Jeremias kap. 38

Uppsetan
c. Jeremiah Cast into the Cistern
38:1-28:1
1 Men Sefatja, sonur Mattan, Gedalja, sonur Pashur, Jukal, sonur Selemja, og Pashur, sonur Malkia, hoyrdu, hvussu Jeremias talaði til alt fólkið og segði:
2 „So sigur HARRIN: Tann, ið verður verandi í hesum býi, skal doyggja fyri svørði, av hungri og av pest; men tann, ið fer út til Kaldearar, skal liva – hann skal vinna lív sítt sum lut og liva.
3 So sigur HARRIN: Vissuliga skal hesin býur verða givin heri bábelskongs í hendur, og hann skal taka hann.“
4 Tá søgdu høvdingarnir við kongin: „Lat drepa henda mann! Hann tekur jú mótið frá hermonnunum, sum eftir eru í hesum býi, og frá øllum fólkinum, við at siga slíkt við teir! Hesin maður roynir jú ikki at hjálpa hesum fólki, men at skaða tað!“
5 Zedekias kongur svaraði: „Nú – hann er í hondum tykkara! Kongurin er jú einki mentur móti tykkum.“
6 Teir tóku nú Jeremias og kastaðu hann í brunn Malkia kongasonar; hann var í vaktargarðinum. Teir sígdu Jeremias niður við togum. Í brunninum var ikki vatn, bert móra, og Jeremias sakk niður í móruna.
7 Men táið Ebed-Melek Etiopari, ein geldingur, sum var í kongshøllini, frætti, at teir høvdu kastað Jeremias í brunnin – kongurin sat tá í Benjaminsportri –
9 „Harri kongurin! Hesir menn hava gjørt illa í øllum, sum teir hava gjørt við Jeremias profet, sum teir hava kastað í brunnin! Hann doyr av hungri, har hann er, tí einki breyð er eftir í býnum.“
10 Tá gav kongurin Ebed-Melek Etiopara hetta boð: „Tak 30 menn við tær hiðani, og drag Jeremias profet upp úr brunninum, áðrenn hann doyr!“
11 Ebed-Melek tók tá menninar við sær; so fór hann inn í kongshøllina, oman í kjallaran undir skattkamarinum, og tók haðani spjarrar av skræddum og útslitnum klæðum; tær sígdi hann við togum niður í brunnin til Jeremias.
12 Og Ebed-Melek Etiopari segði við Jeremias: „Hav spjarrarnar av skræddum og útslitnum klæðum undir hondunum, undir togunum!“ Jeremias so gjørdi.
13 So drógu teir Jeremias upp við togunum og fingu hann upp úr brunninum; og Jeremias varð verandi í vaktargarðinum.
14 Zedekias kongur sendi nú boð og hevði Jeremias profet til sín við triðju dyr á húsi HARRANS. Kongurin segði við hann: „Eg fari at spyrja teg eitt – dyl einki fyri mær!“
15 Jeremias svaraði Zedekiasi: „Og sigi eg tær tað – letur tú meg tá ikki drepa? Og um eg so leggi tær ráð, lurtar tú ikki eftir mær!“
16 Tá svór Zedekias kongur Jeremiasi eið í loyndum og segði: „So satt sum HARRIN livir, Hann, ið hevur skapt sál okkara: Eg skal ikki lata teg drepa og ei heldur geva teg í hendurnar á hesum monnum, ið liggja tær eftir lívinum!“
17 Nú segði Jeremias við Zedekias: „So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Gevur tú teg upp til høvdingar bábelskongs, so skalt tú bjarga lívinum, hesin býur skal ikki verða avbrendur, og tú skalt sleppa at liva, tú og hús títt.
18 Men gevur tú teg ikki upp til høvdingar bábelskongs, so skal hesin býur verða givin í hendur Kaldeara, og teir skulu brenna hann av, og tú skalt ikki komast undan hondum teirra.“
19 Men Zedekias kongur svaraði Jeremiasi: „Eg ræðist teir Jødarnar, sum hava lopist til Kaldearar, at eg skal verða givin upp í hendur teirra, og at teir fara at reka meg á spott.“
20 Jeremias segði: „Tú skalt ikki verða givin upp í hendur teirra! Lurta bert eftir orði HARRANS, ið eg tali til tín, so skal tær gangast væl, og tú skalt sleppa at liva!
21 Men bert tú teg undan at geva teg upp, tá er hetta tað, ið HARRIN hevur opinberað mær:
22 Allar kvinnurnar, sum eftir eru í høll judakongs, skulu verða leiddar út til høvdingar bábelskongs. Og tær skulu siga við teg: „Vinir tínir hava lokkað teg og fingið vald á tær; táið so føtur tínir smokkaðu niður í blotan, rýmdu teir.“
23 Allar konur tínar og øll børn tíni skulu verða leidd út til Kaldearar, og tú skalt ikki komast undan hondum teirra, nei, tú skalt verða tikin og givin í hendur bábelskongs, og tú skalt volda, at hesin býur verður avbrendur!“
24 Tá segði Zedekias við Jeremias: „Eingin má vita um hetta, ið vit hava tosað saman – annars skalt tú doyggja!
25 Um nú høvdingarnir, táið teir frætta, at eg havi tosað við teg, koma til tín og siga: „Lat okkum vita, hvat tú hevur sagt við kong – dyl tað ikki fyri okkum, annars drepa vit teg! Hvat segði kongur við teg?“
26 – so skalt tú svara teimum: „Eg bar fram eyðmjúku bøn mína fyri ásjón kongs; eg bað hann um ikki at lata teir fara við mær aftur í hús Jónatans, til at doyggja har.““
27 Táið so allir høvdingarnir komu til Jeremias og spurdu hann, svaraði hann teimum, á allan hátt sum kongurin hevði givið honum boð um. So tagdu teir og góvu honum frið, við tað at hetta var ikki komið út.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul