Job kap. 20

Uppsetan
iii. Zophar’s Second Speech
20:1-21:34
1. Destruction Awaits the Wicked
20:1-29:1
3 Háðandi ábreiðslu noyðist eg at hoyra, og andi mín gevur mær svar av klókskapi mínum.
4 – Veitst tú tá ikki, at so hevur verið frá ævigum tíðum, frá teirri tíð menniskjan varð sett á jørðina,
5 at fagnaður hinna gudleysu er stokkutur, og at gleði hinna vanheilagu varir bert eina løtu?
6 Um so hugmóð hansara stígur upp til himmals, og høvd hansara røkkur líka upp í skýggini,
7 so gongur hann tó – eins og skarn hansara – til grundar í allar ævir; tey, sum sóu hann, spyrja: „Hvar er hann?“
8 Sum dreymur flýgur hann burtur, og eingin finnur hann meir; hann verður rikin burt sum náttarsjón.
10 Børn hansara noyðast at gera seg vælkend hjá teimum, ið lítið hava at týða, og hendur hansara noyðast at lata góðs hansara aftur.
14 so verður tó matur hansara umskaptur í innvøli hansara og verður ormaeitur innan í honum.
15 Hann gloypti góðsi, men hann noyðist at spýggja tað upp aftur – Gud drívur tað út úr búki hansara.
18 Hann má lata aftur tað, ið hann hevur vunnið, og sleppur ikki at njóta tað; nógv góðs hevur hann vunnið, men hann fær lítla gleði av tí.
19 Tí hann soraði tey, sum lítið høvdu at týða, og læt tey liggja; hann rændi hús, ið hann ikki hevði bygt.
23 Til at fylla búk hansara sendir Gud brennandi vreiði Sína móti honum og letur hana sum regn treingja inn í kropp hansara.
25 táið hann so togar pílin út úr baki sínum, og hin skyggjandi oddurin kemur út úr galli hansara, falla deyðaræðslur á hann.
26 Alt myrkur er spart saman vælgoymdu skattum hansara; eldur, sum einki menniskja blæsur á, oyðir hann; hann etur tað, sum eftir er í tjaldi hansara.
28 Tað, sum hann hevur savnað í húsi sínum, fer burtur; tað verður skolað burt á vreiðidegi Guds.
29 – Hetta er luturin, ið gudleyst menniskja fær frá Gudi, arvurin, ið honum er ætlaður av hinum Alvalda.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul