon
25:1-38:1
1
Orðið, ið kom til Jeremias um alt Judafólk, fjórða árið ið Jójakim judakongur, sonur Josias, sat við stýrið – tað var fyrsta árið, ið Nebukadnezar bábelskongur sat við stýrið –
2
og sum Jeremias profetur talaði til alt Judafólk og til øll, sum í Jerusalem búðu; hann segði:
3
Frá trettanda ári ið Josias judakongur, sonur Amon, sat við stýrið, og líka til henda dag – nú í 23 ár – hevur orð HARRANS komið til mín, og eg havi tíðliga og seint talað til tykkara; men tit hava ikki lurtað eftir.
4
HARRIN sendi til tykkara allar tænarar Sínar, profetarnar, tíðliga og seint; men tit lurtaðu ikki eftir, tit boygdu ikki oyra tykkara til at hoyra.
5
Hann segði: „Vendið við, hvør av óndu leið síni, og frá ringa atburði tykkara! So skulu tit sleppa at búgva í landinum, sum HARRIN gav tykkum og fedrum tykkara, í aldur og allar ævir.
6
Haldið tykkum ikki til aðrar gudar, so tit dýrka og tilbiðja teir, og eggið Meg ikki til vreiði við handaverkum tykkara – so Eg einki ilt lati koma yvir tykkum!“
7
Men tit lurtaðu ikki eftir Mær – sigur HARRIN – nei, tit eggjaðu Meg til vreiði við handaverkum tykkara – tykkum sjálvum til vanlukku.
8
Tí sigur HARRIN Gud herskaranna so: Við tað at tit hava ikki lurtað eftir orðum Mínum,
9
ja, so sendi Eg boð eftir øllum ættunum í norðri – sigur HARRIN – og Eg sendi Nebukadnezar bábelskongi, tænara Mínum, boð, og Eg lati teir koma yvir hetta land og yvir tey, ið her búgva, og yvir øll fólkasløgini her rundanum; Eg slái tey við banni og geri tey til ræðslu og spott og land teirra til ævigar oyðimarkir.
10
Bæði frøiróp og gleðiróp, bæði mál brúðgóms og mál brúðar, bæði ljóð kvarnar og ljós lampu skal Eg lata hvørva millum teirra,
11
og alt hetta land skal verða oyðimørk – lagt í oyði – og hesi fólkasløg skulu í 70 ár tæna bábelskongi.
12
Men táið 70 ár eru gingin, skal Eg heimsøkja kongin í Bábel og fólkið har – sigur HARRIN – fyri misgerð teirra; Eg skal heimsøkja Kaldearaland og gera tað til ævigar oyðimarkir.
13
Eg skal lata koma yvir tað land øll orðini, ið Eg havi talað móti tí, alt tað, ið skrivað er í hesi bók, tað, sum Jeremias hevur profeterað um øll fólkasløgini.
14
Tí veldig fólkasløg og stórir kongar skulu gera eisini teir til trælir; Eg skal løna teimum eftir atburði teirra og eftir handaverkum teirra.
15
Tí so segði HARRIN Gud Ísraels við meg: „Tak hetta steypið við vreiðivíni úr hond Míni og gev teimum at drekka av tí, øllum tjóðunum, ið Eg sendi teg til!
16
Tær skulu drekka og sløðra og leika vitleysar av svørðinum, ið Eg sendi millum teirra.“
17
Eg tók tá steypið úr hond HARRANS og gav teimum at drekka, øllum tjóðunum, ið HARRIN hevði sent meg til:
18
Jerusalem og býum Juda og kongunum og høvdingunum har – til at leggja teir í oyði og gera teir til oyðimørk, spott og bann – sum í dag gevur at bíta –
19
somuleiðis Farao kongi í Egyptalandi og tænarum og høvdingum hansara og øllum fólki hansara,
20
øllum tjóðblandinum og øllum kongunum í Uzlandi og Filistaralandi, í Askalon, Gaza, Ekron og tí, sum eftir var av Asdod,
21
Edom, Móab, Ammonitum,
22
øllum kongunum í Týrus og Zidon, kongunum á strondunum hinumegin havið,
23
Dedan, Tema, Buz og øllum, ið klippa niðan av hárinum,
24
øllum kongunum í Arabia, øllum kongunum yvir tjóðblandinum, sum í oyðimørkini býr,
25
øllum kongunum í Zimri, øllum kongunum í Elam, øllum kongunum í Media,
26
øllum kongunum í norðri, nær og langt burtur, einum við øðrum – ja, øllum ríkjum heimsins á allari jørðini – og kongurin í Sesak* skal drekka eftir teir.
27
Tú skalt siga við tey: So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Drekkið, verðið drukkin, spýggið og fallið og komið ikki aftur á føtur – av svørðinum, ið Eg sendi millum tykkara!
28
Og vilja tey ikki taka steypið úr hond tíni og drekka, skalt tú siga við tey: So sigur HARRIN Gud herskaranna: Drekka skulu tit!
29
Staðin, ið kallaður er við navni Mínum, læt Eg jú vanlukkuna koma yvir fyrst – og so skuldu tit sloppið! Nei, tit skulu ikki sleppa; tí Eg sendi boð eftir svørðinum at koma higar, yvir øll tey, sum á jørðini búgva – sigur HARRIN Gud herskaranna.
30
Alt hetta skalt tú profetera fyri teimum. Og tú skalt siga við tey: HARRIN skal brøla av hæddini og lata rødd Sína ljóða úr heilaga bústaði Sínum; ja, Hann skal brøla um haglendi Sítt; róp sum teirra, ið troða vínpersuna, skal Hann skera ímóti øllum, sum á jørðini búgva.
31
Tað dynur, so tað hoyrist at enda jarðarinnar – tí HARRIN hevur trætu við fólkini; Hann heldur dóm yvir øllum holdi; hini gudleysu gevur Hann upp til svørðið – sigur HARRIN.
32
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Vanlukka fer frá einum fólki til annað; harður stormur brestur á frá ytsta enda jarðar.
33
Tey, sum HARRIN hevur dripið, skulu tann dag liggja úr øðrum enda jarðarinnar í annan; eingin skal gráta um tey, og eingin skal savna tey saman og jarða tey; tøð á markini skulu tey verða.
34
Venið tykkum, hirðar, rópið og veltist í dustinum – tit, sum frægastir eru í fylginum! Tí komin er tíð tykkara at verða slaktaðir og at verða spjaddir, og tit skulu detta niður sum dýrabart ílat.
35
Tá skal einki skjól vera fyri hirðarnar longur, og hinir frægastu í fylginum skulu ikki komast undan.
36
Hoyr, hvussu hirðarnir rópa, og hinir frægastu í fylginum vena seg! Tí HARRIN oyðir haglendi teirra,
37
og hinar friðarligu eingir verða lagdar í oyði við brennandi vreiði HARRANS.
38
Sum leyvan gongur Hann fram úr loynistaði Sínum; ja, land teirra verður oyðimørk av svørðinum, ið herjar, og av brennandi vreiði Hansara.