Jeremias kap. 43

Uppsetan
2. The Remnant Flees to Egypt
43:1-44:30
a. Jeremiah Taken to Egypt
43:1-13:1
1 Men táið Jeremias var liðugur at tala til alt fólkið øll orð HARRANS Guds teirra, sum HARRIN Gud teirra hevði sent hann til teirra við – øll hesi orð
2 – tá søgdu teir – Azarja, sonur Hosaja, Jóhanan, sonur Karea, og allir hinir hugmóðigu menn – teir søgdu við Jeremias: „Tú lýgur! HARRIN Gud okkara hevur ikki sent teg at siga, at vit skulu ikki fara til Egyptalands at búgva har sum fremmandir.
3 Nei, tað er Baruk, sonur Nerija, ið eggjar teg upp móti okkum – so vit skulu verða givnir í hendur Kaldeara, sum so fara at drepa okkum ella herleiða okkum til Bábel!“
4 Jóhanan, sonur Karea, og allir herhøvdingarnir og alt fólkið vildu ikki lurta eftir tí, sum HARRIN segði, og verða í Judalandi.
5 Nei, Jóhanan, sonur Karea, og allir herhøvdingarnir tóku øll tey, sum eftir vóru av Juda, tey, sum aftur vóru komin til at búgva í Judalandi, frá øllum heidningafólkunum, hagar tey høvdu verið rikin burtur –
6 menn, kvinnur og børn, kongsdøturnar – ja, hvørja sál, sum Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi hevði latið verða eftir hjá Gedalja, syni Ahikam, son Safan, eisini Jeremias profet og Baruk, son Nerija –
7 og hildu avstað til Egyptalands; tí teir lurtaðu ikki eftir orði HARRANS. Tey komu tá til Tapanhes.
9 Tak tær stórar steinar og grav teir niður í leirið undir tigulsteinatúninum, sum er í Tapanhes, fyri durunum á húsi Faraos – lat nakrar menn úr Juda vera hjástaddar!
10 Og tú skalt siga við teir: So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Eg sendi boð eftir tænara Mínum Nebukadnezar kongi í Bábel og seti hásæti hansara yvir hesum steinum, ið Eg her havi latið grava niður; hann skal breiða út hásætisteppi sítt yvir teimum.
11 Hann skal koma og vinna sigur á Egyptalandi; tann, ið deyðanum er ætlaður, noyðist at doyggja; tann, ið til útlegd er ætlaður, noyðist at fara í útlegd; tann, ið svørðinum er ætlaður, fellur fyri svørði.
12 Eg skal seta eld á gudahús Egyptalands; hann skal brenna tey av og fara avstað við gudunum, og hann skal sveipa seg í Egyptaland, eins og hirði sveipar seg í kappa sín; síðani skal hann í friði fara avstað haðani.
13 Hann skal bróta sundur súlurnar í Betsemes í Egyptalandi og brenna gudahús Egyptalands av.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul