Job kap. 34

Uppsetan
iii. Elihu Confirms God’s Justice
34:1-37:1
4 Latið okkum granska út, hvat rætt er, latið okkum sameintar royna at skilja, hvat gott er!
6 tóat eg havi rætt, skal eg standa sum lygnari; drepandi pílur hevur rámt meg, tóat einki misbrot er hjá mær!“
10 – Hoyrið meg tí, tit klóku: Langt veri tað frá Gudi at synda, frá hinum Alvalda at vera órættvísur!
11 Nei, Hann lønir menniskjanum eftir verkum tess og letur mannin fáa viðurlag eftir atburði hansara!
13 Hvør hevur givið Honum jørðina í varðveitslu! Hvør hevur litið Honum alt jarðarríki upp í hendur!
14 Hevði Hann hugsað bert um Seg sjálvan og drigið anda og andadrátt Sín til Sín aftur,
17 Man ein, sum hatar rættin, duga at stjórna! Ella vágar tú tær at dómfella Hann, hin rættvísa, hin veldiga! –
18 Hann, sum kann siga við kongin: „Níðingur tín!“ og við høvdingan: „Gudloysingur tín!“ –
19 Hann, sum jú ikki ger mannamun, høvdingum til frama, og ikki setur ríkan hægri enn fátækan – tí allir eru teir handaverk Hansara.
20 Brádliga doyggja teir, mitt á nátt; hinum stóru gevur Hann eitt slag, og burtur teir eru; veldigir verða ryktir burt, ikki av mannahond.
23 Gudi nýtist ikki leingi at hava eyguni eftir manni, fyrrenn hann er noyddur at koma fyri dóm Guds.
27 – Tí var tað jú, teir viku burtur frá Honum og ongari aktaðu eftir av leiðum Hansara –
28 at teir skuldu gera, at róp hinna fátæku náddu til Hansara, og Hann skuldi hoyra, hvussu hini kúgaðu góvu seg.
29 Um Hann er tigandi – hvør skal døma Hann! Fjalir Hann ásjón Sína – hvør fær tá at síggja Hann! – Bæði við tjóð og við einstakt menniskja ger Hann jú so
31 Tí man slíkur nakrantíð hava sagt við Gud: „Eg havi verið hugmóðigur; hereftir skal eg ikki gera tað, ið ilt er;
32 tað, ið eg síggi ikki, mást Tú læra meg; havi eg gjørt órætt, skal eg ikki gera so uppaftur“!
33 Skal Hann tá straffa eftir tínum tykki! – Tað er jú tú, ið hevur klagu móti Honum, so tú mást døma um hetta, og ikki eg – veitst tú nakað, so sig tað!
36 – Á, at Job skuldi verðið royndur uttan íhald, aftur fyri at hann hevur svarað, sum ring fólk svara!
37 Tí hann dungar synd oman á synd; hann ber seg hugmóðiga at her ímillum okkara og nýtir mong orð móti Gudi!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul