Job kap. 29

Uppsetan
ii. Job’s Second Monologue
29:1-31:40
2 „Á, at eg hevði tað sum í fornum tíðum, sum á teimum døgum táið Gud var vernd mín,
3 táið lampa Hansara lýsti yvir høvdi mínum, og eg við ljósi Hansara gekk gjøgnum myrkrið,
6 táið føtur mínir vóðu í róma, og fjallið við hús mítt læt streyma út oljuløkir!
8 krógvaðu teir ungu seg, táið teir sóu meg, og gráhærdir reistust og vórðu standandi;
11 Ein og hvør, ið hoyrdi um meg, prísaði meg lukkuligan, og hvør tann, ið sá meg, gav mær lovorð.
12 Tí eg bjargaði hinum arma, ið rópti um hjálp, hinum faðirleysa, ið ongan hjálparmann hevði.
13 Tann, ið var undirgangi nær, signaði meg, og hjarta einkjunnar fekk eg at rópa av gleði.
18 – Og so hugsaði eg tá: „Í reiðri mínum skal eg sleppa at doyggja, og mangir í tali sum sandur skulu dagar mínir verða;
20 heiður mín verður altíð nýggjur, og bogi mín skal yngjast upp aftur í hond míni!“
24 Táið teir vóru mótfalnir, smíltist eg til teirra, og ljós andlits míns fingu teir ei at svinna.
25 Legði eg lag í at vitja teir, sat eg har sum høvdingi, sat har sum kongur millum hermenn sínar, sum ein, ið uggar tey, ið syrgja.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul