Job kap. 21
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
2.
Job Replies to Zophar
21:1-34:1
1
Tá tók Job til orða og svaraði:
2
„Lurtið, ið hvussu er, eftir orðum mínum, og latið tað vera troystina, tit veita mær!
3
Latið meg sleppa at tosa meg lidnan, og síðani kunnu tit jú háða!
4
Eru tað menniskju, ið eg klagi! Hví skal eg ikki vera ótolin?
5
Vendið tykkum til mín og øtist, leggið hond á munn!
6
Eg óttist, táið eg hugsi um tað, og likam mítt verður gripið av skjálvta.
7
Hini gudleysu, hví liva tey, verða gomul, ja, mennast?
8
Tey síggja børn síni trívast rundan um seg, og eftirkomarar sínar hava tey fyri eygunum.
9
Hús teirra eru trygg móti ræðslum, koyril Guds rámar tey ikki.
10
Ei springur tarvur teirra til einkis; kúgvin kálvar, verður ikki kálvskotin.
11
Tey sleppa børnum sínum út sum seyði; barnaflokkur teirra spælir sær.
12
Tey syngja, meðan trumma og sitari ljóða, og tey gleðast, meðan floytan verður spæld.
13
Tey liva dagar sínar í lukku og fara so brádliga niður í deyðaríkið.
14
– Og tó søgdu tey við Gud: „Vík frá okkum! Vit hava ikki hug at kenna vegir Tínar!
15
Hvat er hin Alvaldi, at vit skuldu tænt Honum, og hvønn bata skuldu vit havt av at vent okkum til Hansara við bøn!“
16
Tað er satt, lukka teirra stendur ikki í teirra egnu hond, og langt veri ráð hinna gudleysu frá mær!
17
Men hvussu ofta man lampa hinna gudleysu sløkna, og hvussu ofta hendir tað, at vanlukka kemur á tey! Hvussu ofta skiftir Hann teimum lutin í vreiði,
18
so tey verða sum strá fyri vindinum, sum dumba, ið fýkur fyri storminum!
19
– „Gud* goymir børnum hansara straffina fyri óndskap hansara“ –? Ja**, men Hann átti at lønt honum sjálvum, so hann fekk tað at kenna!
20
Við egnum eygum átti hann at sæð undirgang sín, og av vreiði hins Alvalda átti hann at drukkið sjálvur!
21
Tí hvat spyr hann um hús sítt, táið hann sjálvur er burtur, táið mánaðatal hansara er úti!
22
„Skal tá nakar læra Gud vísdóm, Hann, sum dømir hinar hægstu?“
23
Ja, ein doyr á eydnutindi, har hann situr heilt tryggur og í friði;
24
biði hansara eru full av mjólk, og mergurin í beinum hansara er sevjumikil.
25
Ein annar doyr við sorg í hjartanum og hevur aldri notið lukku.
26
Báðir liggja teir í moldini, og maðkar fjala teir!
27
Eg veit væl, hvat tit hugsa, og tey óndu ráð, ið tit leggja móti mær.
28
Tit siga jú: „Hvar er hús yvirgangskropsins, og hvar er tjaldið, sum hini gudleysu búðu í!“
29
Hava tit tá aldri spurt teir, ið víða hava ferðast? – Og vitnisburði teirra munnu tit tó trúgva:
30
At hin óndi verður spardur vanlukkudagin og sleppur undan vreiðidagin!
31
Hvør lastar hann fyri atburð hansara! Hvør lønir honum tað, ið hann ger!
32
Til gravar verður hann borin við heiðuri, og vakt verður hildin yvir gravheygnum.
33
Søt er hvíla hansara í dalsmoldini, og allur heimurin fylgir so eftir, eins og óteljandi flokkur gekk undan honum.
34
– Hvussu fáa tit tá boðið mær so tóma troyst? Av svari tykkara er einki uttan trúloysi eftir!“