Job kap. 14

Uppsetan
c. Job Laments the Finality of Death
14:1-22:1
5 Táið dagatal hansara er ásett, mánaðatal hansara avgjørt hjá Tær, og Tú hevur sett honum mark, sum hann ikki kann fara um,
6 vend tá eyga Tínum av honum, og lat hann fáa so miklan frið, at hann kann gleðast, sum dagløntur maður yvir dag sín!
7 Tí fyri trænum er vón; verður tað høgt um, spírar tað aftur, og tí fattast ikki nýggjar kvistar;
9 – luktar tað vatn, so fær tað nýggjar kvistar, og greinar koma á tað sum á nýplantað træ.
10 Men táið maður doyr, so er úti við honum, táið menniskjað gevur upp andan – hvar er tað tá!
12 so legst menniskjað og reisist ikki aftur; ikki so leingi sum himmalin er til, vakna tey; tey verða ikki vakt úr svøvni.
13 Á, at Tú hevði viljað goymt meg í deyðaríkinum, fjalt meg har, inntil vreiði Tín er yvirstaðin – hevði Tú viljað sett mær tíðarmál og so minst meg!
14 Táið maður doyr, livnar hann tá upp aftur! – Tá skuldi eg bíðað tolin allar dagar hertænastu mínar, inntil eg varð avloystur;
19 sum vatnið holar steinar, og sum moldin verður skolað burtur, táið tað rennur, so gert Tú vón menniskjans til einkis;
20 Tú slært hann niður við alla, og hann fer burtur, Tú skammskemmir andlit hansara og letur hann fara.
21 Børn hansara koma til heiður, men hann veit einki um tað; tey søkka niður í vanvirðing, men hann leggur tað ikki til merkis;
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul