Job kap. 3

Uppsetan
2. The Debates of Job
3:1-37:24
a. Job’s Opening Lament
3:1-26:1
3 „Burt við deginum, ið eg varð føddur á, náttini, ið segði: „Dreingjabarn er gitið!“
4 Tann dagur verði myrkur! Gud haruppi spyrji ikki eftir honum, og einki ljós lýsi yvir honum!
5 Niða og myrkur eigi hann, og toka leggist yvir hann, alt tað, ið ger dag myrkan, ræði hann!
6 Hin nátt – myrkur taki hana! Burt við teirri nátt úr døgum ársins, ei komi hon í mánaðatal!
9 Morgunstjørnur hennara lýsi ikki! Hon bíði eftir ljósi, men tað komi ikki! Aldri skoði hon eygnalok morgunroðans –
10 aftur fyri at hon stongdi ikki dyr móðurlívsins – og læt ikki vanlukku verða dulda fyri eygum mínum!
11 Hví doyði eg ikki í móðurlívi? Hví andaðist eg ikki, við tað sama sum eg varð føddur?
16 ella eg var ikki til nú, líkur niðurgrivnum fostri, børnum, ið aldri fingu ljósið at síggja!
20 Hví letur Gud hin líðandi síggja ljósið? Hví gevur Hann teimum lív, sum hava so beiska sorg,
21 teimum, ið bíða eftir deyðanum, men hann kemur ikki, leita eftir honum meir enn eftir loyndum skattum,
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul