Jeremias kap. 42
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
c.
A Warning against Going to Egypt
42:1-22:1
1
Tá komu allir herhøvdingarnir og Jóhanan, sonur Karea, og Azarja, sonur Ma’aseja, og alt fólkið, bæði smáir og stórir,
2
og teir søgdu við Jeremias profet: „Unn okkum at bera fram fyri teg eyðmjúku bøn okkara – bið fyri okkum til HARRAN Gud tín, fyri allari hesi leivd fólksins – tí bert nøkur fá eru vit eftir av mongum, soleiðis sum tú sjálvur sært okkum her –
3
bið HARRAN Gud tín lata okkum vita, hvørja leið vit skulu taka, og hvat vit skulu gera!“
4
Jeremias profetur svaraði teimum: „Eg hoyri! Eg skal biðja til HARRAN Gud tykkara, soleiðis sum tit siga, og alt tað, ið HARRIN svarar tykkum, skal eg lata tykkum vita; ikki eitt orð skal eg dylja fyri tykkum.“
5
Nú søgdu teir við Jeremias: „HARRIN skal vera satt og trúfast vitni móti okkum, gera vit ikki eftir hvørjum einum orði, ið HARRIN Gud tín sendir teg til okkara við!
6
Tað veri gott ella ilt – vit skulu akta rødd HARRANS Guds okkara, Hansara, sum vit senda teg til – so okkum kann gangast væl, við tað at vit akta rødd HARRANS Guds okkara!“
7
Tíggju dagar eftir kom orð HARRANS til Jeremias.
8
Tá sendi hann boð eftir Jóhanan, syni Karea, og øllum herhøvdingunum, ið við honum vóru, og øllum fólkinum, bæði smáum og stórum,
9
og segði við teir: „So sigur HARRIN Gud Ísraels, Hann, sum tit sendu meg til – at bera fram fyri ásjón Hansara eyðmjúku bøn tykkara:
10
Verða tit verandi í hesum landi, so skal Eg byggja tykkum upp og ikki bróta tykkum niður, planta tykkum og ikki slíta tykkum upp; tí Eg angri tað ringa, ið Eg havi gjørt tykkum.
11
Óttist ikki fyri bábelskongi, honum, ið tit nú óttast fyri – óttist ikki fyri honum – sigur HARRIN – tí Eg eri við tykkum og skal frelsa tykkum og bjarga tykkum av hond hansara!
12
Og Eg skal lata tykkum finna miskunn; hann skal miskunna tykkum og lova tykkum heimaftur í land tykkara.
13
Men siga tit: „Í hesum landi verða vit ikki verandi!“ – og soleiðis ikki akta rødd HARRANS Guds tykkara,
14
men siga: „Nei, vit fara til Egyptalands! So sleppa vit frá at síggja stríð, hoyra lúðraljóð og hungra eftir breyði – har skulu vit vera!“
15
– so hoyrið nú tí orð HARRANS Guds tykkara, tit, ið eftir eru av Juda: So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Seta tit í tykkum at fara til Egyptalands – fara tit hagar at búgva –
16
so skal svørðið, ið tit óttast fyri, náa tykkum har í Egyptalandi; hungurin, ið tit ræðast, skal elta tykkum til Egyptalands, og har skulu tit doyggja.
17
Allir teir menn, ið hava sett í seg at fara til Egyptalands at búgva har, skulu doyggja fyri svørði og av hungri og pest; eingin teirra skal verða eftir og komast undan vanlukkuni, ið Eg lati koma yvir teir.
18
Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Eins og vreiði og bræði Mín vórðu úthelt yvir tey, sum í Jerusalem búðu, so skal vreiði Mín verða úthelt yvir tykkum, táið tit koma til Egyptalands; tit skulu verða til eið, til ræðslu, til illbøn og til spott, og hetta stað skulu tit ikki síggja aftur.
19
HARRIN hevur talað til tykkara, tit, ið eftir eru av Juda: Farið ikki til Egyptalands! Tit skulu vita, at eg í dag havi varað tykkum við.
20
Tit dára jú tykkum sjálvar og spilla burt lív tykkara, tit, ið sjálvir hava sent meg til HARRAN Gud tykkara og sagt: „Bið fyri okkum til HARRAN Gud okkara, og lat okkum vita alt tað, ið HARRIN Gud okkara sigur – vit skulu gera tað!“
21
Og í dag havi eg kunngjørt tykkum tað; men tit hava ikki lurtað eftir rødd HARRANS Guds tykkara og eftir øllum tí, sum Hann hevur sent meg til tykkara við.
22
Tí skulu tit nú vita, at tit skulu doyggja fyri svørði og av hungri og pest á tí staði, hagar tit stunda eftir at koma til at búgva har sum fremmandir.“