Jeremias kap. 17

Uppsetan
1 Synd Juda er skrivað við jarngrifli, við diamantoddi; hon er rist á talvu hjarta teirra og á altarhorn teirra –
2 eins og eisini børn teirra minnast altar teirra og Asjerur teirra við hini grønu trø og á hinum høgu hæddum.
3 Tú fjall Mítt á markini! Góðs títt, allar skattir tínar, gevi Eg upp til rán, somuleiðis hæddir tínar, til straff fyri syndina, ið gjørd er í øllum landi tínum.
4 Tú skalt – og tað er tín egna skuld! – noyðast at lata frá tær arvalut tín, hann, ið Eg gav tær; og Eg skal lata teg tæna fíggindum tínum í landi, sum tú kennir ikki. Tí eld hava tit fingið at loga í vreiði Míni, til ævigar tíðir skal hann brenna.
5 So sigur HARRIN: Bannaður er tann maður, ið ger menniskju til álit sítt, ger hold til arm sín, og hvørs hjarta víkur frá HARRANUM.
6 Hann skal verða sum eitt hjálparleyst í oyðimørkini og skal einki gott síggja koma; nei, hann skal búgva á avsvidnum støðum í oyðimørkini, í saltlandi, sum eingin býr í.
8 Hann skal vera líkur træi, ið er plantað við vatn og toyggir út røtur sínar við løk, sum ikki óttast, táið hitin kemur, men altíð ber grøn bløð, sum ikki syrgir í turrum árum og ikki gevur uppat at bera ávøkst.
10 Eg, HARRIN, Eg rannsaki hjarta og royni nýru – og gevi so einum og hvørjum eftir atburði hansara, eftir ávøksti verka hansara.
11 Sum akurhøna, ið liggur á eggum, sum hon ikki hevur vorpið, er tann, ið vinnur ríkidømi, men ikki við rætti; á hálvum aldri noyðist hann at fara frá tí, og við enda lívsins stendur hann sum dári.
13 HARRI, Tú vón Ísraels! Øll, ið venda Tær bakið, skulu verða til skammar; tey, ið víkja frá Tær, skulu verða lík skrift í sandinum; tí tey hava vent sær frá HARRANUM, kelduni við hinum livandi vatni.
14 Grøð meg, HARRI! So verði eg grøddur. Frels meg! So verði eg frelstur. Tí Tú ert lovsongur mín.
16 Men eg havi ikki sett meg ímóti at fylgja Tær og vera hirði. – Og líka lítið havi eg ynskt eftir óbótaligum vanlukkudegi – tað veitst Tú! Tað, ið kom av vørrum mínum, var fyri ásjón Tíni.
18 Lat teir, ið søkja at mær, verða til skammar, og lat ikki meg verða til skammar! Lat ræðslu falla á teir og ikki á meg! Lat vanlukkudagin koma yvir teir, og sora teir við tvífaldari sundursoring!
19 So segði HARRIN við meg: Far og statt í Fólkaportri – sum judakongar fara inn og út um – og í øllum portrum Jerusalems
20 og sig við tey: Hoyrið orð HARRANS, judakongar og alt Juda og øll, sum í Jerusalem búgva – tit, ið fara inn um hesi portur!
21 So sigur HARRIN: Varðið tykkum, so satt sum tit hava lívið kært, at tit sabbatsdag hvørki bera nakra byrði ella koma inn um portur Jerusalems við henni!
22 Og tit mugu onga byrði bera út úr húsum tykkara sabbatsdag, ei heldur gera nakað arbeiði; nei, tit skulu halda sabbatsdagin heilagan – sum Eg álegði fedrum tykkara.
23 Men teir lurtaðu ikki eftir og vendu ikki oyrað til; nei, teir gjørdu hálsin harðan, so teir lurtaðu ikki eftir og tóku ikki við revsing.
24 Men so satt sum tit lurta eftir Mær – sigur HARRIN – so tit onga byrði lata koma inn um portrini í hesum býi sabbatsdag, nei, halda sabbatsdagin heilagan og einki arbeiði gera tann dagin,
25 so skulu kongar og høvdingar, sum sita í hásæti Dávids, koma í vagnum og á hestum inn um portrini í hesum býi, teir sjálvir og høvdingar teirra, Judamenn og teir, sum í Jerusalem búgva; og hesin býur skal verða standandi til ævigar tíðir.
26 Og úr býum Juda, úr landinum rundan um Jerusalem, úr Benjaminslandi, úr láglendinum, úr fjøllunum og úr Suðurlandinum skulu teir koma við brenniofrum, sláturofrum, matofrum og roykilsi og bera fram takkoffur í húsi HARRANS.
27 Men so satt sum tit lurta ikki eftir Mær, so tit halda sabbatsdagin heilagan og lata vera at bera nakra byrði inn um portur Jerusalems sabbatsdag, skal Eg seta eld á portrini har, og hann skal oyða borgir Jerusalems og ikki verða sløktur.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul