Job kap. 39

Uppsetan
3 Hvør fær ravninum føði hansara, táið ungar hansara rópa til Gud og flákra higar og hagar uttan føði!
7 Kálvar teirra trívast og vaksa úti á markini; so renna teir burt og koma ikki aftur til teirra.
11 Tað, ið tað leitar sær upp á fjøllunum, er beiti tess; tað leitar eftir øllum, ið grønt er.
12 Man villtarvurin hava hug at tæna tær! Man hann vilja standa við krubbu tína um náttina!
13 Kanst tú binda villtarvin við bondum til foyruna! Man hann vilja harva dalarnar eftir tær!
14 Kanst tú líta á hann, fyri tað at hann er so sterkur, og kanst tú líta honum til at gera arbeiði títt!
16 Strutsurin flagsar kátur við veingjunum, men vísa veingir og fjaðrar hansara móðurkærleika!
18 og hann hugsar ikki um, at fótur kundi traðkað á tey, og hini villu dýr markarinnar kleyvað tey sundur.
19 Harður er hann við ungar sínar – sum hann hevði ikki átt teir; hann stúrir ikki fyri, at møði hansara skal vera til einkis.
23 Er tað tú, ið lærir hann at leypa sum grashoppa, alt meðan hann froysir so ræðuliga!
27 Við gangi og øði skræðir hann upp markina, hann fær ikki stýrt sær, táið lúðurin ljóðar.
28 Hvørja ferð lúðurin ljóðar, sigur hann: „Hey!“ Og langan veg luktar hann bardagan við torurødd høvdinga og herrópi.
30 Er tað, tí tú gavst boð um tað, at ørnin flýgur so høgt og reiðrast so høgt uppi!
35 „Tú, ið lastar hin Alvalda, ætlar tú at træta við Hann? Tú, ið revsar Gud, gev hesum svar!“
38 Eg havi talað eina ferð, men eg taki ikki til orða uppaftur – ja, tvær ferðir, men eg geri tað ikki meir!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul