Job kap. 7

Uppsetan
b. Life Seems Futile
7:1-21:1
1 „Er ikki lív menniskjans á jørðini hertænasta, og dagar hansara sum dagar daglønamansins!
3 so havi eg fingið í arv mánaðir, fullar av neyð, og møðsamar nætur vórðu lutur mín.
4 Táið eg leggist, sigi eg: „Nær skal eg fara uppaftur?“ Og kvøldið verður so langt, so langt, og eg troyttist av at venda mær, inntil lýsir.
5 Kroppur mín er klæddur við møðkum og skruvum, húð mín skorpnar og rivnar sundur aftur.
8 Tann, ið sær meg nú, skal ikki aftur fáa meg at síggja; táið eygu Tíni leita eftir mær, eri eg horvin.
9 Sum skýggið svinnur og rekur avstað, so er við honum, ið fer niður í deyðaríkið – hann kemur ikki upp aftur haðani;
11 So skal eg tá heldur ikki leggja hond á munn, men tala í djúpu kvøl míni, geva meg í beisku sálarneyð míni!
16 Nóg mikið! Eg komi aldri aftur til lívs. Lat meg vera! Dagar mínir eru jú andablástur.
19 Hvussu leingi skal tað verða, inntil Tú hyggur av mær? Vilt Tú ikki sleppa mær, inntil eg havi svølgt rákan?
20 Havi eg nú syndað, hvat havi eg tá sakað Teg, Tú menniskjavaktari! Hví hevur Tú gjørt meg til mál at skjóta eftir, so eg eri mær sjálvum til byrði?
21 Og hví fyrigevur Tú ikki synd mína? Hví letur Tú ikki vera at akta eftir misgerð míni? – Skjótt liggi eg jú undir moldum; Tú leitar eftir mær, men eg eri ikki til longur!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul