Job kap. 19

Uppsetan
2. Job Replies to Bildad
19:1-29:1
5 Ella ætla tit at gera tykkum stórar móti mær og vísa mær, at vanæra mín hevur rámt meg við grund?
10 Frá øllum síðum brýtur Hann meg niður, so eg gangi til grundar, og Hann rykkir vón mína upp sum træ.
12 Herflokkar Hansara koma allir samlir og rudda sær veg móti mær, og teir taka støðu rundan um tjald mítt.
13 Brøður mínar hevur Hann rikið langt burtur frá mær, og kunningar mínir eru vorðnir mær heilt fremmandir.
15 Húsfólk mítt og arbeiðskonur mínar rokna meg fyri fremmandan; eg eri ókunnigur í eygum teirra.
19 Allir næstu vinir mínir skýggja meg, og tey, ið eg elskaði, hava vent sær ímóti mær.
25 Men eg veit, at loysnari mín livir, og sum hin síðsti skal Hann stíga fram á dustinum.
27 Hann, sum eg skal skoða, mær til góða; fyri eygum mínum skal eg síggja Hann, ikki sum fremmandan – eftir tí trái eg innast inni!
28 Táið tit siga: „Sum vit skulu gera okkum inn á hann!“ – tit hava jú funnið skyldina hjá mær –
29 tá óttist fyri svørðinum! Tí vreiði er synd, sum verður straffað við svørði. – Hetta sigi eg, fyri at tit skulu hugsa um, at dómur kemur.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul